Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ì 2010 skal Vágur verða í fremstu røð. Tað er endamálið við eini víðfevndari menningarætlan, sum fer av bakkastokki í kvøld MENNINGARÆTLAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Visjón 2010. Tað er heitið á eini stór- fingnari menningarætlan fyri Vágsbygd. Endamálið við hesi menningarætlan er líka stórfingið, sum navnið á henni. Og tað er, at í 2010 skal Vágur verða í fremstu røð. Hetta málið skal røkkast við einum neyvum og mið- vísum samstarvi ímillum Vágs Kommunu, fyritøkur, stovnar, felagskapir, áhuga- bólkar og einstaklingar í Vági. Í eina tíð hava Vágs Kommuna og gransking- ardepilin fyri økismenning lagt menningarætlanina til rættis. Og startskotið til hesa menningarætlan verður lat- ið av í kvøldklokkan 18, tá ið almennur fundur verður í Framtíðini í Vági, har tey fara at greiða frá ætlanini. Ein leiðslubólkur er sett- ur at stíla fyri og í honum sita býráðspolitikararnir, Kirstin Strøm, borgarstjóri, Ásgerð Stenberg, varaborg- arstjóri og býráðslimirnir Jógvan Krosslá og Sølvi Andreasen. Sostatt er ein býráðslimur fyri hvønn flokk við í leiðslubólk- inum. Afturat teimum eru so Dennis Holm í gransking- ardeplinum fyri økismenn- ing og Annlis Bjarkhamar í leiðslubólkinum. Skapa samstarv og byggja brýr Talan er um eina menn- ingarætlan í 18 punktum. Talan er um 18 verkætlanir, sum ymsir bólkarskulu arbeiða miðvíst við hesi komandi fimm árini. Hvør bólkur fær ein ítøkiligan arbeiðssetning at arbeiða við og her er talan um verkætlanir á øllum samfelagsøkjum, bæði á vinnuliga økinum, kommu- nala økinum og mentanar- liga økinum. – Skal fólkið trívast í ein- um øki, er tað sjálvsagt neyðugt at hava arbeiðs- pláss, bæði til faklærd og til ófaklærd. Men mentanar- tilboð og frítíðartilboð ann- ars eru eisini neyðugir fyri at skapa trivnað í einum øki og fyri at fáa fólk at støðast, sigur Annlis Bjarkhamar sum er samskipari í leiðslu- bólkinum, til rættilig gongd er fingin á arbeiðið. Tey eru eisini sannførd um, at tað hevur alstóran týdning, at so nógv fólk sum gjørligt taka lut í teim- um ymisku verkætlanunum og tí vóna tey, at so nógv, sum gjørligt møta á fundin- um í Framtíðini klokkan 18 í kvøld. – Vit vóna sjálvsagt at so nógvar vágbingar sum gjør- ligt við vitan á ymsum økj- um, eru sinnaðir at verða við í verkætlanini og vilja vera við í teimum ymsu arbeiðsbólkunum, sigur Annlis Bjarkhamar. – Endamálið við allari menningarætlanin er at fostra nýggj hugskot, at nýggjar verkætlanir síggja dagsins ljós, at nýggj sam- størv verða ment og at brýr verða bygdar millum vinn- una, felagsskapir, áhuga- bólkar og einstaklingar í Vági. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sigur, at Bý- ráðið er farið at arbeiða við hesi ætlanini, tí tað er neyð- ugt at vágbingar sjálvir taka stig til at venda gongdini og ikki sita hendur í favn. – Tað er ikki yvir at dylja, at Vágbingar hava ikki so gott orð á sær, tí nógv halda, at vit bara grenja. Tí má ímyndin av Vági broyt- ast og tí er tað neyðugt at vit sjálvi taka stig til at venda gongdini, sigur borg- arstjórin. – Vit mugu sjálvi ávirka framtíðina, tí vit kunnu sita afturá og bara bíða eftir at onkur annar tekur neyðugu stigini fyri okkum, leggur hon afturat. Nú verður nógv tosað um samstarv ímillum komm- unur og ímillum vinnulív. Hví verður ein slík menn- ingarætlan ikki gjørd fyri alla oynna? – Tað er neyðugt virka í lokaløkinum, men tað er ongin sum forðar teimum ymsu arbeiðsbólkunum at fara útum kommunumark og enntá útum landodd-ar- nar, fyri at skapa samstarv, sigur Kirstin Strøm Bech. Hon vónar, at vágbingar halda seg framat og melda seg til at vera við í arbeið- num. 8 Nr. 44 - 4. mars 2005 Bjarni Djurholm hevur nú biðið Løg- tingið um loyvi at fara undir arbeiðið at gera Hovstunnilin. Fyrst í september skal vera klárt at bora HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Málið um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov í Suðuroy er lagt fyri