Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 19 MERCEDES BENZ 200 D ÁRG. 1966 Árg 1966, Hetta snotuliga ellisakfar, sum er í góðum standi, er til sølu. Bilurin er høvuðsumvældur og sproytlakkeraður fyri uml. tveimum árum síðani. Sum ellisakfar rindar hann ongan vegskatt og sera lítið í trygging. . Kr. 40.000. Tel 216409. ellis@post.olivant.fo i Hesa vikuna hevur Ráðið fyri fersðlutrygd stórt tiltak á Torginum í SMS. Lyklaorðið fyri tiltakið er »Hjartarúm«, og við hesum er ætlanin at gera fólk meira tilvitað um tað, at vera til í ferðsluni. Og ikki minst, at vit ikki eru einsa- møll, tá vit eru á vegnum, men at tað tvørtur ímóti eru nógv onnur, sum tað eisini skal vera rúm fyri. Umframt umboð frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, eru eisini onnur virki og stovnar við, sum onkurs- vegna hava við ferðslu- trygdina at gera. Soleiðis kunnar Apotekið um heili- vág, og hvussu hesin kann ávirka evni hjá bilførarum at taka røttu avgerðirnar. Løgreglan kunnar um tað arbeiðið, sum tey gera. Reyði Krossur, sum í nógv- ar mátar kann vera ein hjálp í ferðsluarbeiðinum, hevur síni umboð á staðnum. Og so eisini Landsverk, sum við sínum vegakervi jú hev- ur ein týðandi leiklut í ferðslupolitikkinum. Hartil eru eisini privatar fyritøkur at síggja á Torgin- um. AMA sýnir fram koyri- stólar, Opel sýnir, hvussu tryggur ein bilur kann gerast. Dekk-sentrið kunn- ar um týdningin av góðum dekkum, og Føroya Tele kunnar um, at tað finnast nógvar hondfríar loysnir, um tú partú skalt tosa í far- telefon, tá koyrt verður. -jm Ferðsluátak á Torginum Ráðið fyri Ferðslutrygd kunnar hesa vikuna um ymsar vandar í ferðsluni, og ikki minst, hvussu hesir kunnu fyribyrgjast. Her er tað myndamaðurin hjá Dimmu, sum fær eina rundferð við Hvølvusi Mynd: Jens Kr. Vang