fríggjadagur 4. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 44 - 4. mars 2005
Opera í Norður-
landahúsinum
Spellbound - The
Raven Rhapsody -
ein arktisk kamar-
opera – verður
framførd í Norður-
landahúsinum 20.
mars
OPERA
tíðindaskriv
Spellbound er ein loynd-
arfull ferð í norður-
lendskum tónum til tón-
leik av Tapio Tuomela,
Kristian Blak, Hjalmar
H.
Ragnarsson,
Jón
Leifs og Sigurdur Hall-
dórsson. Framførslan er
grundað á upplivingar-
nar
hjá
regisørinum
Janick Moisan av tí
íslendsku
náttúruni,
norðurlendskum halgi-
søgum og loynidómum.
Kamaroperain sigur
frá
um
eina
unga
kvinnu, ið verður vald út
til at vera sjamanur.
Hetta er ein framførsla
við eini operasangarindu
og einum ósjónligum
ravni.
Kirkjukór
stuðlar
skótalegu
Glyvrar: Kirkjukórið í
Vestmanna og Magni
Christiansen fara leyg-
arkvøldið í næstu viku at
hava konsert til frama
fyri skótarnar á Glyvr-
um.
Herfyri varð ein kon-
sert av líknandi slagi
hildin í Kvívík til frama
fyri KFUM-skótarnar í
bygdini, sum savna pen-
ing saman til eina stóra
altjóða skótalegu í Dan-
mark í summar. Nú
endurtaka skótarnir á
Glyvrum hetta tiltakið
við somu sangkreftum,
tí at teir koma at ferðast
saman við skótunum úr
Kvívík til hesa stóru
leguna í Danmark.
Konsertin verður hild-
in í missiónshúsinum á
Glyvrum.
sb.
Barnagarðurin
liðugur í mai
Hósvík: Arbeiðið við
nýggja barnagarðinum í
Hósvík líður so mikið
væl, at hann verður lið-
ugur um slakar tveir
mánaðir.
Í barnagarðinum er
barnatalið sett til 58
børn í aldrinum 0 til 10
ár. Hann er tó ikki ald-
ursbýttur.
Sunda kommuna, sum
Hósvík er partur av, hev-
ur søkt eftir pedagogum
og
hjálparfólki
til
nýggja
dagstovnin
í
Hósvík.
Ætlanin er at taka
stovnin í nýtslu 1. mai í
ár, men størvini verða tó
sett eftir nærri avtalu.
Størvini verða sett við
einum vikuligum tíma-
tali millum 20 og 40, og
verða sett sambært gald-
andi sáttmála millum
Pedagogfelagið
og
Kommunala
Arbeiðs-
gevarafelagið.
Leiðari á stovninum er
Gitte Helledig Jørgen-
sen.
sb.
Ferðgái við SMS
Havn: Í hesum døgum
skipar Ferðslutrygd fyri
eini framsýning á Torg-
inum í SMS við heitin-
um
"Hjartarúm".
Á
framsýningini
luttaka
eisini fleiri stovnar, fe-
løg og fyritøkur.
Í samband við hesa
framsýningina
hevur
Landsverk sett upp tveir
ferðgáar í R. C. Effer-
søesgøtu uttanfyri SMS.
Hesir máta ferðina hjá
bilunum, ið koyra fram-
við. Og vónin er síðani,
at bilførarar tálma ferð-
ini, so hon heldur seg
innan fyri lógarinnar
mark.
Seinnapartin í dag
verður høvið hjá fólki at
hitta stjóran í Lands-
verk, Oyvind Brimnes
og fáa eitt prát um
ferðslutrygd og onnur
viðurskifti í landsferðsl-
uni.
sb.
– Vit dansa fyri Harr-
an, tí tað var hann
sum skapti dansin,
siga fýra trúgvandi
gentur, sum eru í
dansibólkinum
"Colour". Tær hava
royndir á palli, og
skulu næstu ferð
dansa á páskastevn-
uni seinni í hesum
mánaðinum
SAMKOMULÍV
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Keldan, Skálafjørður: Tað
er einki ljós í gongini og
heldur ikki inni í tí stóra
møtisalinum henda leyg-
ardagin á middegi.
Úr møtisalinum ljómar tó
harður rokktónleikur, men
á pallinum er eingin tón-
leikari. Har eru heldur
eingir áhoyrarar. Tónleikur-
in kemur úr einum van-
ligum fløguspælara, sum er
settur í høgru síðu á pallin-
um.
Men har – framman fyri
pallin, har er lív í. Fýra
ungar gentur eru í ferð við
at venja ein dans. Ein dans
tær sjálvar finna uppá, út
frá tí tónleikinum, sum
ljómar úr fløguspælaran-
um.
