Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 44 - 4. mars 2005 Tingið hevur júst viðgjørt eitt uppskot um at seta niður ein serfrøðingabólk, ið skal kunna eftirgeva skuld til tað almenna. Sum skilst er hetta m.a. skuld hjá fólki, ið settu pengar í partreiðarí og MVG skuld. Viðvíkjandi generellari skuld, so er óskilligt, hví landið ikki heldur umhugsar at fáa til vega lógar- heimild til at selja hesa skuld til onnur, ið duga betur at krevja inn, sosum t.d. bankar. Eisini er eitt sindur løgið at vilja eftirgeva, eftir at inntøkurnar generelt hava verið høgar i samfelagnum seinnu árini. Kanska burdi hetta júst gjørt, at man gjørdist eitt sindur meira íðin í at royna at fáa nakað av hesari skuldini inn. Er tað ikki eitt sindur suspekt, at eftir- geving skal kroystast ígjøgnum eftir nøkur ár við methøgum inntøkum? Viðvíkjandi MVG skuld, so eigur einki at avskrivast per prinsipp, hóast okkara MVG skipan uppá ongan máta er fullkomin, men tað er nú einaferð so, at man má virða tær skipanir og lógir, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi. Ein handilsrekandi, ið krevur inn MVG, ger hetta fyri landið. Um viðkomandi ikki betalir víðari, so hevur hann stolið pengar, ið landið og harvið skattgjaldarin eigur. Hugsið tykkum, um eitt postboð, ið fær ein pensiónskekk at bera víðari til ein pensionist, letur vera við at levera kekkin, men stappar hann í lumman ístaðinfyri. Tað er eingin ivi um, hvat hevði hent í hesum førinum. Hví skal tað verða øðrvísi við teimum, ið lata vera við at bera MVG peningin víðari? Eitt argument, ið hevur verið nevnt, er, at feløgini, ið talan er um, eru farin á heysin, og tí ikki eru til longur. Hetta átti ikki at hildið landinum aftur. Í partafelagslógini er ein heilur kapittul um ábyrgd hjá stjórn og nevnd. Fíggjarmálaráðið átti at valt tann størsta syndaran í MVG eftirstøðu út, og stevnt stjórn og nevnd í felagnum, sum skyldar peningin, sum eitt prinsippmál. Um dómur fall til fyrimuns fyri Fíggjarmálaráðið, soleiðis at stjóri og nevnd kunnu ábyrgdast fyri peningin, ið ikki var borin víðari, so fekk landið ongantíð nakran trupulleika við MVG eftristøðu aftur. Fer landið harafturímóti at efturgeva MVG skuld, so vil hetta undirminera moralska fundamentið undir okkara MVG skipan. Moralurin fyri partafeløg vildi so verið: skyldið sum mest av MVG, áðrenn tit renna partafelagið á heysin, tí hetta verður eftirgivið kortini, tá nøkur ár eru farin. Tað skal verða okkara áheitan á Fíggjarmálaráð- harran, at hann roynir eitt prinsippmál um ábyrgdina hjá stjórn og nevnd í partafeløgunum, ið skylda MVG, óansæð um hetta felag er til meir ella ikki. Hetta skyldar Landstýrið skattgjaldarnum. Lands- stýrið skyldar ikki teimum nakað, ið hava eftirstøður í MVG ella aðrari skuld. Tað er bókstaviligani sæð beint øvugt, hóast uppskotið um eftirgeving kundi bent á, at onkur meinar nakað annað. DAGSINS MEINING Sosialurin Stevn stjóra og nevnd! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Birgir Hansen Limur í Havnar Arbeiðsmannafelag Eg havi skrivað nógv við a- tliti til arbeiðsmarknaðir /viðurskifti/arbeiðskor/bíli gu arbeiðsmegi/ófaklærdu /faklærdu/útlendska ar- beiðsmegi/tann rikna fa- milju/vina/kenningapoli- tikkin? Arbeiðsleysu/tøku limir, ið arbeiðarafeløgun- um fái gjørt vart við tykk- um hjá fakfelagsleiðarum/ nevndarlimum & á aðal- fundum/limafundum, so tit øll kunnu sleppa til arbeiðis í dag? Tað er ikki ráðiligt hjá arbeiðsgevarum at hava eina óstøðuga arbeiðsmegi, tey ungu ið bert arbeiða stutta tíð fyri at etablera seg at fara uttanlands at lesa í og uttan fyri Norðurlond í dag? Eg kann siga tykkum, hetta er teirra støða, ið leggur arbeiðsleysu/tøku fótin fyri at sleppa út á ar- beiðsmarknaðir øllum teim ófaklærdu út í hvørjari kommunu, í oyggjasamfe- løgum í dag? Vit kunnu sleppa av við arbeiðsloysi, sleppa av við bíligu óstøðugu