fríggjadagur 4. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2005
11
Áheitan á
landsstýris
mannin í
fíggjar-
málum
Norðoya
Sambandsfelag
Norðoya Sambandsfe-
lag kann als ikki góð-
taka, at almenn ar-
beiðspláss verða flutt
úr norðoyggjum inn á
meginøkið, serliga ikki
í hesum døgum tá
fiski- og alivinnan
hevur tað trupult.
Felagið ber ótta fyri
at avgerðin hjá lands-
stýrismanninum um at
steingja økisskrivstov-
una hjá Toll og Skatt í
Klaksvík kemur at
lækka tænastustøðið til
borgararnar í norð-
oyggjum.
Heitt verður tí á
landsstýrismannin um
at endurskoða ætlanina
við atlitið til orðingar-
nar um økismenning í
samgonguskjalinum.
Jákup Danielsen
Nú standa so sáttmálasam-
ráðingar aftur fyri durum
og nevndir í arbeiðarafe-
løgum og almennum fakfe-
løgum gera seg til reiðar at
samráðast um prísin fyri
arbeiðsmegina.
Feløgini
spyrja sínar limir um hvat
tey halda eru røttini málini
at taka upp til slíkar sam-
ráðingar og eru svarini sum
oftast kend frammanundan,
nevniliga hægri løn, styttri
arbeiðstíð ella longri frítíð
og eftirlønin.
Og einki ringt um tað.
Nevndirnar í feløgunum
lata boðini fara spakuliga út
hvat roknast kann við til
samráðingar og arbeiðsgev-
arin svarar aftur sum van-
ligt at teir kunnu ikki lata
fleiri lønarkrónur, versn-
andi kappingarføri og al-
tjóðagering og at fyri teirra
viðkomandi má lønin helst
fara niður.
Also, ár undan ári koyrir
sama pláta við sama lag-
num á gamla plátuspælar-
anum.
Og hóast sagt verður, at
vit ikki skulu kappast við
kinverjar, tí teirra prísur
fyri arbeiðsmegina er lægri
og hartil so lágur at tað
loysir seg at senda teimum
fisk til tilvirkingar og fáa
hann sendandi aftur, fyri
síðani at flyta hann til keyp-
aran, so siga vit, at vit ætlað
at vera tey vit eru og at vit
eru nakað meiri og øðrvísi
enn teir.
Somuleiðis siga vit, at
føroyingar alla sína tíð
hevur livað av fiski bæði til
matna og at selja og at vit
hava víst við okkara dirvi
við at finna fiskileiðir og at
vit hava royndir, at vit hava
ein góðan flota og annars
hvussu dugnalig vit eru.
Vælferðarsamfelagið,
við góðari hjálp frá dønum,
hevur givið okkum góðar
møguleikar fyri at senda
fólk til m.a. Danmarkar og
har kunnu fáa góða útbúgv-
ing. Og eftir eru so tey —
lønarbeiðarnir — sum onga
ella lítla útbúgving hava
bæði á privata og almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Í tí almenna hendir tað, at
fólk við góðari útbúgving,
men í byrjanini við lítlum
og ongum arbeiðsroyndum,
kunnu søkja størv í al-
mennu umsitingini til eina
munandi hægri løn enn
vanligu skrivstovufólkini
og tað tykjist ikki verða
nakað mark fyri hvørji
størv nú skulu hava hægri
útbúgvingar fyri yvirhøvur
at koma upp á tal fyri at fáa
tey.
Í tí privata fækkað størv-
ini av ófaklærdum og er
hetta eisini tann lønarbólk-
ur sum skjótast nærkast
ALS skipanini, tá illa
gongst í hond.
Og hóast tað er vælmeint,
hvussu ber tað til, at hægri
løn er ovast á raðfestingar-
listanum. Er tað tí at breyð-
ið er so dýrt, er tað tí at
sethúsaprísir og rakstur av
húsum annars er so beist-
aktiga dýrur ella eru krøv-
ini til almenna luttøku í
tænastuveitingini til okkara
ov dýr?
Hevur tað nakað við tign
og at verða í rætta selskap-
inum at gera, hvussu høg
lønin og harvið skuldin til
sethús, bil og bát skal
verða? Og hví skulu tey
sum sita niðri allan dagin
fáa hægri løn enn tey sum
veruliga brúka armar og
bein og hóast tað fáa færri
lønarkrónur?
