Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 160 - 23. august 2000 Óverdugt bara at krevja Føroyingar eiga at gjalda fyri luttøkuna í Norðurlandaráðnum og ikki bara krevja og njóta ágóðan av samstarvinum, halda føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum EYÐUN KLAKSTEIN Føroyingar skulu ikki bara krevja og njóta ágóðan av samstarvinum í Norður- landaráðnum. Vit eiga eisini at gjalda fyri okkara luttøku. Tað halda báðir teir før- oysku limirnir í Norður- landaráðnum. Í løtuni eru tað danir, sum gjalda limagjaldið fyri okk- um, og tað dámar føroysku umboðunum illa. - Tað kennist óverdugt og snópisligt at leggja uppskot, sum kosta pengar, fyri Norðurlandaráðið, tá vit sjálvir ikki gjalda eitt oyra til hetta samstarvið, sigur Dan Reinert Petersen, løg- Øssur framsýning í Maribo Leygardagin letur ein framsýning hjá fuglfirð- inginum, Øssur Mohr, upp á Gallarí Hilden í Maribo á Lollandi. Á framsýningin fer Øssur at sýna fram einar 30 málningar, sum allir eru málaðir í hesum ári- num. Tað var gallaríið í Mari- bo, sum vendi sær til Øssur fyri at fáa hann at sýna fram. Eigarin hevði sæð málningar hjá Øssuri aðra- staðni í Danmark og hevði á hendan hátt fingið áhuga fyri føroyska listamálaran- um. Øssur Mohr er nú farin niður at gera klárt til fram- sýningina, og hann verður eisini til staðar, tá ferniser- ingin verður leygardagin. Framsýningin letur upp klokkan 13.00 leygardagin og er opin til klokkan 17.00. Málningarnir hjá Øssur verða at síggja á Gallarí Hilden á Str. Boulevard nummar 20 í Maribo fram til 26. oktober. ek Næstu tveir mánaðirnar fer Øssur Mohr at hava framsýning á Lollandi tingsmaður fyri Javnaðar- flokkin. - Hetta er ein prinsipiellur spurningur. Sjálvandi eiga vit at gjalda fyri luttøkuna, tí vit fáa nógv burtur úr samstarvinum, sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Ráða yvir mandatinum Teir báðir tinglimirnir um- boða Føroyar í Norður- landaráðnum, men tað er gjøgnum donsku luttøkuna, at føroysku limirnir sleppa við. Danir hava avsett tveir av sínum parlamentarisku sessum til Føroyar, og før- oyingar gjalda ikki eitt oyra fyri hetta. Jógvan við Keldu situr í Norðurlandaráðnum sum partur av konservativa bólk- inum, og Dan Reinert Peter- sen er partur av sosialdemo- kratiska bólkinum. - Tá danir hava latið okk- um mandat, sum vit sjálvir ráða fullkomiliga yvir, so eiga vit eisini at gjalda fyri tað, sigur Dan Reinert Pet- ersen. Má broytast Limalondini í Norðurlanda- ráðnum gjalda hálva pro- millu av bruttutjóðarúrtøk- uni sum limagjald. Í løtuni gjalda Føroyar ikki eitt reytt oyrað, tí danir senda kekkin fyri okkum, og tað er hetta, sum eigur at verða broytt í stundini, stendur tað til Dan Reinert Petersen og Jógvan við Keldu. Teir hava fleiri ferðir ført hetta fram mótvegis lands- umsitingini, men enn er eingin loysn at hóma. Í løgmansrøðuni verður sagt, at landsstýrið er farið undir at fyrireikað eitt upp- skot um, at Føroyar gjalda sín lutfalsliga part til norð- urlendska samstarvið. Talan er um eina árliga upphædd upp á millum eina og tvær milliónir krónur. Sosialurin hevur skilt, at landsstýrið hevur vent sær til donsku stjórnina fyri at sleppa at gjalda, men danir eru ikki hugaðir fyri hesum. Senda milliónir hendan veg - Hóast danir eru sinnaðir at gjalda fyri okkum, so eiga vit - uttan at spyrja teir eftir - at senda teimum ein kekk fyri okkara