arbeiðs- megi, ið ikki tímir at ar- beiða í flakavinnuni í dag. Hví nýta arbeiðsgevarar slíkar móti limum í feløg- unum? Vit hava áður kunn- að rikið øll virkir við atliti til fiski- & útróðrarvinnu uttan hesa bíligu, óstøðugu arbeiðsmegi & útlendska, ið skal við lønarsamráðing- um fáast av arbeiðsmarkn- aðum? Hví kunnar ALS- & Almannastovu-skipanir ikki innlendis málaráðið støðuna hjá arbeiðsleysu /tøku ófaklærda/faklærda & hvat við føroyingum, ið vilja flyta aftur til heim- landið? Vit kunnu ikki fylla kommunur við útlendskari arbeiðsmegi& flóttafólki & teim, ið koma til landið, sum vanlig ferðafólk, ið síðan fáa samband við før- oyingar, ið hjálpa teim at etablera seg? Hesi skulu ikki hava arbeiðs- & uppi- haldsloyvi, tá arbeiðsloysið fer at økjast við nógvum sparingum, ið fara at verða framdar. Hvar er solidari- tetur & samanhald í ar- beiðarafeløgunum? Tað er avgerandi neyðugt at fáa veruligt kjak millum manna úti í kaffistovum á arbeiðsplássum & eftir lokna arbeiðstíð skal øllum lønmóttakarum vera lív lagað í komandi árum? Eg havi lagt til merkis øll, ið farin eru tvørtur um øll fakmørk, ið eg havi funnist harðliga at í lesarabrøvum í bløðum, bæði óheft/heft at arbeiðarafeløgum & ar- beiðsgevarafeløgum? Eg havi áður alment funnist harðliga at fakfelagsleiðar- um/nevndarlimum, ið ikki fáa steðgað slíkum fakfe- lagsruðuleikum, ið ein tekur upp aftur & framíhjá- rættindi teirra í dag? Arbeiðsmarknaðarstøðan í Føroyum? Tormóður Stórá formaður í nevndini fyri Føroyahúsið í Keyp- mannahavn Starvsnevndin fyri Føroya- húsið í Keypmannahavn dittaði sær at gera nakrar viðmerkingar til eina grein, sum Ólavur á Heygum hevði í bløðunum herfyri, har hann kom við ymiskum ógrundaðum skuldseting- um í sambandi við Ólav- søkuhaldið í Keypmanna- havn í fjør. Maðurin hevur nú aftur trivið í pennin, ikki fyri at svara nevndini, men við einum persónligum aftur- svari til undirritaða, ið sum formaður í nevndini hevur lagt navn til. Veit meg ikki hava nakað persónligt útistandandi við mannin, men vorðið sum skotsmál at fáa frá honum. Í vavgreytinum hann bryggjar saman, verði eg á fáum linjum skýrdur sum ein, ið ikki dugir betri at lesa enn illimaður, ikki havi virðing fyri stevnufyrireik- arum, farið skeivur, ikki haldi meg til evnið, tvætli, fylgi illa við, komið við ov bíligum útsagnum, ikki haldi meg til evnið einaferð afturat, havi manglandi føling við hvussu fólk fyri- reika, at eg ikki eri óheftur, ikki eri høvd men hali, eri einvísur, farið skeivur eina- ferð afturat og allarhelst ikki lesi fundarfrágreið- ingar. Fyri at undirbyggja sínar útsagnir fýrir hann ikki fyri at endurgeva skeivt úr grein okkara og koma við nýggjum rongum útsagnum um okkurt tiltak Føroyahúsið hevur verið við í. Einar tvær ferðir má hann undirstrika, at tað er hann, sum situr inni við "sannleikanum", og at tað er hesin, sum ikki verður toldur. Á slíkum støði má mað- urin sleppa at tjakast einsa- mallur ! At hesar linjur hóast alt verða skrivaðar kemst av, at hann í aftursvarinum til mín persónliga eisini in- sinuerar, at okkurt er galið við tí fíggjarligu síðuni av Ólavsøkutiltakinum og spyr hví ongin almennur rokn- skapur er og hvat varð av avlopinum. Heldur ikki í hesum førinum hevur hann ómakað sær at spyrja seg fyri á røttum staði. Rokn- skapurin fyri Ólavsøku- haldið varð avgreiddur í septembur mánaða 2004, latin relevantu pørtunum og fyrireikingarbólkurin hevur eisini tikið støðu til hvat avlopið skal brúkast til. Eisini ivast maðurin í, um umboðsráðið í heila tikið hevur nakað eftirlit við Føroyahúsinum. Til hetta er at siga, at umboðs- ráðið til eina og hvørja tíð kann geva sína meining til kennar um virksemi í hús- inum og velja nýggjan for- mann, - men tað hava tey so ikki mett neyðugt tey sein- astu tíggju árini. Frá mínari síðu verður við hesum sett punktum í Ólav(søku)málinum. Høvd og hali