fríggjadagur 4. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2005
7
– Føroyska tyrlan er
ein tann best útgjørda
í øllum heiminum til
júst slíka bjarging,
sum tá Jøkulfell sakk,
og tí var tað ræðuligt
fyri flogskipararnar
at sita og bíða í Vág-
um uttan at sleppa
upp í bjargingina,
sigur Hans Erik
Jakobsen, tyrluskipari
hjá Atlantsflogi
VANLUKKA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Hatta var tað ringasta,
sum kundi henda.
Soleiðis sigur tyrluskip-
arin Hans Erik Jakobsen
um støðuna, tá ið tyrlu-
manningin hjá Atlantsflogi
noyddist at bíða í meira enn
tveir tímar, áðrenn teir
sluppu upp í bjargingar-
arbeiðið, tá ið farmaskipið
Jøkulfell sakk í føroyskum
sjógvi.
Føroyska sjóbjargingar-
tyrlan hevur ein sentralan
leiklut í tilbúgvingini fyri
føroyska sjóøkið, og døgn-
ið runt alt árið eru fólk á
vakt, sum eru til reiðar at
fara at hjálpa í neyðstøðu.
Men tá ið Jøkulfell sakk
norðan fyri Føroyar fyri
einum lítlum mánaði síðani
var føroyska tyrlan biðin
um at halda seg klára, men
ikki fara avstað at hjálpa
fyrr enn nærri boð komu.
Hesi boðini komu meira
enn tveir tímar seinni.
Ræðuligt at bíða
Hevði føroyska tyrlan farið
á flog, tá ið hon var til
reiðar, kundi hon verið
næstan hálvan annan tíma
fyrri frammi á vanlukku-
staðnum enn danska sjó-
verjutyrlan.
– Tað var ræðuligt fyri
flogskipararnar at sita og
bíða í tveir tímar og ikki
føla seg verða tiknar við í
bjargingararbeiðið, sigur
Hans Erik Jakobsen, tyrlu-
skipari hjá Atlantsflogi og
leiðari fyri tyrludeildina.
Hann var ikki til arbeiðis
sjálvur hetta vanlukku-
kvøldið, men hann var
kunnaður um støðuna alla-
tíðina.
– Tað er ein sera stór og
krevjandi uppgáva at fara
út at bjarga neyðstøddum í
ringum veðrið, og hóast
flogskipararnir høvdu gjørt
seg til reiðar og høvdu
fyrireikað seg mentalt, vóru
teir noyddir at bíða í tveir
tímar. Tað var tað ringasta,
sum kundi henda, sigur
Hans Erik Jacobsen.
Heimsins besta útgerð
Sjóbjargingartyrlan
hjá
Atlantsflogi er ein sera væl
egna tyrla til bjarging.
Samanborið við donsku
sjóverjutyrluna, sum var
fyrst á staðnum, er føroyska
tyrlan størri, hon kann taka
fleiri fólk, hon hevur størri
motororku, hon kann vera
longri á flogi, og hon er
sera væl útgjørd.
– Vit hava eina av heim-
sins best útgjørdu tyrlum til
júst slíka bjarging, og tí er
tað ein stórur trupulleiki, at
tyrlan ikki varð send avstað
at hjálpa beinanvegin – ikki
minst tá ið vit sóu, hvussu
avleiðingarnar av vanlukk-
uni vóru, sigur Hans Erik
Jacobsen.
– Tað er eisini sálarliga
tyngjandi hjá flogskiparun-
um, at teir, sum hava sum
arbeiði at bjarga fólki, og
sum høvdu heimsins bestu
útgerð at brúka, ikki vórðu
sendir avstað beinanvegin,
men máttu sita og bíða við
avmarkaðum upplýsingum
um tilburðin.
Tá ið føroyska tyrlan um-
síðir var send avstað, leitaði
hon á vanlukkuøkinum í
hálvan annan tíma, men
fann ongan av manningini.
Tyrlan fór síðani aftur til
lands og lendi í Havn, tí tað
var kavaódn. Dagin eftir fór
hon so til Vágarnar og aftur
út at leita, men uttan úrslit.
– Tað var ræðuligt at bíða
við heimsins bestu útgerð
Hóast øll listafólkini
ikki sluppu við á ár-
ligu Várframsýning-
ina, er talan kortini
um eina fjølbroytta
framsýning av mynd-
um, skulpturum og
fotomyndum
MYNDLIST
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Teimum ið dáma væl før-
oyska myndlist eiga at seta
sær seinnapartin í dag av til
at fara í Listaskálan.
