hósdagur 3. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • hósdagur • 3. mars 2005 • 79. árg.
Fiat Panda er nú
komin í "off-road"
útgávuni 4x4 Climb-
ing, sum er ein prakt-
iskur býbilur, sum við
16 cm fríhædd eisini
er væl egnaður til
vetrarkoyring uttan
fyri vanliga koyri-
vegin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eins og tann gamli Fiat
Panda, sum var á marknað-
inum næstan óbroyttur í
umleið 20 ár, fæst nýggi
Panda eisini sum "off-
road". Talan er um útgáv-
una 4x4 Climbing, sum er
ein lítil fittur býbilur, sum
eisini klárar seg væl uttan
fyri vanliga koyrivegin.
Panda 4x4 Climbing er
ein praktiskur býbilur, sum
samstundis er væl egnaður
til vetrarkoyring. Serliga er
tað elektriska servostýring-
in, sum kann stillast við
knøttinum "City", ið ger
bilin sera lættan at koyra
við í býnum.
Støddin á bilinum ger sítt
til, at hann roynist so væl á
ósløttum undirlendi. Hann
er stuttur, aksilfrástøðan
stutt (230,5 cm), og frí-
hæddin upp á 16 cm saman
við
permanentari
4x4"
drívmegi ger, at hann kann
koyra har sum vanligir bilar
í somu stødd hava ilt við at
koma fram.
Bilurin er væl innrættað-
ur og plássið væl útnýttað,
bæði hvat persónum og
viðføri viðvíkur. Hann sær
eisini annarleiðis út við
svørtum listum og fendar-
um
í
kúfangarunum
framman og aftan.
Panda 4x4 Climbing er
ein nútímans og framkomin
bilur í allar mátar. Motorur-
in er ein 1,2 litur bensin-
motori við 60 hk.
Bilurin hevur nógvar inn-
bygdar trygdarskipanir og
ein
brandtrygdarskipan
syrgir fyri at hurðarnar ikki
eru læstar, og ljósið í ka-
binuni tendrar, um okkurt
skuldi verið áfatt.
Standard
útgerðin
í
Panda er t.d. fløguspælari,
el-síðurútar, fjarstýrt sen-
trallás, elektrisk servo-
stýrng, hæddarstilling av
ratti og førarasetri.
Fiat Panda 4x4 Climbing
kostar úr kr. 160.00,-
Fiat Panda 4x4 Climbing:
Praktiskur býbilur og »off-roadari«
Motorurin:
1,2 litur 4 syl.
bensin við 60 hk
0-100 km/t:
20,0 sek
Bensinnýtsla:
15,2 km/l
Dekkstødd:
185/65-14
Stødd og vekt
Longd:
357,0 cm
Breidd:
159,0 cm
Hædd:
162,0 cm
Eginvekt:
975 kg
Viðførisrúm: 230 litrar
Prísur:
kr. 160.000,-
Søluumboð
Sp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080
Fiat Panda 1,2 4x4 Climbing
Arbeiðseftirlitið fer nú aftur undir eitt
átak runt landið, har trygdarviðurskifti á
arbeiðsplássum verða kannað
Í hesum umfari verða bilverkstøð vitj-
að, og ætlanin er at vera komin runt innan
juni mánað í ár.
Nýggj løgtingslóg um arbeiðsum-
hvørvi var samtykt í Løgtinginum og sett
í gildi á sumri ár 2000.
Tað er hendan lógin um arbeiðsum-
hvørvi og tilhoyrandi kunngerðir, sum
Arbeiðseftirlitið umsitur, ið eru tær
heimildir, eftirlitið verður framt eftir.
Arbeiðseftirlitið sigur í tíðindaskrivi, at
tað serliga eru niðanfyristandandi viður-
skifti, sum hugt verður eftir:
• Vælfarsrúm
• Bilgrøv
• Billyftur
• Sproytikabina
• Epoxy arbeiði
• Luftskifti
• Evni og tilfar
• Trygdarskipan
• Útgangsumstøður
• Hiti
Bilverkstaðir skulu kannast
Við 16 cm fríhædd er Panda 4x4 væl egnaður til vetrarkoyring uttan fyri vanliga koyrivegin
Mynd: Jens Kristian Vang
Pand 4x4 Climbing innan. Elektriska servostýringin, sum
kann stillast við knøttinum "City", ger bilin sera lættan at
koyra við í býnum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fiat Panda 4x4 Climbing er
ein praktiskur býbilur og
"off-roadari"
Mynd: Jens Kristian Vang