part av luttøk- uni. Vit mugu gjalda fyri okkum, sigur Dan Reinert Petersen og vísir á, at før- oyingar fáa stóran ágóða av samstarvinum í Norður- landaráðnum, millum annað til orðabókaarbeiði og ym- isk mentanartiltøk. Seinastu fýra árini hevur Mentanargrunnurin hjá Norðurlandaráðnum til dømis sent tríggjar milliónir krónur til Føroyar sum stuðul til ymisk mentafólk og mentanartiltøk. Og í næsta mánaði fáa føroyingar ein fastan lim í nevndina fyri mentanar- grunnin. Enn einaferð uttan at gjalda fyri tað. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, umsitir hetta mál, men tað eydnaðist okk- um ikki at fáa eina viðmerk- ing frá honum undan evsta- marki í gjár. - Hetta er ein prinsippmál, sigur Jógvan við Keldu - Hetta er snópisligt, sigur Dan Reinert Petersen Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Eitt framstig fyri umhvørvið ARBEIÐSBÓLKURIN, sum skal lýsa føroyska umhvørvið og føroysku náttúruna, er farin til verka. Hóast vit ikki fáa nakað úrslit at síggja fyrr enn um fleiri mánaðir, so skal landsstýris- maðurin, Eyðun Eltør, hava rós fyri at taka hetta stigið, tí hetta arbeiðið skal miðja eftir at fáa ein veruligan umhvørvispolitikk í Føroyum. Ein slíkan hava vit ikki í dag, og í mongum førum eru vit eftirbátur við lít. Vit klára ikki at skipa okkum sjálvi og vit klára heldur ikki at lúka treytir í altjóða sáttmálum, sum vit hava tikið undir við. Tað er tí í tøkum tíma, at vit fáa ein miðvísan umhvørvispolitikk og eina náttúrufyri- siting. UMHVØRVISBÓLKURIN skal fyrst og fremst lýsa støðuna í Føroyum í dag bæði viðvíkjandi umhvørvi og náttúru. Hann skal vísa á tey viður- skifti, sum vit kanska hava gloymt og lítið ella einki gera við í dag og hvat vit gera skeivt. Tey eru neyvan fá, tí vit bæði dálka og fara so sum so við náttúruni og náttúruvirðum, sum tey undanfarnu ættarliðini dugdu at umsita, tí alt skuldi koma til sættis, og náttúran, sum alt lív hvíldi á, skuldi breyðføða komandi ættarlið. SOLEIÐIS hugsa vit ikki í dag. Í dag hugsa vit bara um at troyta tilfeingið sum mest, og hugsa ov lítið um avleiðingarnar. Vit hugsa ov lítið um tað árin og tær avleiðingar, sum hjálievnini og burturkast hevur fyri umhvørvið og vistfrøðina. Á HESUM øki hava vit nógvar gamlar lógir og reglur. Lógir um t.d. vatn og hegn, sum kanska eru um 70 ára gamlar. Vit hava lóg um náttúru- friðing og lóg um skógarfriðing. Vit hava um- hvørvislógina frá áttatiárunum og vit hava eina rúgvu av altjóða sáttmálum at halda okkum til. Vit hava tí eitt stórt og komplekst lógarverk, sum arbeiðsbólkurin óivað skal fara ígjøgnum bara fyri at lýsa støðuna formliga. STØÐAN skal lýsast í eini frágreiðing, sum skal vera grundarlag undir einum orðaskifti í Løg- tinginum. Burtur úr hesi frágreiðing og orða- skiftinum skal ein umhvørvispolitikkur orðast. Nýggjar lógir og samskipaðar lógir koma vænt- andi burtur úr hesum arbeiði. Men tá alt hetta er fingið frá hondini – vónandi um ikki alt ov nógv ár – so skal umsitingarparturin koma upp á pláss, eins og fólk mugu gerast meira tilvit- andi um henda spurning. Alt hetta mál hevur alstóran týdning fyri okkum, tí alt lív okkara hvílir á náttúruni og tí, sum vit fáa burtur úr henni. Hesin spurningur hevur ikki minst týdn- ing, nú alivinnan, sum er stór dálkingarkelda, gerst størri og størri, og nú vit kanska standa á gáttini til eina oljuvinnu. MEN til ein framtíðarpolitikkur er