Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu týs- kvøldið ein kærkom- nan sigur í lands- kappingini, tá ið StÍF var og vitjaði í Havn SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur verið rættuliga drúgt millum stigini, ið kvinnurnar hjá Kyndli hava fingið til høldar í ár. Týs- kvøldið høvdu tær vitjan av strandakvinnum, sum liggja beint oman fyri havnarliðið á stigatalvuni, og tá eydnaðist tað teimum grønu úr Havn at vinna dystin og harvið nærkast StÍF á sættaplássinum í Sunset-kappingini. Ongantíð spennandi Tey flestu høvdu kanska væntað ein javnan og spennandi dyst á Hálsi týskvøldið, tí liðini hava áður spælt javnar dystir, hóast StÍF vann rættuliga sannførandi, tá ið liðini hittust á Skála seinast. Men dysturin týskvøldið gjørdist ongantíð spennandi, tí Kyndil hevði munin frá fyrsta bríksli. Heimaliðið legði seg beinan vegin á odda, og tað var bert við støðuna 0-0, at tað stóð á jøvnum í øllum dystinum. Kyndil hevði munin allan dystin, og tær bara øktu um leiðsluna, so hvørt sum dysturin leið. Kyndil hevði til dystin týskvøldið fingið fatur á onkran ógvuliga royndan leikara at styrkja sær um liðið. Talan var um Sólvá Eystberg, sum í mong ár taldist millum allarbestu kvinnuligu hondbóltsspæl- arar í landinum, og hon spældi bæði við VB, Kyndil og Stjørnuni. Tað var annars Súsanna Petersen, ið saman við Guðrun í Lágabø í málin- um, sum var mest sjónligi leikarin hjá Kyndil. Súsanna gjørdist topp- skjútti hjá heimaliðnum við níggju málum. Hjá StÍF var Súnfríð B. Jacobsen heilt stóri spæl- arin. Av teimum 19 málun- um, ið strandakvinnur fingu, skeyt Súnfríð tey 12. Kyndil-StÍF 27-19 (14-8) Kyndil: Súsanna Petersen 9, Ann-Mari Wang 5, Lotte Sørensen 4, Randi Wardum 2, Linda Weihe 2, Anja Midjord 2, Sólvá Eystberg 1, Hildur Høghamar 1, Kari-Ann Petersen 1(1) StÍF: Súnfríð B. Jacobsen 12(3), Malan Petersen 3, Paula B. Høgnesen 2(1), Rebekka Justinussen 1, Bára B. Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 3(1), StÍF 8(4) Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 3 Dómarar: Hannis og Uni Wardum Nr. 43 • hósdagur • 3. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nýggir liðfelagar til Andrew Føroyski landliðs- framherjin Andrew av Fløtum fekk mánadagin tveir nýggjar lið- felagar, og annar sigst hava ein fortíð í føroyskum fótbólti FÓTBÓLTSÚTISETI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mánadagin visti danska fótbóltsheimasíðan, www.bold.dk, at siga, at felagið hjá Andrew av Fløtum, Fremad Amager, hevur fingið tveir nýggjar leikarar. Fyrrverandi HB'ari? Talan er um ein verju- leikara og ein áleypara. Verjuleikarin er úr Let- landi og eitur Alex- andrs Roslovs, og hann spælir á lettiska U21- landsliðnum. Lettin kemur úr finska fel- agnum Hämeenlinna, har hann hevur spælt seinastu 18 mánaðirnar. Alexandrs Roslovs hev- ur tó áður spælt í Dan- mark við ávíkavíst Randers FC og FC Bornholm. Áleyparin er dani og eitur Johannes Ander- sen. Sambært www.bold.dk hevur Johannes Andersen fyrr leikt við Skjold í Dan- mark, men eftir eitt rend til HB í Føroyum, er Johannes Andersen nú aftur í Danmark og Fremad Amager. At siga, at Johannes Andersen er fyrrver- andi HB'ari, er kanska í so nógv sagt. Ungi dan- in var