Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 44 - 4. mars 2005 Føroyska bjargingar- tyrlan varð biðin um at bíða í Vágum meira enn tveir tímar, meðan ein skips- manning var í havs- neyð 55 fjórðingar úr Fugloynni. Nú vilja tingmenn hava eina kanning av føroyska leiklutinum, tá ið farmaskipið Jøkulfell gekk burtur í føroyskum sjógvi og seks mans sjólótust VANLUKKA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað gjørdst til eitt álvar- samt og kenslusamt kjak í løgtinginum mikudagin, tá ið ein munnligur fyrispurn- ingur frá løgtingsmannin- um Torbjørn Jacobsen var á skránni. Torbjørn Jacobsen setti landsstýrismannin við fiskivinnumálum nakrar spurningar í sambandi við bjargingararbeiðið, tá ið íslendska farmaskipið Jøkulfell sakk 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroy- um, og hetta fekk fleiri tingmenn at krevja eina kanning av føroyska leik- lutinum í bjargingini. Torbjørn Jacobsen spurdi millum annað, hví tann før- oyska sjóbjargingartyrlan ikki varð send avstað sum skjótast, eftir at neyðarkall- ið var komið, men varð bið- in um at bíða á flogvøll- inum í meira enn tveir tím- ar. Bjørn Kalsø svaraði munnliga fyrispurningin- um, men tingmenn úr fleiri flokkum kroystu hann móti einari óvildugari kanning av føroyska leiklutinum í bjargingini. Bíðaðu eftir boðum Tað var mánakvøldið 7. februar, at farmaskipið Jøkulfell, sum sigldi fyri flutningsfelagið Samskip, kom í havsneyð einar 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. Skipið sendi út eitt neyð- arkall við sjálvvirkandi DSC-skipanini – eitt so- kallað mekaniskt neyðar- kall – klokkan 19.53 hetta kvøldið. Danska vaktarskipið Vædderen og Brimil vóru stødd norðanfyri og sigldu móti vanlukkustaðnum. Eisini Tjaldrið og russiski trolarin Viktor Mironov settu kós móti uppgivnu knattstøðuni, og seinni kom eisini norski línubáturin Line Breezer á staðið. Føroyska tyrlan, sum kundi verið skjótast frammi av øllum bjargingarførun- um, varð biðin um at verða klár, men bíða eftir nærri boðum í Vágum. Hevði tyrlan farið á flog, tá ið hon var klár, kundi hon verið hálvan annan tíma fyrri frammi enn danska tyrlan. Klokkan 21.00 fór Lynx- tyrlan umborð á Vædderen á flog, og hon var frammi kl. 22.20. Tá varð staðfest, hvat var hent við farma- skipinum. Nú var føroyska sjóbjargingartyrlan send á avstað at hjálpa, og tyrlan hjá Vædderen tók fimm mans upp og flutti teir um- borð á Vædderen. Hóast øll skipini og tyrl- urnar síðani leitaðu leingi og væl í økinum, vóru hinir seks menninir ikki funnir aftur. Avmarkaðir upplýsingar Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen segði í løgtingin- um mikudagin, at hann undraðist á, at føroyska sjó- bjargingartyrlan ikki varð send avstað beinanvegin fyri at hjálpa, tá ið vandi var fyri – sum tað eisini vísti seg – at ein heil skips- manning var í havsneyð. Bjørn Kalsø, landsstýris- maður við fiskivinnumál- um, sum varðar meginpart- inum av føroysku tilbúgv- ingini, svaraði, at føroyska tyrlan varð biðin um at bíða eftir nærri boðum, tí upp- lýsingarnar um neyðstøð- una vóru so avmarkaðar. Tá ið tyrlan hjá Vædde- ren hevði staðfest, hvat var hent, var føroyska tyrlan send avstað at hjálpa. Kravdu kanning Fleiri løgtingsmenn funn- ust at føroysku tilbúgving- ini og kravdu, at ein kann- ing verður gjørd av hend- ingini, og Torbjørn Jacob- sen var langt frá nøgdur við fyrsta svarið frá landsstýr- ismanninum. – Tað er heilt ófatiligt, at mann kann skoyta so lætt yvir eitt mál sum hetta her. Tað er ikki í lagi, at mann letur tyrlan standa í Vágum við manningini umborð og bíðar í tveir og ein hálvan tíma, eftir at hava hoyrt eitt neyðarkall frá einum skipi 55 fjórðingar norður úr Fugloynni, segði Torbjørn Jacobsen millum annað. Bjørn Kalsø, landsstýris- maður, segði í fyrstu syftu einki um nakran kanning, men vísti á, at hann var nøgdur við, at Sjóbjarging- arstøðin eftirmetti allar slíkar tilburðir fyri at betra um sínar mannagongdir. Móti endanum av kjakinum segði Bjørn Kalsø tó, at tað helst var upp á pláss at kanna hendan tilburðin nærri. . Tyrlan bíðaði í Vágum meðan skipsmanning var í havsneyð Vanlukkan Mánakvøldið 7. februar sendi farmaskipið Jøkulfell út mekanisk neyðarkall. Skipið var á veg úr Liepaja í Letlandi til Reyðarfirðar í Íslandi, men kom í havsneyð umleið 55 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni. 11 mans vóru umborð á skipinum, og fimm teirra vóru tiknir upp av tyrluni hjá vaktarskipinum Vædderen. Vædderen, Brimil, Tjaldrið, russiska skipið Viktor Mironov, norska skipið Line Breezer og tyrlur leitaðu í vanlukkuøkinum, men teir funnu ikki fleiri av manningini. Seks mans sjólótust. Sentralir spurningar Viðgerðin í løgtinginum mikudagin kastaði ljós á nakrar sentralar spurningar um bjargingararbeiðið í sambandi við Jøkulfell. Millum annað hesar: • Hví var føroyska tyrlan ikki send avstað beinan- vegin, tá ið hon kundi verið nógv skjótast frammi av øllum bjargingarførunum? • Hví var føroyska tyrlan ikki send at hjálpa beinanvegin, tá ið hon er størri, kann vera longri á flogi og hevur størri motororku enn danska sjóverju- tyrlan? • Løgtingsmaðurin Jenis av Rana segði seg hava hoyrt, at danska sjóverjutyrlan bara hevði pláss fyri at taka fimm mans upp, og tí vóru ikki fleiri bjargaðir. Kundu fleiri sjómenn verið bjargaðir, um føroyska tyrlan varð send avstað beinanvegin? • Hvør hevur endaliga ábyrgdina av møguligum mis- tøkum í bjargingararbeiðnum? Farmaskipið Jøkulfell sakk norðanfyri Føroyar, og seks mans gingu burtur í vanlukkuni. Fimm mans vóru bjargaðir av donsku sjóverjutyrluni. Nú vilja løgtingsmenn hava eina kanning av føroysku tilbúgvingini í sambandi við vanlukkuna