Og soleiðis kundu vit
hildið áfram at spurt, men
orsøkin til hesa viðmerk-
ingina er, at líka sum at
vegurin til mansins hjarta,
skal verða gjøgnum búkin,
so má/kann vegurin til
hægri løn verða gjøgnum
økta førleikamenning og/
ella útbúgving.
Mín spurningur er, um
arbeiðarafeløg og onnur
fakfeløg (heríroknað ar-
beiðsgevarnir)
veruliga
gera sær greitt hvussu týdn-
ingarmikið tað er at løntak-
arnir — arbeiðararar og t.d.
skrivstovufólk — verða
førleikament ella beinleiðis
verða send til útbúgvingar.
Skrivað verður niður
føgur orð um góðar ætlanir
við førleikamenning, men
aftanfyri orðini er eitt tómt
hol og slettis einki samband
við neyðuga fíggjarliga til-
feingið fyri at hetta yvir-
høvur skal lata seg gera.
Bæði løntakarafeløg og
arbeiðsgevarar
hava
ábyrgdina fyri at einki
hendir, tí limirnir gjøgnum
løntakarafeløgini hava sett
upp raðfestingina, løn, frí-
tíð og eftirløn og tá hettar er
goldið, er lítið og einki at
brúka til førleikamenning-
ina ella útbúgvingina.
Kanska nakað fýrakantað
sett upp, men veruleikin er
hann, at fólk við góðari
útbúgving ota seg meiri og
meiri inn á økir, ið vanliga
vóru roknaði at verða t.d.
skrivstovuarbeiði og tí fer
hesin bólkur so líðandi at
minkað burtur í einki. Tað
er so tað, men tað ringasta
er, at hesi fólk sum teljast í
hesum bólkinum hvørki eru
til reiðar, gjørd til reiðar
ella hava fíggjarligu møgu-
leikarnar at fáa onnur líkn-
andi størv ella størv sum
tey kunnu røkja.
Sama er eisini við ófak-
lærdum. Teimum verður
ikki givin møguleikar fyri
at førleikamennað seg, enn
minni fáa tey møguleika
fyri útbúgving og tí er teirra
rásarúm fyri at fáa aðrar
avbjóðingar
á
arbeiðs-
marknaðinum avmarkaðir.
Og serliga á privata ar-
beiðsmarknaðinum har tað
snýr seg um ófaklærd ar-
beiðir t.d. í høvuðsvinnuni,
spælir plátan sama lagið og
arbeiðsgevarafeløg saman
við
arbeiðarafeløgum
syngja lystiliga víðari sum
um einki var hent og sama
keglaríið um meira løn og
ikki meira løn heldur
áfram.
Nakað tað sama hendir
fyri almennu arbeiðsgevar-
nar og almennu fakfeløgini.
Ikki nóg ítøkiligar ætlanir
um hvussu vit kunnu menn-
ast sum starvsfólk og um
hvussu vit kunnu betra um
okkara møguleikar at fáa
ábyrgdarfull størv, at kunna
søkja onnur størv og á tann
hátt betrað um inntøkuna.
Vit siga at vit ætlað ikki
at lata okkum ræða av glo-
baliseringini, men gera vit
nakað fyri ikki at verða
tikin við buksunum niðri?
Spádómarnir um at størv
fara at verða niðurløgd í
ávísum vinnum, fyri síðani
at stinga seg upp aftur í
øðrum vinnum, fara eftir
mínari meining ikki til tey
ófaklærdu ella til teirra sum
lítla og onga útbúgving
hava og hóast hesi starvs-
fólkini kunnu hava góðar
arbeiðsroyndir í tí arbeiði
sum møguliga verður lagt
niður, so eru tey ikki til
reiðar at taka móti nýggjum
avbjóðingum ella nýggjum
virkisøkjum.
Mín pástandur er, at við
hesi menningar afturúrsigl-
ing sum í longri tíð hevur
verið, skyldast í alt ov stór-
an mun, at sum einstak-
lingar, arbeiðsgevarafeløg
og løntakarafeløg hugsað
um okkara, meðan tað
gongur meiri og meiri
striltið við at síggja heild-
ina. Vandi kann tí verða, at
tá heildin eisini skal um-
fatað alla verðina, so fáa vit
enn størri trupulleikar.
