fríggjadagur 4. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Aftur hesaferð fer ein
av teimum góðu og
royndu á pall við kom-
andi prix undanumfar
í Fuglafirði um viku-
skiftið. Terji Rasmus-
sen hevur savnað
meginpartin av úr-
mælingunum í Føstu-
fressum og saman
hava teir latið nýggj
løg í ein ham, ið teim-
um dámar
TERJI
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Eyðun og Terja kenna tey
flestu sum samstarvsfel-
agar og frændur á og av
palli. Felags fyri báðar júst
nú er, at báðir noyna seg í
Prix Føroyar kappingini.
Men í hvør sínum lag. Væl
gekk hjá Eyðuni Nolsøe, ið
kom víðari síðsta vikuskift-
ið, saman við sterku
manningini í Showmonn-
um.
Í kappingini um vikuskift-
ið fer Terji Rasmussen á
pallin. Afturat sær hevur
hann
meginpartin
av
dugnaligu manningini í
Føstufressum, sum eisini
spældi inn ódeyðiligu plát-
una saman við Terja síðst í
áttatiárunum.
Nýggj løg
- Vit hava valt 4 nýggj løg
út av teimum 6, sum vit
byrjaðu at venja. Har eru
fleiri skjóttgangandi og ein
ballada. Stuttligt er, at
Leivur Thomsen hevur
gjørt orð og lag til eina
lagið, so hóast hann ikki
leikar við hesaferð, so set-
ir hann tó dám á, sigur
Terji.
- Um talan er um mo-
dernaðan tónleik ella ikki,
veit eg ikki. Vit leggja okk-
um ikki eftir at fáa tónleikin
at ljóða sum eitt ávíst árs-
tal. Eg geri bara sangir og
vit hava í felag roynt at lat-
ið teir í ein ham, ið vit
halda er hóskandi, og sum
okkum dámar. Men talan
er um teamwork og Magn-
us hevur t.d. gjørt ymsar
tónleikasnildir, sum eg
haldi eru framúr, sigur
Terji.
Hann er samdur við t.d.
Eyðuni Nolsøe, sum segði,
at hóast nýggjar royndir,
so er tað hann sjálvur ið
skrivar sangirnar, og at
ongin roynd verður gjørd
at fjala tað, tí tað ikki letur
seg gera at skriva nakað,
ið er ov fjart frá einum
sjálvum.
Hann vil ikki siga ov
nógv, ella taka munnin ov
fullan, tá tosið kemir inn á
vónir.
- Vit fara bara at royna
at gera okkara part so væl
sum til ber. Endamálið er
sum so næstan longu
nátt, tí vit hava vant okkurt
nýtt og sleppa í eitt frálíkt
forum at framføra tilfarið.
Annars er gerandislívið jú
mest merkt av, at vit
spæla og at eg sleppi ikki
at spæla nýtt tilfar, tí fólk
vilja hoyra tilfar, ið tey
kenna, sigur Terji.
Støði hækkað
Terji sigur, at hann hevur
ikki fylgt so væl við í und-
anumførunum, men at
hann metir, at støðið er
hækkað.
- Hetta er helst besta
prixkappingin, ið hevur ver-
ið. Fleiri stuttlig og positiv
íkast hava eisini verið at
hoyra, t.d. Lawets, sigur
Terji, sum tó ikki reiðiliga
vil siga nakað um vónirnar
hjá sær sjálvum um at
koma víðari.
- Sjálvandi hevur ein vón-
irnar, men eg veit ikki hvat
vit vænta sum so. Sum
sagt, so er endamálið í
sær sjálvum næstan nátt.
Og tá hann verður
spurdur, um høga støðið
og tað at ein nú veit, hvørj-
ir teir flestu av bólkunum,
ið eru komnir víðari, eru,
geva honum nervar, sigur
Terji:
- Nei, tað haldi eg ikki.
Eg haldi meg ikki hava nak-
að at prógva, tí eg havi
prógvað tað eg vil.
Dømingin
Nógv hevur verið prátað
um dømingina, eins og
undanfarnar prixkappingar.
Terji er samdur við teim-
um, sum meta, at dómar-
arnir døma rætt útfrá
teimum treytum, ið teir
hava at ganga eftir. Tað vil
siga teimum punktum, ið
teimum er álgt at leggja
sær í geyma.
- Men kanska hevði verið
skilagott hugskot at býtt
umførini upp í stílar. Eg
skal ikki beinleiðis tosa um
"stílforvirring", men tað er
kanska synd, um t.d.
tungu bólkarnir halda, at
dómararnir tíma ikki at
hoyra harðan rock, men
meira leggja seg eftir
melodiøsa poppinum, sig-
ur Terji Rasmussen.
– UPPTAKT TIL 4. UMFAR –
EG HAVI ONKI AT PRÓGVA
– Vit leggja okkum ikki eftir at fáa
tónleikin at ljóða sum eitt ávíst
árstal. Eg geri bara sangir, og vit
hava í felag roynt at latið teir í ein
ham, ið vit halda er hóskandi, og
sum okkum dámar, sigur Terji
Rasmussen.
Mynd: Jens Kr. Vang