Í dag kl. 16 letur nevni-
liga upp árliga Várframsýn-
ingin, har íalt 16 listafólk
við sera ymiskum stílum og
ymiskum myndevnum sýna
fram verk síni.
Ein dómsnevnd hevur
frammanundan sitið og
mett um verkini, ið komu
inn til framsýningina. Íalt
25 listafólk sendu verk inn,
men bara 16 teirra eru við á
framsýningini, ið er sensu-
rerað.
- Vit í dómsnevndini hava
havt eitt trupult arbeiða at
velja hesi 16 út. Jú, tað
hevur verið sera hart, sigur
Kári Svensson, formaður í
Myndlistafelagnum.
Tað er Myndlistafelagið,
sum skipar fyri hesi Vár-
framsýningini. Framsýn-
ingin letur upp í dag og er
opin fram til páskir.
Dag og klokkutíð á
Ein treytin fyri at luttaka á
Várframsýningini er at
verkini skulu vera av
nýggjari dato, og skulu ikki
verða sýnd fram áður.
- Henda framsýningin
skal tí virka sum inspira-
sjón til listafólkini, soleiðis
at tey arbeiða við verkum
sínum fram móti hesi
framsýningini, sigur Kári
Svensson, samstundis sum
hann er í ferð við at hanga
upp nakrar málningar í
gamla salinum.
At øll verkini eru nýggj,
sæst best av at flestu verk-
ini eru eyðmerkt við árs-
talinum 2005. Eitt av verk-
unum hjá listarmanninum,
Hans Paula Olsen er kortini
so mikið nýtt, at ein næstan
kann seta dag og klokkutíð
á tað. Tað varð nevniliga
fyrst liðugt í hesi vikuni!
Hann hevur nevniliga
modellerað gitna málaran,
Ingálv av Reyni teir sein-
astu 3-4 dagarnar. Í gjár bar
so til at geva hesum verki
eitt heiðurspláss í teirri
einu
pyramiduni,
har
møguleiki er at síggja fleiri
onnur av verkunum hjá
Hans Paula.
Vegghamar
á einum veggi
Tað sum hinvegin eisini ger
hesa
framsýningina
so
áhugaverda er, at hon inni-
heldur somuleiðis 10 akva-
rellir eftir áðurnevnda Ing-
álv av Reyni.
Hann er í dag 84 ára
gamal, men hevur enn eina-
ferð víst, at handalagnum
og inspirasjónini við pensl-
inum bila einki. Hesar 10
myndirnar, sum allar eru
málaðar í ár, hanga væl fyri
á einum veggi fyri seg.
Á einum øðrum veggi
hanga fleiri myndir eftir
Arnhold Vegghamar av
Viðareiði somuleiðis væl
fyri. Og hetta hevur júst
verið eitt av hugskotunum í
ár at skapa luft í framsýn-
ingina, soleiðis at væl av
plássi er millum myndirnar.
Áhugavert er eisini at
síggja, at klaksvíkingurin,
Edvard Fuglø er við á Vár-
framsýningini
á
fyrsta
sinni.
Frakkar í garderobuni
Tá 16 listarfólk soleiðis
skulu vísa fram síni verk,
so krevst sjálvandi nógv
pláss. Og tað plássið finst í
Listaskálanum, har ein
somuleiðis hevur spjatt
verkini runt til ein stóran
part av bygninginum.
Kári Svensson er serliga
fegin um, at fleiri skulp-
turar eru við á framsýn-
ingini, soleiðis at ein eisini
fær gjørt nyttu av tí stóra
gólvplássinum í Listaskál-
anum.
Júst hetta fær ein eisini
gjørt enn betri - fyri ikki at
siga fulla! - nyttu av við
málningunum hjá Sigrun
Niclasen av Eiði. Á fram-
sýningini hevur hon m.a.
hevur tríggjar málningar í
eini røð, sum hon kallar
"Frakkar".
Og rætt gitt – hesir hanga
úti í garderobuni!
– Tað er ein sera stór og krevjandi uppgáva at fara út at bjarga neyðstøddum í ringum veðrið,
og hóast flogskipararnir høvdu gjørt seg til reiðar og høvdu fyrireikað seg mentalt, vóru teir
noyddir at bíða í tveir tímar. Tað var tað ringasta, sum kundi henda, sigur Hans Erik Jacobsen,
flogskipari
Ein vegg í part
– Tað hevur verið hart at velja út hesi 16 listafólkini á framsýningini, sigur Kári Svensson, formaður í Myndlistafelagnum, - her
umgyrdur av tveimum verkum eftir Edvard Fuglø
Mynd: Jens Kr. Vang