orðaður, mugu vit framhaldandi virka fyri einum reinum og ódálkaðum umhvørvi og ikki gera ov stór inn- triv í náttúru okkara. JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Tíðliga um morgunin 15. august vóru teir umborð á garnabátinum Oknini úr Saltangará varugir við, at ein løgin lutur hekk í gørnunum. Teir royna eftir svartkalva og lógu og drógu undir Føroyum á pos. 623584 W og o51084 N. Teir visti ikki hvat hetta var fyri ein lutur, men hann líkt- Fingu løgnan lut í garnið Oknin úr Saltangará fekk ein minikavbát í gørnini. Kanningar nú vísa, at talan var um seismikk leitiútgerð Slakur fiskiskapur hjá garnabátunum JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Teir sjey garnabátarnir, sum royna eftir svartkalva, liggja og draga gørn upp frá 280 til 300 favna dýpi í kant- inum kring oyggjarnar. Fiskiskapurin er í løtuni heldur slakkur, men teir -Vit liggja í ein landnyrðing úr Fugloynni og akkurát nú er slakkur fiskiskapur, men seinasti túrur royndist væl, sigur Steyni Andreas- sen, skipari á Oknini kunnu ugga seg við, at prís- urin er „í ordan“, sum tikið verður til millum garna- menn norðanfjørðs. - Vit ísa umborð og tí eru túrarnir ikki langir. Seinasti tururin royndist bara væl. Vil landaðu 17, august hjá Beta í Runavík, og veiðan vá 25 tons. Prísurin lá eitt sindur yvir 18 krónur, sigur Steyni Andreassen av Norðskála, sum er skipari á Oknini. - Vit liggja akkurát nú í ein landnyrðing úr Fugl- oynni og Agot úr Klaksvík liggur eisini her nærhendis. Eg hoyrdi frá Vágasteini, Anitu og Ólavi Hvíta, teir liggja vesturi á Rygginum og draga. Vestland og Thor eru á Munkagrunninum, so vit eru eitt sindur víða. Eg veit ikki rættuliga hvar hav- taskubátarnir Nim og Gudr- un eru, sigur Steyni Andrea- sen, skipari. -Vit hava havtaskuloyvi, men seinasta árið hava vit bara fiskað svartkalva. Skiparin á Oknini sigur, at hóast bátarnir, sum ísa svartkalva, bert eru úti eina viku, so er tað stríggið lív. 11 manns eru við Oknini. Garnaveiðan eftir svart- kalva tók seg upp beint í ringastu búskaparligu kreppu í nýggjari tí í 1993. Tá gingu framherjar í før- oyskum vinnulívi nýggjar leiðir og í dag er svartkalva og havtaskuveiðan í Før- oyum ein lønandi vinna við níggju skipum, sum burtur- av fiska hesi fiskasløg við gørnum. Á lutinum stóð at lesa, hvør ið hevði gjørt hetta og tí var lætt at finna upprunan á alnótini Steyni Andreassen, skipari, við løgna lutinum, sum hekk fastur í gørnunum ist mest einum mini kavbáti. Hann var ein metur langur, og eitt torn var á miðjuni. Tveir veingir gingu út frá torninum. Luturin var orangelittur og vigaði mill- um átta og tíggju kilo. Luturin varð lagdur á dekkið og tveir dagar seinni var túrurin av og teir hildu leiðina á Runavík at landa hjá BETA. Teir boðaðu Færøernes Kommando fra og eisini politinum í Runa- vík. Politiið í Runavík kannaði lutin uttan tó at koma nærri, hvat hesin hev- ur verið nýttur til. Sosialurin fekk myndir av lutinum, og upplýsingar frá politinum um hvat stóð á honum. Vit gjørdu eina roynd á alnótini og hendan gav beinanvegin úrslit. Á lutinum stóð DIGI- COURSE og vit settu ein punktum og „com“ aftan fyri og beinanvegin kom heimasíðan hjá hesi ameri- konsku fyritøku, sum hevur specialiserað seg í útbúnaði til seimsikk royndin, fram á skíggjan. Luturin, sum Oknin fann, eitur Compass Bird og tekn- isku upplýsingarnar um hendan sæst á alnótini.