Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 43 - 3. mars 2005 "Meðan vit koyrdu vísti maðurin okkum eitt stað, har hann við berum hondum hevði jarðað 350 menniskju og har 2/3 av teimum vóru smábørn. Hetta er ein fiskibygd so mennirnir vóru úti á sjónum, meðan børn og konur svóvu. Hann var við at jarða kroppar bara onkustaðni, tí teir byrjaðu at rotna og lukta", sigur Stella Zachariasen í frásøgn eftir eina ferð á heimaoyggja hennara, Sri Lanka. Eitt úrslit av ferðini er ætlanin um bygging av einum "føroyskum" barnaheimi á oynni NEYÐHJÁLP Stella Zachariassen, Argir Sri Lanka: Tvær vikur eru longu farnar síðani vit fóru til Sri Lanka, og hetta hava verið 2 strævnar vikur og túrurin var sera langur. Tað tók okkum næstan 3 dagar at ferðast úr Føroyum til Sri Lanka, og lendu vit á har 11. februar um kvøldið. Tað var ein stór umskifting at koma úr Føroyum til Sri Lanka, niður í tann nógva hitan. Dagin eftir, altso sunnudagin sótu eg og mamma mín so og tosaðu um hvat vit skuldu gera meðan vit vóru har. Vit gjørdu av at fara til eina legu har uml. 50 familjur búgva, fyri at geva teim- um nakað av tí, sum tey høvdu brúk fyri og okkurt sum tey høvdu brúk fyri seinni eisini. Vit byrjaðu at seta nøkur ting niður á listan og vit høvdu so fund við Pastor Somanathen, sum er ein langtíðar vinur hjá mær og familjuni. Hann, saman við einari kristnari organisatión í Australia, sum kallast CRC (Christian Revi- val Crusade) eru eigarar av barna- heiminum "Bethel" sum liggur í Batticaloa á eysturstrondini á Sri Lanka. Vit tosaðu um langtíðar planir, og um, hvussu vit kundu hjálpa børnum, sum vóru rakt av flóðalduni. Vit tosaðu saman næstan hvønn dag fyri at koma til eina góða niðurstøðu. Vit gjørdu nú av at fara mána- dagin tann 14. út at keypa tað, sum vit høvdu brúk fyri at geva hesum familjunum, men leygar- dagin, t.v.s. dagin eftir at vit komu til Sri Lanka, bleiv eg sjúk. Sunnudagurin kom og eg bleiv bara verri. Eg byrjaði at føla meg kalda og ristist, eg spýði og hevði ringan maga, og eg mátti fara til læknan. Hann segði, at tað var hitin, sum eg ikki toldi, og hann segði at eg skuldi hvíla meg í nakrar dagar, men tað kundi eg ikki, tí vit høvdu planlagt at fara at hjálpa hesum familjum. Tolin trívst Mánadagin fóru so eg, foreldur míni og 2 menn úr samkomuni hjá pápa mínum at keypa vørur- nar. Eg má bert skoyta uppí, at fer ein at keypa inn til 50 familjur, ja so má ein verða tolin. Tað gekk bara so seint fyri seg og eg bleiv bara verri og verri, men til síðst fingu vit tað sum vit vildu hava, men tað tók eisini 5 tímar at fáa hetta uppá pláss. Vit fóru so heim til foreldur míni og byrjaðu at pakka. Vit vóru 8 fólk sum pakk- aðu, og meðan eg ikki fekk gjørt so nógv, so tók Petur yvir. Hvør pakki hevði eitt virði av uml. 350 kr. og í pakkanum vóru 5 kg. rís, sukur, reyðar linsur, mjøl, te, keks, shampoo, sápa, seingjarteppi, koddi, tallerkar, koppar, tannkrem, turrmjólk, leikur og pengar. Tá vit vóru næstan liðug at pakka, fingu vit so at vita frá Pastor Somanathen, at har, sum vit fóru til næsta dagin, vóru uml. 70 familjur og ikki 50. Tað sum vit so avgjørdu var, at vit fyrst máttu taka tær familjur sum høvdu børn og geva teimum pakkarnar, og gjørdu so av at geva restina av familjunum pengar, sum svaraðu til uml. 350 kr., tað sama sum pakkin kostaði. Eg bleiv bara verri og verri hetta kvøldið, og læknin gav mær strang boð um ikki at fara túrin, men alt var klárt og vit máttu fara, og tað eri eg sera glað fyri. Planlagt var at fara týsdagin 15. februar kl. 12. Tá vóru vit klár, men eins og tað var at keypa vørurnar, so má tol til. Vit høvdu 3 bussar sum koyrdu, og fóru vit úr Colombo kl. 14.30. Túrurin var sera strævin, tí vegirnir eru sera ringir, og allan vegin eru "check points", har politiið steðgar bilum og kannar bilarnar. Eisini vit vóru steðgað fleiri ferðir, men so skjótt tey sóu Petur, sum er hvítur, ja so lótu teir okkum fara. Vit komu til Batticaloa kl. 23 og vóru inn- kvarterað á Bethel barnaheimið. Tey vóru sera blíð og høvdu gjørt klárt eina stóra máltíð. Og sjálvt um vit vóru sera troytt av túrin- um, so sótu vit og tosaðu við al- tjóða leiðaran hjá CRC úr Australia, sum var á vitjan á barnaheiminum. Vit tosaðu um langtíðar planirnar av tí "Før- oyska projektinum" sum eg skal siga frá niðanfyri. Eitt veruligt heim Næsta morgun hugdu vit so runt á barnaheiminum, sum er stýrt sera professionelt. Eg tosaði við børnini, og eg hevði keypt øllum børnunum eina gávu, sum tey fingu áðrenn tey fóru í skúla. Økið var deilt upp í 2, og ein múrur var ímillum, so at dreingir og gentir vóru hvør síni megin. Hetta er mentanin á Sri Lanka at gentir og dreingir ikki búgva saman. Dreingirnir høvdu eitt hús, meðan 2 hús vóru til gentur- nar. Børnini vóru frá 6 til 16 ára gomul, og vóru tey øll har vegna kríggið. Teirra lívssøgur vóru sera harmiligar, men tey vóru sera glað at vera á heiminum. Tað má sigast at hetta er eitt satt heim tey hava. Hetta er ikki bara 4 veggir sum eru uppi og tak yvir høvdið, men hetta er eitt satt heim tey hava. Alt er so reint og pent. Ikki øll børnini eru foreldraleys, men har mamman ella pápin eru ov sjúk at ansa teimum, ella mamm- an er handikappað ella annað. Kl. 9.30 fóru vit so at hyggja at nøkrum av raktu plássunum og tað er óforkláriligt. Tað var bak- andi heitt, uml. 38 gradir. Vit gingu úti í sólini saman við fólki sum høvdu verið á staðnum og upplivað alt. Eisini vóru deyðu kropparnir, nógvir av teimum svartir, sum um teir vóru brendir, men hetta var av tí kemiska útlát- inum, sum aldan førdi við sær. Allastaðni vóru smáir bunkar av sandi, har hesir deyðu kropparnir vóru jarðaðir. Grøvirnar vóru ikki so frægt sum grivnar nóg djúpar, og allastaðni vóru hvít fløgg, sum søgdu frá at her vóru kroppar brendir. Allastaðni sóu vit klæðir og ting, sum familjurnar áttu, men sum bara lógu og flutu, tí eingin var at taka tað upp. Eg sá eina veggjaklokku sum stóð á 7.40, júst tá flóðaldan rakti tann partin. Tað var sum um vit vóru umringað av deyða, og vit gingu bert runt í tøgn og sjokkerað yvir tað sum var hent. Vit tóku myndir og royndu at fyristilla okkum hvat var hent. Bjargaður, tí hann fór á møti Vit hoyrdu nógvar søgur frá hend- ingini, men tað sum greip hjartað var ein maður sum var við okkum í bussinum og vísti okkum runt. Hann er ein kenningur hjá for- eldrum mínum. Hann segði frá, at henda sunnu- morgunin var hann ov troyttur at fara á møti. Hann og konan búðu á bíbliuskúlanum, sum Pastor Somanathen, leiðarin á barna- heiminum, stendur fyri, men konan hjá honum segði at hann mátti vísa seg sum eitt gott dømi fyri hini og at hann tí mátti fara á møti. Møti byrjaði kl. 9 og kl. 9.10 fór hann avstað. 20 min. seinni rakti flóðaldan húsið hjá teimum, sum eisini er ein bíbliu- skúli og legði alt totalt í oyði. Hetta var eitt undur, og í øllum hesum ræðuleikanum hoyrdu vit eisini sólskinssøgur. Tá tey sluppu heim aftur til húsið, funnu tey bert eina lítla eskju við smykkunum hjá konuni í, men av tí at herurin var har, so søgdu teir, at tey ikki kundu fáa tað og herurin fór avstað við hesum. Tey høvdu mist alt sum tey áttu og stóðu bert við klæðunum, sum tey vóru í. Hann var so glaður fyri pengarnar, sum føroyingar høvdu hjálpt við. Hann bað meg siga: "Takka føroyingunum at tey hjálptu mær, hóast sum tey ikki kendu meg". Meðan vit koyrdu vísti hann okkum eitt stað, har hann við berum hondum hevði jarðað 350 menniskju og har 2/3 av teimum vóru smábørn. Hetta er ein fiski bygd so mennirnir vóru úti á sjó- num, meðan børn og konur svóvu. Hann var við at jarða kroppar bara onkustaðni, tí teir byrjaðu at rotna og lukta. Tey søgdu, at har vit gingu kundu deyðir kroppar liggja undir, tí dagin fyri at vit komu har høvdu tey funnið restir av deyðum menniskjum. Tað var ræðandi. Meðan vit gingu har fann eg eina lítla t-shirt hjá einum uml. 2 ára gomlum dreingi, sum við vissu var deyður, tí eingin í umráðnum har yvirlivdi. Í hesi stund hugsaði eg um míni børn sum høvdu tað gott, men sum syrgdu og vóru hjartabrotin. Stríð um koppar Um middagsleitið komu vit til leirin og tað var ein syrgilig sjón at síggja. Tað var eitt stórt pláss, bert við nøkrum fáum pálmum. Vit fingu møguleikan at koma inn í eitt av teirra sokallaðu heimum – Takka tú føroyin Alt var í sorli og fólk stóðu eftir við ongum. Tí kemur hjálpin úr Føroyum sera væl við Petur vísir fram eina t-shirt hjá einum 2 ára gomlum barni, sum tey funnu á vegnum. Hetta barnið var heilt vist deytt, tí eingin í hesum umráðnum yvirlivdi flóðalduna