eitt rend í Føroy- um í fjør summar, har hann vandi við havnar- felagnum í einar tvær vikur, og hann var við í onkrum einkultum venjingardysti. Í HB mettu teir tó ikki, at danin var nóg sannfør- andi til, at teir vildu bjóða honum sáttmála. Kyndil-StÍF 27-19 (14-8) Tryggur sigur til Kyndil Kyndil var betra liðið, tá ið StÍF týskvøldið vitjaði í Havn, og havnarliðið vann ein uppibornan og kærkomnan sigur Mynd: Álvur Haraldsen Havnar Klubbi gjørd- ist seinasta viku- skiftið føroyameistari fyri lið í billard. Liðið vann stórt á Kaggan- um 2, við 16 stigum móti 2. Samtíðis spældu Klaksvíkar Billardfelag og Kagg- in 1 um 2. og 3. pláss- ið. Kaggin vann tepurt 10-8 á klaks- víkingunum, men hetta var tó nóg mikið til at tryggja liðnum silvur. Klaks- víkar Billardfelag, sum hevur vunnið gull seinastu trý árini, mátti tí hesa ferðina taka til takkar við bronsuni. Gulliðið hjá Havnar Klubba hevur verið mannað við Henrik Pedersen, Carsten Hansen og Niels Nielsen BILLARD Tíðindaskriv Tað var ikki tann stóri spenningurin í tí seinasta umfarinum í FM-kapp- ingini, nú Havnar Klubbi stóð seg so væl í teimum seinastu umførunum móti ávikavist Klaksvíkar Bill- ardfelag og Kagganum 1. Leygardagin vitjaði meist- araliðið hjá Havnar Klubba í Kagganum og skjótt stóð greitt, at »klubbamenn« stevndu beint móti gullin- um. Tá avtornaði høvdu teir vunnið allar dystirnar uttan tann eina. 16-2 var eitt uppiborið úrslit. Henrik Pedersen var sum so oftani besti spælarin við einum meðan uppá umleið 27 eygu. Síðani komu Carsten Hansen og Niels Nielsen. Á liðnum hjá Kagganum 2 vóru Heimir Ottoson, An- finn Hansen og Johannes Skaarup. Í Klaksvík megnaði Kaggin 1 eitt vinna við 10- 8. Bestur var Bjarni Skaal- um, sum vann tveir av trim- um dystum og hevði oman- fyri 25 eygu í meðal. Í høl- unum á honum var Krisjan Sune Høgensen við fýra stigum og umleið 24 eygum í meðal. Á triðja plássinum var Jan Müller við 4 stigum og 21 eygum í meðal. Hinir spælararnir vórðu Njál Petersen, Son- hard Johannesen og Stein- bjørn í Dali. Njál, sum ikki hevur verið í stødinum í kappingini, tók tó dyk á seg móti endanum og vann tveir dystir. Tað eru eini 12 ár síðani, at Havnar Klubbi var FM í billard. Tá vóru Eirikur Nielsen, Eli Zachariassen og Steingrím Samuelsen í velmaktini. Mest vinnandi liðið síðani tá hevur verið Klaksvíkar Billardfelag, sum hesuferð endaði á 3. plássinum. Ein orsøk man vera tann, at Ólavur Kjøl- bro ikki hevur verið við í ár. Hann er burturi í lestrar- ørindum. Endaliga støðan gjørdist henda: Nr. 1 Havnar Klubbi við 74 stigum, nr. 2 Kaggin 1 við 62 stigum, nr. 3 Klaksvíkar Billardfelag við 56 stigum og Kaggin 2 aftastur við 26 stigum. FM kappingin fyri stakl- ingar verður í ár spæld í Klaksvík. Innleiðandi um- farið verður í Havn 11. og 12. Mars og finaluumfarið í Klaskvík 18. og 19. Mars. Freistin at tekna seg er nú fríggjadagin. Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 4 4 - 0 - 0 479 341 138 21 2 VB 3 3 - 0 - 0 559 326 233 19 3 Neistin 4 2 - 0 - 2 490 398 92 14 4 Søljan 3 3 - 0 - 0 456 384 72 14 5 VÍF 4 1 - 0 - 3 412 422 -10 7 6 StÍF 4 1 - 0 - 3 424 490 -66 7 7 Kyndil 4 2 - 0 - 3 362 503 -121 7 8 Tjaldur 4 0 - 0 - 4 276 614 -338 0 Havnar Klubbi føroyameistari í billard