Við
alskyns
rørslum
royna tær at finna eitt fe-
lags stev og rørslur til tón-
arnar frá bólkinum Pillar,
sum framber ein sang á
enskum máli.
Tær steðga á eina løtu,
tosa síðani saman og byrja
síðani av nýggjum. Tað
vísir seg at tað er serliga ein
passaga í sanginum og
dansinum, sum gevur teim-
um høvuðbrýggj. Tær tosa
saman eina løtu um hetta,
og royna aftur. Hesa ferð
gekk munandi betri.
– Vit dansa fyri Harran, tí
tað var hann sum skapti
dansin, siga tær fýra í
dansibólkinum, sum hevur
navnið "Colour".
Tær hava verið saman í
skjótt trý ár, og venja nú
fram móti páskastevnuni,
sum í ár verður í Kelduni.
Í
danibólkinum
eru:
Tórfríð Arnfríðardóttir úr
Skálafirði, Siri Johansen av
Eiði, Anja Bjerkenes úr
Saltangará og Heidi Nón-
klett Jacobsen av Glyvrum.
– Í dag byrjaðu vit
klokkan hálvgum ellivu.
Og so plaga vit at halda á í
tveir ella tríggjar tímar, siga
tær.
Litríkur dansur
Nýggi samkomubygning-
urin hjá Kelduni í Skála-
firði hevur longu staðið
sína roynd fleiri ferðir. Og
tað fer hann aftur á gera
seinni í hesum mánaðinum,
tá
árliga
páskastevnan
verður hildin her á fyrsta
sinni.
Á páskastevnuni í ár fara
fleiri talarar og sangbólkar
at luttaka. Millum tey sum
fara at luttaka við sangi og
tónleiki - og eisini dansi - á
hesi páskastevnuni er hesin
dansibólkurin.
At hesar fýra genturnar
kalla seg fyri Colour – ella
lit – er ikki av tilvild.
– Vit vildu faktiskt hava
eitt navn sum var farvuríkt.
Og tá Gud er farvuríkur,
hildu vit at "Colour" er eitt
gott navn til okkara bólk,
siga tær fýra í bólkinum.
Her er ikki talan um ein
tónleikabólk, soleiðis sum
ein vanliga kennir tað.
Hesar genturnar spæla ikki
nakað ljóðføri og tær
syngja heldur ikki, men tær
dansa eftir tónleikinum hjá
øðrum.
– Vit halda, at ein kann
gott dansa frammanfyri
Gudi, tí tað var hann sum
skapti dansin.
– Dansurin er tí at meta
sum ein tilbiðjan til Gud,
skaparin. Tí dansa vit, siga
tær.
Hóast Colour er nýggjur
bólkur so hava tær longu
fleiri ferðir staðið á palli.
Tær vóru m.a. við á Go-
spelprix’inum, tær hava
framført í Margarinfabrikk-
ini í Havn, eins og tær hava
luttikið á Páskastevnunum
hjá samkomuni.
– Tað næsta stóra tiltakið
hjá okkum er Páskastevn-
an, sum verður her í Keld-
uni. Og tað gleða vit okk-
um til, sigur tær við ein
munn.
Orðini telja nógv
Tað verða givnar út í hópa-
tali av fløgum hvørt einasta
ár, so har er nógvur tónleik-
ur at velja í.
Men ein slíkur dansi-
bólkur sum Colour – velja
tær fyrst eftir tónleikinum,
ella eru tað orðini í sang-
inum sum telja?
– Tað byrjar við at vit
fyrst finna eitt gott lag, og
síðani byrja vit at venja. Vit
hava ongan leiðara, men
finna so líðandi fram til eitt
gott úrslit í samstarvi.
– Men tað vil so als ikki
siga, at vit ikki hugsa um
tekstin. Hann leggja vit
sera stóran dent á, siga tær
fýra.
Henda
leygardagin
í
Kelduni vóru tær farnar
undir at venja ein sang hjá
einum bólki, ið kallast Pill-
ar.
Hesin sangurin snýr seg
um at ongum skal nýtast at
skamma seg við at vera ein
trúgvandi.
– Tað er, sum teksturin
sigur tað so gott – "asham-
ed to be ashamed" yvir tað
sum vit trúgva á. Ikki
goyma tað, men vísa tað
fyri øðrum, soleiðis at vit
kunnu vera fyrimyndir fyri
hini.
Fýra litríkir dansarar
í Skálafirði
Tær fýra í dansibólkinum venja í Kelduni í Skálabotni. Hesar fýra genturnar - Tórfríð Arnfríðardóttir úr Skálafirði, Siri
Johansen av Eiði, Anja Bjerkenes úr Saltangará og Heidi Nónklett Jacobsen av Glyvrum – venja vanliga tveir til tríggjar tímar
ísenn