Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 44 - 4. mars 2005 Loppu- marknaður bilvask og køku- tombola TÍÐINDASKRIV Í sambandi við náms- ferð hjá 03Y verður loppumarknaður, bil- vask, køkutombola og okkurt gott til børnini verður á Studentaskúl- anum í Hoydølum leyg- ardagin 5. mars 2005 frá kl. 10-15. Um onkur hevur okk- urt at lata til loppu- marknaðin, eru tey væl- komin at koma við í skúlan við lutunum fríggjadagin millum kl. 17-19. Øll eru vælkomin! Her eru tvær myndir tiknar við Steinagøtu við 50 ára aldurs- muni. Ovara myndin er tikin í 1955, meðan niðara myndin er tikin í februar 2005. Í hesi 50 árini er matvøru- handilin hjá Karl F. Jo- hansen, skóhandilin hjá Nic. Joensen (Demmus), og garðurin og trøini millum Steinagøtu og N. Fin- sensgøtu tikin burtur. Í staðin fyri er økið, har handlarnir stóðu, gjørt til parkeringspláss, og har sum garðurin við trøunum var, er nú ein kiosk, og bygn- ingurin hjá Føroya Banka er bygdur á húsagrundina. Men tað einsama træið, sum varð plantað í 1912, tað stendur har enn. Húsini har Simme Mu- sikkhús helt til í mong ár (í dag Marconi), og húsini har Telebúðin er í dag, eru so gott sum óbroytt, meðan handilin Fa. Hans Joensen er burtur, og í dag stendur Handilshjarnin har. Bilurin á myndini er ein Standard Vanguard hjá Torstein Dal-Christiansen. Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í sambandi við hesar myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168. Ovara myndin: Føroya Fornminnissavn Niðara myndin: Jens Kristian Vang Broytt býarmynd: Træið stendur enn í Steinagøtu Næstu ferð verður um, nær trøini við gamla Bókhandil á Vaglinum vórðu plantað