fríggjadagur 4. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2005
5
Bárður Nielsen má
vera politiskur
analfabetur, um hann
heldur seg kunna
sleppa væl frá at flyta
almenn arbeiðspláss
úr Vágum uttan at
verða revsaður av
veljarunum, sigur
Marjus Dam, løg-
tingsmaður, sum er í
øðini um ætlanina at
flyta Toll- og Skatt-
stovuna úr Vágum
MIÐSAVNAN
Edvard Joensen
Vágar: Marjus Dam, løg-
tingsmaður, er í luftini um
ætlanina at leggja økis-
skrivstovuna hjá Toll- og
Skattstovuni í Vágum niður
og flyta størvini til Havnar.
– Bárður Nielsen má vera
politiskur analfabetur, um
hann heldur seg sleppa væl
frá tí. Tað er beinleiðis
politiskt sjálvmorð fyri
Sambandsflokkin, um has-
ar ætlaninar gerast veru-
leiki, sigur Marjus Dam,
sum leggur dýran við, at
hann fer aldrin at ganga við
til hasa ætlanina.
Marjus Dam heldur ikki,
at Bárður Nielsen kann
hava lært nakað av søguni
og vísir til, at Edmund
Joensen í síni tíð misti ein
fólkatingssess, tí hann varð
revsaður í Vágum í sam-
band við málið um undir-
sjóvartunnilin.
– Verður hendan ætlanin
gjøgnumførd, verður tað
ikki bara í Vágum, at Sam-
bandsflokkurin
verður
smurdur av til næsta val.
Tað sama verður í Norð-
oyggjum og kanska á
Skálafjørðinum við, sigur
Marjus Dam.
Hann heldur ikki, at slíkt
hevði hent, um Karsten
Hansen sat sum lands-
stýrismaður við fíggjarmál-
um. Til tess er hann alt og
lokalpatriotiskur,
sigur
Marjus Dam.
Uppsagnir
Hóast tað verður sagt nakað
annað, so er hetta í roynd
og veru at siga fólki upp,
sigur Marjus Dam. Hann
heldur uppá, at fólk verða
tvingað úr sínum størvum,
um tey skulu til Havnar at
arbeiða.
Hann nevnir sum dømi,
at talan er um kvinnur, sum
hava smábørn og menn,
sum longu frammanundan
arbeiða í Havn. Skulu so
bæði foreldrini av oynni
longu áðrenn klokkan sjey
hvønn
morgun,
verður
úrslitið uttan iva, at annað
noyðist at gevast.
Ført verður fram, at í
staðin fyri økisskrivstovuna
skal Tolleftirlitið flytast
vestur í Vágar, og at átta
tollarar so skulu hava støð í
Vágum.
Tí er eingin fongur í,
sigur Marjus Dam, tí í
hvussu er helvtin má kort-
ini alla tíðina vera í Havn.
So har verður einki at
vinna.
Tað, sum eftir stendur, er,
at almenn arbeiðspláss
verða niðurløgd í Vágum,
og einki kemur afturfyri.
Her er talan um eini fimm-
seks
arbeiðspláss,
sum
hvørva, og tað merkist, har
lítið er til frammanundan,
sigur Marjus Dam.
– Tað er politiskur naivit-
etur at stuðla slíkum bara tí
at ein embætismannabólkur
kemur við tí, sigur løgting-
maðurin, sum leggur dent
á, at hann aldrin fer at taka
undir við hesi ætlanini.
Málið um ósemjuna í
Havnar Kirkju liggur
hjá danska Presta-
felagnum, sum ikki
vil gera viðmerkingar
til tað
PRESTAMÁLIÐ
Edvard Joensen
Málið um hjálparpresta-
starvið í Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldið liggur
hjá danska prestafelagnum,
sum hevur fingið tað frá
føroysku deildini í felagn-
um. Men haðani er eingin
viðmerking.
Sosialurin tosaði við
Hans Christian Andersen,
fyrisitingarleiðara og løg-
frøðiligan ráðgeva hjá Den
danske
Præsteforening,
men hann noktaði blankt at
gera nakra sum helst við-
merking til málið. Hann
vildi hvørki vátta ella av-
sanna, um Prestafelagið
yvirhøvur hevði fingið
málið.
Men sum skilst á for-
manninum
í
føroysku
deildini í Prestafelagnum,
hevur Prestafelagið fyri
nakað síðan fingið málið.
Málið kom fyrst til før-
oysku deildina, sum lat tað
víðari til høvuðsskrivstov-
una, tí har er jurdiski før-
leikin, sum krevst í slíkum
føri, sigur Jákup Reinert
Hansen, formaður í før-
oysku deildini.
Málið er ikki nýtt, sigur
hann. Prestafelgið hevur
eina tíð fylgt málinum tætt.
Men har vóru ymiskir
faktorar í málinum, sum
gjørdu, at tað rættiliga
skjótt varð latið høvuðs-
skrivstovuni, sigur Jákup
Reinert Hansen.
Den
danske
Præste-
forening er stórt felag við
27 deildum. Ein er í Føroy-
um. Hvør deildin velur so
ein formann, sum líkasum
er álitismaður hjá limunum
í deildini, greiðir Jákup
Reinert Hansen frá.
Bárður ger politiskt sjálvmorð
Málið er hjá Prestafelagnum
Marjus Dam, løgtingsmaður Sambandsfloksins í Vágum, er í øðini inn á partamannin Bárð Nielsen, sum ætlar at flyta almenn
arbeiðspláss úr Vágum til Havnar. Tað fara framtíðar veljararnir í Vágum at revsa hart, sigur hann
Mynd: Edvard Joensen
Málið um prestarnar í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi er
sum ein afturlatin bók hjá Den danske Præsteforening