Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

The Mersey Beatles, sum allir eru úr Liver- pool, fara fríggja- kvøldið at spæla á Rex í Havn. Teir teljast millum bestu »Beatles-tribute« yvirhøvur, og hava eitt nú verið at sæð live á BBC Í BÝIN Jákup Mørk Hóast tað sjálvandi ikki ber til at savna the Fab Four aftur, so eru tó túsundtals tónleikarar kring allan heimin, sum enn halda tón- leiki teirra á lívi. Nakrir av hesum hava eisini gjørt tað til sítt livi- breyð at spæla sangir hjá Beatles – og bara hjá Beatl- es, og the Mersey Beatles er so ein av hesum bólkum. Í mun til aðrar bólkar, so hava hesir tann fyrimun, at teir eru nakað nærri ektaðu vøruni. Teir eru nevnliga úr sama øki í Liverpool, har beatlarnir komu fram á sinni, og tað er einki at ivast í, at tað er haðani, at stóri áhugin hjá teimum Beatl- unum, sum nú vitja, er íkomin. Kring knøttin Í 1998 byrjaðu hesir fýra fýrarnir at spæla saman, og tað vardi heldur ikki leingi, áðrenn fólk av álvara varn- aðust, at her búði nakað heilt serligt. Teir tóku lut í árliga »Liverpool Beatles Festival« í 1999. Ein festi- valur, sum verður varpaðar kring stóran part av heimin- um. Fyriskiparar kring allan heimin fingu eyguni upp fyri, hvat the Mersey Beatl- es stóðu fyri, og heilt skjótt var ordrabókin fylt á tremur við fyrispurningum úr øll- um heraldshornum. Ikki minst á støðum, har the Beatles upprunaliga hava spælt. Og eitt nú eru teir tað fyrsta sonevnda »Beatles- tribute«, sum hevur spælt í Kroatia. Cavern Club í Liverpool slapp eisini upp á listan hjá teimum á heysti 2001, tá hátíðarhald var fyri deyða George Harrison, og hetta gjørdu teir somikið sannførandi, at teir vórðu bidnir um at koma aftur á staðið, tá sami George skuldi havt føðingardag í november 2002. Í forsølu Plássið á hesari síðu er ov lítið til at reksa upp øll tey støð, har hesir beatlarnir hava framført tónleikin. Men eftir eitt nú hava um- boðað Liverpool á ferða- vinnustevnu í Fraklandi. Eftir at hava framført live fyri fleiri enn 40.000 áskoðarum í Liverpool og eftir at hava verið live á BBC, verður tað nú á Rex, at teir skulu á pall. Tað verður so fríggja- kvøldið, og so ræður um at vissa sær atgongumerki í góðari tíð. Hesi kunnu keypast á Kunningarstov- uni í Havn, og – um nakað er eftir til ta tíð - við dyrnar á Rex fríggjakvøldið www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Rimmar Beatles- kvøld á Rex Tað er einki at fara skeivur í, at tað eru The Beatles, sum tað heila snýr seg um, tá hesir fýra fara á pallin fríggjakvøldið