løg- tingið. Ætlanin hevur alla tíðina verið at tunnilin skal gerast, men áðrenn arbeiðið kann setast ígongd, má Løgtingið geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild til at seta arbeiðið í verk. Tí legði Bjarni Djurholm týsdagin eina verklagslóg fyri Løgtingið, har hann biðjur um loyvi til at gera Hovstunnilin og tilhoyrandi vegir og at brúka í mesta lagi 150 milliónir krónur til endamálið. Fáa betri tunnil Tankin um tunnil ímillum Suðuroy og Hov, er ikki heilt nýggjur. Í seinnu helvt av nítiárun- um vórðu jarðfrøðiligar kanningar og royndarbor- ingar gjørdar í økinum, og útfrá úrslitinum av teimum, var ein linjuføring stungin út í kortið. Í 2001-2002 vórðu tunnil og vegir báðumegin við projekterað, og tá var ætl- anin at gera inntøkini í 2002. Men hetta varð av ong- um, tí áðrenn gongd kom á arbeiðið, var tankin setur fram um eina nýggja linju- føring væl lægri í lendin- um, men í einum jarðfrøði- liga truplum øki. Men av tí at henda linju- føring bæði samfelagsliga og ferðslutekniskt liggur betri, og at tøknin er nógv ment, varð avgjørt at kanna nýggju linjuføringina í samstarvi við jarðfrøðingar og aðrar ráðgevarar. Neyðugar forkanningar og metingar vórðu gjørdar í nýggja økinum í 2004 og út- frá tí varð so ein nýggj linju- føring stungin út í kortið. Projekteringin er farin fram í endanum av 2004 og byrjanini av 2005. Tunnilin 2.437 metrar langur Nú tunnilin skal gerast, er talan um eina verkætlanin upp á tilsamans 4.677 metrar av tunli og vegum. Sjálvur tunnilin verður 2.437 metrar langur. Men Øravíkarmegin skulu 1.790 metrar av vegi dagførast og gerast av nýggjum og Hovsmegin skulu 450 metr- ar av vegi gerast av nýggj- um. Øravíkarmegin verður innslagið í Tjaldarvíks- brekkum og Hovsmegin undir hamarinum við Torvsheygg, sum er einar 200 metrar í ein útnyrðing, har landsvegurin fer um Hovsá. Tunnilin verður 9,5 met- rar breiður í neðra og veg- urin í honum verður 7 met- rar breiður. Vegirnir til tunnilin vera 7 metrar breiðir við 1,25 m breiðari vegøksl á hvørjari síðu. Arbeiðið at gera tunnil og vegir skal bjóðast út. Bjarni Djurholm sigur, at ætlanin er at útbjóðingartilfarið skal vera liðugt mitt í apríl og fyrst í september skal tað verða klárt at byrja upp á sjálvan tunnilin. À fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir krónur settar av til endamálið. Tað stóra takið verður næsta ár, tá ið tað verður neyðugt at seta 75 milliónir krónur av til ar- beiðið, men so verður aftur neyðugt at seta 44 milliónir av í 2007. Løgtingið fer at viðgera málið í næstum. Tunnilin ímillum Hov og Øravík lagdur fyri løgtingið Fyri at tað skal ganga so skjótt sum gjørligt, eru longu fleiri hol grivin Øravíkarmegin at kanna lendið fyri at vita akkurát, hvar tað er frægast at gera inntakið til tunnilin. Hetta arbeiðið varð gjørt í farnu viku Vágur skal vera nummar eitt um fimm ár 18 verkætlanir Tær 18 verkætlanirnar, sum skulu fáa Vág í fremstu røð aftur um fimm ár, eru: • Vágur skal vera miðdepilin fyri sjóvinnutænastur • Lokal førleikamenning • Bøta um ímyndina av Vági • Styrkja um tænastur og tilboð til ferðavinnuna • Ferðavinnuverkætlan: Jo- hanna TG 326 • Betri og fjøltáttað ment- anar- og frítiðartilboð • Vágur á Føroyakortið • Samstarv millum fiskiskip, fiskaframleiðarar og fiska- útflytarar • Vágur, reinasti býur í land- inum 2008 • Menning av skúla- og útbúgvingartilboðum • Ein tryggan og mennandi uppvøkstur • Styrkja tilknýtið hjá ung- dóminum til Vág • Hugskotsfundir: Nýggjar vinnur, gongd á aftur • Ígongdsetararstuðul og Vinnuráðgevingarstova • Fjøltáttað frítíðarundirvísing • Støðug betran av kommu- nalum tænastum • Kappróðrarneyst og Grindabátasavn • Fjøltáttað tilboð til børn og ung: Framhald av verkætlanini Skapandi Spírar – Skal gongdin í Vági vendast, mugu vábgingar sjálvur gera og tað er neyðugt at arbeiða á øllum økjum bæði á vinnuliga, mentanarliga og kommunala økinum, sigur Annlis Bjark- hamar, sum verður samskipari fyri menningarætlanina, til gongd er fingin á arbeiðið