fríggjadagur 4. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Prixið er í ár skipað við
fýra innleiðandi kapping-
um, har tveir bólkar koma
víðari til eina hálvfinalu.
Frá hálvfinaluni verða
tríggir bólkar valdir til fin-
aluna í Prixnum, sum
verður partur av nýggja
tiltakinum, Atlantic Music
Event. Øll tey innleiðandi
umførini verða í Fugla-
firði, hálvfinalan verður á
Tvøroyri og finalan í
Norðurlandahúsinum
í
Havn.
1. umfar, 4. feb.
kl. 20.00
Go Go Blues · Paradox
Dimmi · SIC · DejaVu
Lama Sea
2. umfar, 12. februar
Ph 5,5. · Side Effect
All that Rain · Makrel
Róp · MMM
3. umfar, 26. februar
Eyðun Nolsøe · Lawetz
ROK · Direct Level
Frostbit · India
4. umfar, 5. mars
Braquet
Kristleif Zachariasen
Synarchy · EGR2PLZ
Terji Rasmussen Band
onkikanndiskuterast.alt-
kann
Hálvfinala, 2. apríl
Í hálvfinaluni verða tveir
teir bestu bólkarnir frá
hvørjum innleiðandi um-
fari. Burtur úr teimum
átta bólkunum, skulu
tríggir teir bestu veljast
til finaluna.
Finala, 23. apríl
Finalan í Prixnum verður
partur av galla-tiltaki-
num, sum verður kallað
Atlantic Music Event.
Tríggir bólkar kappast um
endaliga sigurin í Prix-
num. Umframt finaluna
verða aðrar tónleikafram-
førslur eisini.
Nýggir sangir
Í øllum teimum innleið-
andi umførunum verður
spælitíðin í mesta lagi 20
minuttir og í minsta lagi
15 minuttir. Tveir triðing-
ar av spælitíðini skulu
bólkarnir spæla sangir,
sum ikki eru givnir út áð-
ur.
Ferðsamband
Bussar koyra í sambandi
við øll tey innleiðandi um-
førini í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Bussar koyra
úr Vestmanna, Sundalag-
num,
Eiði,
Toftum,
Strondum og úr Havn.
Harafturat siglir strand-
faraskipið Sam úr Fugla-
firði til Klaksvíkar eftir
tær innleiðandi kapping-
arnar, um nóg stórur
áhugi er fyri hesum Serlig
atgongumerki til Prixið og
ferðaseðil til Sam fáast á
Kunningarstovuni í Klaks-
vík.
Á heimasíðuni hjá Prix
Føroyum - www.prix.fo -
eru fleiri upplýsingar um
ferðasambandið.
Limirnir í Braquet
hava roynt fyrr og
royna nú aftur. Men
teir meta, at hetta er
besta prixkapping
nakrantíð, so kapping-
in er og verður hørð
BRAQUET
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Bólkurin Braquet sá dags-
ins ljós fyri umleið trimum
árum síðani. So kom prixið
og teir megnaðu at koma í
finaluna.
Teir gjørdust seriøsir og
eru tað framvegis.
- Talan er um harðan og
progresivan rock, men tó
sera melodiøsan tónleik,
sigur Arni Zachariassen úr
andaliga bólkinum Braquet.
Á høgum støði
Limirnir í bólkinum vóna tað
besta, men tora ikki at
vænta tað heilt stóra, tí
góð nøvn eru í komandi
undanumfarinum. Og hóast
Arni vísir á, at teir ikki eru
vánaligir tónleikarar, heldur
hinvegin, so er kappingin
hørð.
- Vit hava t.d. nervar fyri
kappingarneytunum Terja
og Kristleifi, vísir hann á.
- Vit royna at hava tón-
leikin á høgum tekniskum
støði. Men løgini skulu tó
vera fangandi, tað leggja vit
eisini dent á, sigur Arni.
Góð undanumfør
Hann metir, at øll tey farnu
undanumførini hava verið
góð, og at nøvnini, sum
fara á pall um vikuskiftið,
eisini eru góð og borga fyri
góðsku.
- Hetta er helst besta
prixkappingin
nakrantíð,
sigur Arni Zachariassen.
Men um vónirnar hjá
Braquet er hann meira var-
in við at úttala seg.
