Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 4. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kona mín og mamma okkara Hervør Nolsøe andaðist og varð jarðað. Eisini takka vit fyri tær vøkru blómurnar, ið prýddu leiði hennara Hans, Katrin og Eivind Kunngjørt verður, at elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Niels Persson Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 2. mars, 66 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 5. mars kl. 16.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju sunnudagin 6. mars kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Marin Kristina Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi, bróðir og svágur Petur Thomsen andaðist og varð borin til hvíldar. Tøkk til Jákup R. Hansen prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og bilførara. Tøkk til heimarøktina og kommunulæknan. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til kirkjuna. Hjartans tøkk til tykkum, ið vitjaðu hann ta síðstu tíðina. Familjunnar vegna Diaba, Edvard, Petsy og Sólbjørn Dagurin 4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur rómverskur embætismaður sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í Norðuritaliu. Navn á fleiri keisar- um. Magnus Heinason føddur hendan dagin í 1545. bókaútgávu Eyðun og Malan Marnersdóttir, sum er ein teimum ið hevur givið út bókina "Eyðvinur" Skyldmenninir Janus Kamban og Eyðun Andreassen Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, heilsar upp á Eyðun Brøðurnir Eyðun Andreassen og Hanus Kamban