Til komandi samráðingar
eiga løntakarafeløgini og
ikki minst arbeiðsgevarnir
at vísa hvat tey duga í verki,
nevniliga at tað er førleika-
menning og útbúgving sum
eiga at verða yvirskriftirnar
og veruliga vísa at hetta
fundarvirksemi saman við
semingsmonnum sum vit
kennað frá undanfarnum
árum er søga og at nú skal
verða nýggj dagskrá verða,
sum veruliga mennir limir-
nar og arbeiðsgevarnar.
Landsins
myndugleikar
kunnu luttaka í hesum við
einari strategiskari arbeiðs-
marknaðarætlan.
VIÐMERKINGAR
Førleikamenning og útbúgving eiga at verða yvirskriftirnar
Marjus Dam
løgtingsmaður
Nakað hevur verið at hoyrt
um broytingar í T&S. Fleiri
fólk hava sovið illa um
næturnar, tí hvat fer at
henda? Mugu tey siga
starvið upp, tí tað verður
flutt so langt burtur, at
møguleiki ikki er at fylgja
við?
Nú er so eitt tíðindaskriv
komið út, har rættiliga
umfatandi broytingar verða
gjørdar. Millum annað skal
skattadeildin
í Vágum,
Runavík og Klaksvík nið-
urleggjast.
Fyri mongum tykist tað
ikki sørt undarligt, at økir,
ið stórt stríð hevur verið at
byggja upp, nú við einum
pennastroki skulu niður-
leggjast og flytast.
Víðari tykist stór mót-
søgn vera í, at ein bygn-
ingur hjá T&S í Klaksvík,
ið er keyptur og útbygdur
fyri tíggjutals milliónir skal
niðurleggjast, tí norðoy-
ingar skulu til annað stað at
avgreiða síni T & S viður-
skiftir, har ongin bygningur
er til taks.
Tað tykist, sum um
mangt ikki ruggar rætt her.
Og at sparingarnar og og
effektiviseringarnar koma
at kosta nógv í bæði krón-
um og menniskjansligum
ofrum.
Og eg ivist stórliga í, um
nakar politiskur vilji er til
at fremja fráboðaðu bygn-
aðarbroytingarnar.
Fyri mín part kann eg
bert siga, at tað eg higartil
havi hoyrt um hesar broyt-
ingar ikki fær meg at taka
undir við teimum.
Fólk skulu eisini liva í
Vágum, Klaksvík, Sandoy.
Tí ynski eg at hoyra
rættiliga nógv meira um
hesar broytingar, áðrenn eg,
sum fólkavaldur í Vágum
fari at siga ja til ætlanina.
Súni í Hjøllum
Varaborgarstjóri í Nes
kommunu
Nýggja barnaverndarlógin
er sum heild eitt gott tiltak.
Mong við mær taka fult
undir við, at málsræðið
verður lagt út til kommun-
urnar. Men tað er alla átalu
vert, um landsstýrið og løg-
tingið enn einaferð sam-
tykkja eina lóg, sum kann
fara at hava stórar meirút-
reiðslur fyri kommunurnar.
Seinnu árini er ferð eftir
ferð komið fyri, at lands-
stýrið og løgtingið hava
álagt kommununum meir-
útreiðslur, eisini eftir at
fíggjarætlanirnar
hjá
kommununum eru sam-
tyktar. Hesin óskikkur má
steðga.
Nú er ætlanin at sam-
tykkja eina lóg, sum lóg-
gevarar eftir øllum at døma
ikki vita, hvat hon fer at
kosta fyri kommunurnar.
Taparin verður hin einstaki
borgarin úti í kommunun-
um, tí kommunurnar verða
tvingaðar at hækka skatta-
prosentið, um peningurin
frá
landskassanum.ikki
fylgir við í fult mát. Hetta
hevur eisini sosiala slag-
síðu, tí tað eru tey lágløntu,
sum koma at bera størsta
sviðan. Við seinasta skatta-
lættanum í huga er hetta ein
keðilig gongd, sum ikki
boðar frá góðum fyri tey
lágløntu.
Aftur ein meirútreiðsla frá landsstýrinum?
Bygnaðarbroytingar hjá Toll & Skatt