- Vit kunnu roknast sum
ein rímuliga góður bólkur,
sum hevur verið í finaluni
áður. - Men eg vænti, at
um vit koma víðari hesa-
ferð, so verður tað við tað,
tí eg tori ikki at vænta, at
vit koma í sjálva finaluna,
sigur hann lítillátin.
Dømingin
Eisini Arni hevur eina met-
ing um prátið um døming-
ina. Hann metir, at dómar-
arnir døma rætt, mett eftir
teimum treytum ið teir
ganga eftir.
- Men kanska skuldi held-
ur verið hugt eftir hesum
punktum, ið teir hava at
hyggja eftir og halda seg
til, men sum nú er døma
teir rætt.
- Men harvið er ikki sagt,
at coolasti bólkurin kemur
víðari og at spæla fyri út-
lendingum. Tað er ikki ný-
hugsan, ið verður løgd fyri
útlendingar. Ein kann siga,
at danir hava Kim Larsen,
sum ikki hevur sligið ígjøgn-
um um allan heim, tí hann
hoyrir heima í Danmark.
Frændur hoyra til sammet-
ingar heima í Føroyum. Tað
er eitt sindur keðiligt, at
tað coolasta ikki fær møgu-
leikan og verður víst fram,
metir Arni Zachariassen úr
Braquet.
LØGINI SKULU VERA FANGANDI
Rógvi á Rógvu og
Arnold Ludvig skulu
leygarkvøldið spæla
við tveimum bólkum í
seinasta innleiðandi
umfarinum í Prixnum,
og teir eru longu
komnir í finaluna við
einum triðja bólki
FØSTUFRESSAR
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Rógvi á Rógvu og Arnold
Ludvig eru tveir væl um-
tóktir og nógv umbidnir
tónleikarar.
Teir báðir løgdu botnin
hjá tí tiltikna bólkinum
Føstufressar, og teir hava
bæði áðrenn og aftan á ver-
ið sera virknir í føroyskum
tónleikalívi.
Tað eru teir eisini í ársins
Prix Føroyar tónleikakapp-
ing. Rógvi á Rógvu spælir
trummur í trimum ymisk-
um bólkum, og Arnold Lud-
vig spælir bass í somu
trimum bólkum.
Í fyrsta umfari av Prix-
num spældu teir saman við
Una Debess í bólkinum
GoGo Blues, og tað eydn-
aðist teimum at koma í
hálvfinaluna við væl spæld-
um og kensluríkum blues-
tónleiki.
Stuðla solisti
Leygarkvøldið skulu Rógvi
og Arnold aftur á pallin í
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði, og teir skulu spæla við
tveimum bólkum hetta um-
farið.
Teir spæla við hjá Krist-
leif Zachariasen, sum kom
fram sum solistur, men
sum nú hevur bólk afturat
sær. Samstarvið millum
Kristleif og teir báðar
føstufressarnar byrjaði av
álvara, tá ið Kristleif tók
sína fløgu upp – Litleysir
blettir.
Og samstarvið heldur
fram í Prixnum, og um-
framt teir tríggjar spæla
eisini Heðin Ziska Davidsen
og Óli Olsen í bólkinum
leygarkvøldið.
Fýra fressar
Tá ið Terji Rasmussen fer á
pallin við sínum bólki verða
ikki færri enn fýra av teim-
um gomlu Føstufressunum
á pallinum samstundis.
Tá fara Rógvi á Rógvu og
Arnold Ludvig aftur at
leggja botn til sangirnar hjá
Terja, og afturat teimum
spælir eisini Magnus Jo-
hannesen ljómborð. Sein-
asti tónleikarin í bólkinum
er Hjalti Joensen, sum Terji
áður hevur nógv samstarv.
Slatur gongur um, at
skuldi Terji Rasmussen
komið víðari í kappingini, so
verður tað møguliga eitt
reinur Føstufressa-bólkur,
sum skal spæla í hálvfinal-
uni á Tvøroyi. Livst, so
spyrst.
Ein
spurningur,
sum
verður svaraður leygar-
kvøldið, er, um Rógvi á
Rógvu og Arnold Ludvig
skulu spæla í meira enn
einum bólki í hálvfinaluni.
FØSTUFRESSAR HAVA ÚR AT GERA
Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu
spæla ávíkavist bass og trummur
í trimum Prix-bólkum í ár
Braquet kom í finaluna í Prix
Føroyum í fjør, og nú royna teir
seg aftur í kappingini.
Mynd: Jens Kristian Vang