fríggjadagur 4. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 44 - 4. mars 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sunnudagin 27.
februar fylti Eyðun
Andreassen pro-
fessari við Fróð-
skaparsetur Føroya
60 ár. Í hesum sam-
bandi var hátíðarhald
á Fróðskaparsetrin-
um og heiðursritið
"Eyðvinur" kom út
hendan dagin
FØÐINGARDAGUR
Myndir: Jan Müller
Umleið 100 fólk vóru savn-
að á móðurmmálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum til føð-
ingardagin
hjá
Eyðuni
Andreassen.
Eyðun sjálvur visti av
ongum, hvørki um føðing-
ardagshaldið ella um bók-
ina, sum var gjørd honum
til heiðurs.
Malan Marnersdóttir frá
Fróðskaparsetrinum
helt
røðu fyri føðingardags-
barninum. Hon ynskti Eyð-
uni hjartaliga tillukku við
60 ára føðingardegnum, og
helt at tað er eingin aldur
nú á døgum. Tey vænta sær
nógv frá honum aftur at
øllum tí, sum hann longu
hevur givið.
Síðan greiddi Malan frá
um
heiðursritið
"Eyð-
vinur", sum hon hevði givið
út saman við Jens Cramer,
lektara á Århus Universitet,
og Anfinni Johansen mál-
frøðingi á Fróðskaparsetr-
inum:
"Heiðursritið er her og
eitur "Eyðvinur", og enda-
málið við tí er at gera vart
við, at tú hevur veitt eitt
týðandi íkast í hugvís-
indaligu granskingina bæði
her á landi og uttanlands.
Í fjør um hesa tíðina
heittu vit á starvsfelagar og
vinir burturi og heima um
at heiðra teg á seksti ára
degi tínum tann 27. februar
2005. Inn komu 28 greinir
og ein teirra, greinin hjá
Anfinni Johansen, hevur
givið bókini navnið: Eyð-
vinur - dýrabarur vinur. Við
tí vilja vit gera vart við, at
navn og maður hóska sam-
an. Tú hevur uppfunnið
hugtakið fólksligt almenni í
doktararitgerðini við sama
heiti, og tú ert kvæða-
granskari og heitur tals-
maður fyri dansin. Tú ert
fólkaminnisfrøðingur,
mentafrøðingur og fjøl-
miðlafrøðingur.
Tú komst higar á Føroya-
málsdeildina í 1988 og hev-
ur virkað her sum lærari og
granskari í skaldskapi av
manna munni. Tað hevur
sum flestøllum kunnugt
givið gott avkast".
"Illa ber til at fáa eitt
heiðursrit sum hetta til
vegar uttan holla hjálp og
tað í trúnaði. Umframt
starvsfeløgum á Føroya-
málsdeildini vil ritstjórnin
fegin takka konu tíni, Astri
Luihn. Uttan hennara hjálp
og ráðlegging høvdu vit
ikki kunnað skipað fyri
haldinum í dag. Vit takka
høvundunum fyri stak gott
samstarv", segði Malan
m.a. í røðu síni.
Eyðun helt eisini røðu,
har hann m.a. greiddi nærri
frá myndini á bakpermuni á
bókini. Ein góð og skemti-
lig søga.
Eyðun Andreassen 60 ár:
Tikin á bóli við føðingardagshaldi og
Eisini yngra ættarliðið
heiðraði føðingardags-
barninum
Jóan Pauli Joensen og Eyðun Andreassen professarar
Jóhan Hendrik Winther Poulsen og kona Eyðun, Astri Luihn
Eyðun signerar bókina "Eyðvinur" fyri Amariel Norðoy