fríggjadagur 4. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2005
9
Anfinn fer at nýta
lobbyvirksemi
Anfinn Kallsberg vil fegin hjálpa løgmanni
við málinum um heimildarlógina. Hann fer
at nýta sítt tilknýti til politisku topparnir á
Christiansborg, sigur hann
HEIMILDARLÓGIN
Marjun Dalsgaard
Krókapolitikkur verður tað kallað í skemti, stendur í
Donsk - Føroysku orðabókini, sum Føroya Fróðskap-
arfelag gav út í 1995. Á donskum "lobbyisme" og til
krókatutl er Anfinn Kallsberg fúsur.
- Eg kenni nógv fólk, ið hava stóra ávirkan, og eg
fari heilt sikkurt at brúka tað í hesum málinum, sigur
Anfinn, spurdur um, hvat hann fer at gera, nú løg-
maður hevur heitt á hann og Høgna Hoydal um at
steðga grønlendsku heimildarlógini ið at verða sam-
tykta, áðrenn samráðingarnar millum landsstýrið og
donsku stjórnina eru lidnar.
Fyrrverandi løgmaðurin vil fegin hjálpa tí núver-
andi.
- Eg haldi, at tað er fínt, at løgmaður heitir á okkum,
nú málið er komið í fólkatingið - og eg eri púra samdur
við Jóannes Ejdesgaard í hesum, sigur Anfinn Kalls-
berg. Hann vil tó ikki siga meira um, hvussu hann ferð
at arbeiða í krókunum, bert at hann gjøgnum sítt pol-
itiska tilknýti til stjórnarflokkin, Konservativa Fólka-
flokkin og gjøgnum persónligt vinarlag við nógvar
gamlar rottur á Christiansborg fer at hála í nakrar
træðrir.
- Eg fari at nýta lobbyvirksemi - møguliga til at
ávirka ráðharrar, sum hava við lógina at gera antin til
at broyta hana innihaldsliga, ella leggja hana til síðis
eina tíð, sigur Anfinn Kallsberg, sum ætlar sær niður á
Christiansborg í sambandið við málið um grønlendsku
heimildalógina. Anfinn Kallsberg heldur tó ikki, at
lógaruppskotið beinleiðis er brot á demokratiska
mannagongd.
- Hatta er eitt lógaruppskot, sum viðvíkir Grønlandi,
og tað kemur sum so ikki okkum við - ein lóg, sum er
kunngjørd í Grønlandi, kann aldri vera bindandi fyri
Føroyar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann heldur tó at
mannagongdin í prinsippinum er skeiv, nú Føroyar eru
nevndar í lógaruppskotinum, og uppskotið verður lagt
fram, hóast at løgmaður hevur heitt á forsætismálaráð-
harran um at bíða við tí.
Biðja Fogh bíða
Norðuratlantsbólkurin heitir nú á danska forsætis-
málaráðharran um at bíða við uppskotinum um grøn-
lendsku heimildarlógina
Tey trý umboðini í Norðuratlantsbólkurin hava nú
heitt á danska forsætismálaráðharran um at bíða við at
leggja grønlendska lógaruppskotið um uttanríkispolit-
isku heimildarlógirnar fyri fólkatingið.
Í skrivi til Anders Fogh Rasmussen í dag siga Høgni
Hoydal, Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist, at tað
er í stríð við fólkaræðisligar meginreglur, at grøn-
lendska lógaruppskotið eisini inniheldur ásetingar um
Føroyar, uttan at samráðingarúrslit millum føroyskar
og danskar myndugleikar fyriliggur.
Norðuratlantsbólkurin heitir tí á forsætisráðharran
um at bíða at við at leggja grønlendska lógaruppskotið
fyri fólkatingið, inntil samráðingarúrslit fyriliggur
millum donsku og føroysku stjórnina.
- Eg kenni nógv fólk, ið hava stóra ávirkan, og eg fari heilt
sikkurt at brúka tað í hesum málinum, sigur Anfinn
Kallsberg
- At lógaruppskotið
um grønlendsku
heimildarlógina er
lagt fram merkir ikki,
at tað er samtykt, vit
fara at royna at fáa
viðgerðina útsetta, til
vit hava fingið sam-
ráðingarnar við danir
uppá pláss, sigur
Jóannes Ejdesgaard
HEIMILDARLÓGIN
Marjun Dalsgaard
Lógaruppskotið,
sum
Anders Fogh Rasmussen
legði fram beint eftir at
fólkatingið kom saman
aftur eftir valið, skuldi ikki
verið komið so langt, var
tað upp til ein breiðan
meirluta
av
føroysku
politikarunum. Hetta vistu
danir - millum annað Per
Stig Møller, ið var í Før-
oyum fyri stuttum, og tí
kom tað helst óvart á løg-
mann, at forsætismálaráð-
harrin legði uppskotið fram
aftur, sum var fallið burtur,
tá fólkatingsvalið varð út-
skrivað.
