Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 17 Ein dómsnevnd av 48 altjóða motor- journalistum hevur kosið Audi A6 til "Årets bil í verden" sum tað eitur á donskum. A6 vann yvir 35 kappingar- neytum í nógvum ymiskum klassum á altjóða bilaframsýn- ingini í Toronto í Kanada BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit hoyra á hvørjum ári um, at nýggir bilar verða heiðr- aðir við ymiskum titlum sum t.d. ársins bilur í Dan- mark, Europa, USA, Japan ella hvar tað skal vera, men nú er nýggi Audi A6 kosin til ársins bil í øllum heim- inum. Teir 36 ymisku bilarnir, sum kappaðust um heitið sum ársins bilur í øllum heiminum, vórðu mettir eftir kriterium sum t.d. kvaliteti, koyrieginleikum og eini heildarmeting av bilinum. Nýggi Audi A6 hevur annars fingið nógvar heið- urlønir, síðan hann kom á marknaðin í fjør. Á altjóða bilafram- sýningini í Genéve fyrst í hesum mánað- inum, verður ein heilt nýggjur Skoda frum- sýndur. Talan er um konseptbilin Skoda Yeti, ið er rættuliga sermerktur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Yeti er eitt designstudie hjá Skoda, sum eisini er ein ábending um, hvussu Skoda bilarnir koma at síggja út í framtíðini, eins og vit sóu tað við konsept- bilinum Skoda Roomster, sum varð frumsýndur í fjør. Bilurin, sum er ein so- nevndur SUV, sær rættuliga sermerktur út við t.d. tak- boylum ið eru bygdir inn í stólpan við for- og bakrút- in, og handtakið til bak- hurðina situr í hurðastólp- anum. Skoda Yeti verður drivin av øllum fýra hjólunum og skal eftir ætlan verða bæði býbilur og "off-roadari". Enn er eingin avgerð er tikin um bilurin skal fram- leiðast, tað velst nokk eisini um, hvussu væl hann verð- ur móttikin á framsýningini í Genéve. Skoda Yeti frumsýndur í Genéve Audi A6: Ársins bilur í øllum heiminum Fyrsta almenna myndin av konseptbilinum Skoda Yeti, sum verður frumsýndur á altjóða bilaframsýningini í Genéve fyrst í hesum mánaðinum. Bilurin er rættuliga sermerktur Audi A6 er kosin ársins bilur í øllum heiminum. Bilurin hevur annars fingið nógvar heiðurlønir, síðan hann kom á marknaðin í fjør Mercedes made in China Eftir ætlan koyrir fyrsti M e r c e d e s - B e n z "Made in China" út av eini nýggjari bilverk- smiðju í Kina við end- an av 2006. Árliga framleiðslan at byrja við verður upp á 25.000 til 30.000 bilar, men hon kann tvífald- ast eftir stuttari tíð, verður upplýst frá DaimlerChrysler Kelda: Motor Magasinet Mini Subaru í Japan Subaru eru komnir á japanska marknaðin við lítla býbilinum Su- baru R1 við 4 syl. 660 cc 16V motori vari- ablari ventilstýring og framkomnum auto- matiskum girkassa sum reduserar útlátið við upp til 50 prosent- um í mun til U-LEV (Ultra Low Emission Vehicle) umhvørvis- krøvini. R1 kemur ikki til Evropa Kelda: Motor Magasinet Suzuki best í februar Við 21 nýggjum bilum varð Suzuki mest selda bilmerki í Føroyum í februar 2005 Kelda: Berg Motors