Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 3. mars 2005 21 ngum fyri hjálpina sum var opið sum hetta. Nógv børn høvdu ikki so frægt sum undirbuksir at vera í. Tað sum vit vóru mest sjokkerað av var, at hetta var fyrsta hjálpin tey høvdu fingið. Nógvar mammur vóru ikki til staðar, men lótu børnini verða eftir hjá øðrum, tí tey máttu finna mat, antin við at arbeiða fyri matin ella at bidda. Stjórnin hevur enn ikki hjálpt hesum, og tey hava mat til møguliga 2 dagar ísenn, sum tey bidda seg til, annars sita tey bert og bíða eftir at onkur skal koma at hjálpa teim- um, tí hetta var lovað teimum. Vit máttu hava loyvi at byrja hetta hjálpararbeiðið, men nú vit høvdu samband við henda felagsskapin, var alt arbeiðið gjørt framman- undan, so at vit ikki noyddust at fylla út ymisk pappír. Vit byrjaðu nú, undir eftirliti at býta út pakk- arnar og pengarnar saman við einum lítlum føroyskum flaggi. Sjálvt tá vit skuldu geva teim- um koppar, var eitt øgiligt stríð um, hvør skuldi verða fyrst. Sjálvt hetta høvdu tey ikki. Hitin var ótolandi hjá mær, og eg skilji ikki, hvussu serliga tey smáu kunnu ganga úti í so heitari sól. At síggja alt hetta, bleiv ov nógv fyri meg, so eg fór burtur frá eina løtu, meðan foreldur míni og onnur sum vóru við okkum deildu út. Eg kom so aftur at hjálpa til. Vit góvu eisini børnun- um leikur og eitt sindur av bomm, tí tey hava eisini brúk fyri onkrum góðum. Eg tosaði eisini við ymiskar familjur, sum høvdu mist simpulthen alt. Vit koyrdu so sama dagin aftur til Colombo og tók tað okkum uml. 10 tímar. Í Colombo er lítil ella eingin skaði hendur. Hjálpin kemur fram Hvat so við allari hjálpini sum er komin til Sri Lanka.? Meðan vit vóru har, sóu vit nógvar útlend- ingar so sum japanar, onglend- ingar og amerikanarar sum vóru har at hjálpa til, men trupulleikin er, at øll hjálpin fer suður til Galle og Matare, har sum singalesar búgva og har oyðileggingarnar ikki eru so stórar sum á eystursíð- uni. Stjórnin sendir alla hjálpina til síni egnu, meðan tamilar og muslimar sita uttan nakra hjálp. Sera nógvir leirar hava onga hjálp fingið enn, men øll tú tosar við á Sri Lanka siga, at bæði pengar og matur og annað er komið inn í stórum tali, men hjálpin nær ikki út til tey sum veruliga hava brúk fyri tí. Tað er so nógv komið inn, at tað er nokk til at endurbyggja alt betri enn tað var áðrenn, men har er so nógv korruptión at nógvir av pengunum fara í lumm- arnar hjá stjórnarleiðarum. Eitt dømi var, at italska stjórnin hevði sent flúgvarar við hjálp, og teir søgdu at tann hjálpin skuldi fara til norðara part av Sri Lanka, men hetta vildi stjórnin ikki, og øll hendan neyðsynjarvøran stendur enn á flogvøllinum í Sri Lanka meira enn 14 dagar eftir at hon er komin. Eftir at hava hoyrt og sæð hetta, gleddi tað meg so nógv at eg, sjálvt um eg ikki kann hjálpa øllum, kundi hjálpa nøkr- um sum hesum 67 familjum við mati og øðrum og geva teimum pengar, sum kundu varða í nakrar vikur. Eg ynskti at verða har longur, men tað bar so ikki til á hesum sinni. Sum eg havi skrivað í bløð- unum fyrr, so vildi eg investera pengarnar frá Føroyum í eitt langtíðar projekt. Eg havi tosað við ymiskar organisatiónir, men tað sum eg var mest glað fyri var CRC, sum vit skulu samarbeiða við og har vit hava fingið lovað at allur penignurin fer inn í hetta projektið. CRC hevur fingið lovað 20 børn afturat, sum hava mist alt eftir flóðalduna og tey skulu byggja eitt hús til hesi 20 børnini. Tey hava keypt jørðina har tey skulu byggja á. Tey hava nógvar aðrar ætlanir, men av tí at eg havi samlað pening inn til at hjálpa eftir flóðalduna, so fer peningurin til at byggja hetta barnaheimið. Í hesi vikuni eru tey 20 børnini komin inn á barna- heimið, so inntil tað nýggja húsið er liðugt, koma tey at deila bústað við hini børnini á Bethel barna- heiminum, sum longu er ov lítið, men tey eru glað at deila kømur og pláss. Barnaheim sum føroyskt prosjekt Við pengunum, sum nú eru komnir inn, fara vit frá endanum av februar at stuðla hesum 20 børnum við 100 US$ um árið, sum verður brúkt til klæðir, mat, skúla og sjúkrahjálp. Við endan av apríl ella mai fara tey at senda okkum myndir og upplýsingar um børnini, sum eg fari at deila við tykkum tá. Eg havi biðið CRC um at sleppa at fíggja tað nýggja barnaheimið, sum kemur at kosta uml. 350.000 kr. og at tað skal kallast "The Faroese project". Tað hava teir sagt ja til. Eisini kundi eg geva teimum eitt føroyskt flagg, sum verður hongt í tað nýggja heimið. Tað sum er hjá mær at gera nú, er at samla inn 350.000 kr. til at byggja hemið fyri og har børnini skulu búgva og byggja eina nýggja framtíð, so eg heiti á tykkum at lata upp eygu og hjarta at hjálpa eitt sindur afturat, so at vit kunnu fáa inn tær 350.000 kr. Eg tosaði eisini við tey um at føroyingar vildu koma yvir at hjálpa til við arbeiðinum, og tað vóru tey sera glað fyri. Tá alt er komið uppá pláss, skal eg geva fleiri informatiónir. Eg havi so bert til endan heilsanir frá Sri Lanka til tykkum og takka fyri hjálp og bøn. Eg persónliga takki tykkum fyri alla hjálp tit hava givið, tí uttan tykkara hjálp hevði eg onki kunnað gjørt. Um tit vilja stuðla hesum so kunnu tit seta pening inn í Føroya Banka konto nr. 162.2864. Tá tey skuldu geva børnunum kopparnar var eitt øgiligt stríð um, hvør skuldi vera fyrst. Sjálvt koppar áttu tey ikki. Alt var skolað vekk Tey gjørdu pakkar klárar við nógvum av tí, sum hoyrir til eitt vanligt húsarhald. Alt varð móttikið við gleði og takksemi til føroyingar. Saman við pakkanum fingu tey eisini eitt lítið føroyskt flagg