- Tað kann henda, at eitt
lógaruppskot, verður lagt
fram aftur beinanvegin
eftir, at tingið kemur saman
aftur, og tí sendu vit bræv
til forsætismálaráðharran,
men burtursæð frá tí hava
danir leingi vita, hvar vit
stóðu, sigur Jóannes Ejdes-
gaard. Hann heldur ikki, at
tað er rætt, tá Høgni Hoydal
sigur seg hava gjørt vart við
hetta leingi.
- Høgni Hoydal hevur
sent eitt bræv til mín, sum
er dagfest 14. januar, tríggj-
ar dagar áðrenn eg sendi
brævið til forsætismálaráð-
harran avstað. Áðrenn tað
hevur hann ongantíð ser-
stakt nevnt tann trupul-
leikan við lógini, sum ligg-
ur til grund fyri, at vit ikki
vilja hava at lógin kemur
fyri tingið nú - nevniliga, at
Føroyar verða nevndar í
lógini - Høgni hevur bert
sagt, at hann var ímóti eini
heimildalóg, sigur Jóannes
Ejdesgaard.
Útseta viðgerðina
Hetta, at lógaruppskotið er
lagt fyri tingið, merkir ikki,
at allar súðir eru syftar.
- Vit kunnu fáa viðgerð-
ina av lógaruppskotinum
útsetta, so lógin ikki verður
viðgjørd, fyrr enn vit hava
eitt betur úrslit uppá pláss
fyri Føroyar. At eitt lógar-
uppskot verður lagt fram,
merkir ikki, at tað er sam-
tykt, sigur løgmaður og
leggur aftrat, at hann held-
ur, at tað er eitt sindur
óheppið, at leggja seg í
vegin fyri eini lóg, sum
grønlendingar
ynskja.
Besta loysnin hevði helst
verið um føroyingar og
grønlendingar fingu somu
sømdir, og tað kann enn
lata seg gera.
- Hans Enoksen skrivaði
til mín, at um føroyingar
fáa eina betur loysn, vilja
grønlendingar gjarna skriva
broytingarnar inn í lógina
viðvíkjandi Grønlandi, sig-
ur Jóannes Ejdesgaard.
At lógaruppskotið fyri
Grønland er komið fyri
tingið í verandi líki kann tó
vera eitt tekin um, at danir
ikki eru sinnaðir at gera
eina lóg við víðari heim-
ildum enn tað, sum stendur
í grønlendska uppskotin-
um. Men hetta fer lands-
stýrið ikki at góðtaka, sigur
løgmaður.
- Fáa vit ikki eina betur
loysn, enn hesa vit síggja í
tí grønlendska uppskotin-
um, verður eingin lóg
gjørd, sigur hann. Ístaðin
kunnu vit arbeiða eftir eini
avtalu - ein avtala er ikki
líka bindandi og kann
toyggjast. Tað er soleiðis
føroyingar hava fingið tað
praksis, sum vit hava, sigur
løgmaður. Hann heldur
ikki, at lógaruppskotið fyri
í Grønland í roynd og veru
kann binda føroyingar - tó
tað møguliga kann binda
Grønland til at vera samt
við okkum í sambandi við
altjóða samráðingar.
Ikki bindandi
Hallgir W. Poulsen, ser-
frøðingur í fólkarætti held-
ur ikki at lógaruppskotið
viðvíkjandi Grønlandi er
bindandi fyri Føroyar.
- Tað er heilt burturvið,
um ætlanin við lógini er at
binda føroyingar til at vera
samdir við grønlendingum,
hvørja ferð bæði londini
samráðast í altjóða høpi,
ofta eru vit ósamd í sam-
ráðingum um fiskivinnu
o.s.fr. sigur Hallgir W.
Poulsen og leggur aftrat, at
um tað er ætlanin við lógini
mugu
føroyingar
gera
dundrandi mótstøðu.
- Heimastýrislógin er
ikki ein vanlig lóg, men ein
politisk avtala - hana kanst
tú ikki broyta við eini van-
ligari lóg uttan at spyrja
føroyingar fyrst, og eg kann
ikki ímynda mær, at tað er
ætlanin við hesum, sigur
hann. Hallgir W. Poulsen
heldur sum heild ikki, at
heimilardarlógin er nakað
at rópa hurrá fyri.
- Hetta er ein løgin lóg -
umfatar alt millum himmal
og jørð, og eg dugi ikki at
síggja, at hon gevur nakrar
sømdir, sum vit ikki hava
havt fyrr. Hann heldur ikki
nakað standa í vegin fyri, at
føroyingar fáa eina víðari
heimildarlóg enn grønlend-
ingar.
- Vit hava fyrr fingið bet-
ur úrslit við samráðingar-
borðið enn grønlendingar
eitt nú í sambandi við
undirgrundarmálið, og tað
kunnu vit eisini fáa nú,
sigur hann. Kortini vil hann
ráða til at vera varin við at
lóggeva á økinum.
- Vit hava eina skipan,
sum hóast alt riggar, og um
ein lóg ikki heilt greitt
gevur víðari heimildir, skalt
tú nokk vera varin við at
lóggeva, sigur Hallgir W.
Poulsen.
Løgmaður:
Allar súðir ikki syftar
– Fáa vit ikki eina betur loysn, enn hesa vit síggja í tí grønlendska uppskotinum, verður eingin lóg gjørd, sigur løgmaður