fríggjadagur 4. mars 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Samskiparin av Prix
Føroyum er sannførdur
um, at ársins Prix-
kapping kann lata
teimum mongu út-
lendsku gestunum til
finaluna eitt gott og
spennandi innlit í før-
oyskan tónleik
ÚTLANDIÐ
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Samskiparin av Prix Føroy-
um er væl nøgdur við Prix
Føroyar kappingina higartil,
og tað, sum hann hevur
hoyrt, ger hann fullvísan í,
at tað verða nøkur góð um-
boð fyri føroyskan tónleik,
sum koma at spæla í final-
uni.
– Tað er kanska meira
popptónleikur komin víðari í
kappingini hesaferð enn áð-
ur, men bólkarnir í hálvfinal-
uni eru allir spennandi og
væl spælandi. Tí stúri eg
als ikki fyri tí, sum vit
kunnu
bjóða
teimum
útlendsku
gestunum
í
finaluni,
sigur
Fróði
Vestergaard.
Dygd heldur
í longdini
Men kanska er bólkarnir,
sum eru komnir víðari, ikki
so nýskapandi og leitandi,
sum teir hava verið í øðrum
Prixum?
– Nei, tað eru teir kanska
ikki allir, men ofta duga vit
ikki at síggja møguleikarnar
í tí, sum vit eiga og sjálvi
dáma væl. Til dømis vita
øll, hvat Eyðun Nolsøe
stendur fyri, og hví skuldu
útlendingar ikki eisini dáma
hansara tónleik.
– Tú kanst bara hyggja
eftir donskum festivalum
og vita, hvørji tey stóru
donsku nøvnini eru har ár
eftir ár. Tað eru bólkar sum
Gnags, TV-2, Kim Larsen,
Lars Lilholt, Sanne Salo-
monsen og onnur. Hetta
eru øll nøvn, sum hava ver-
ið virkin í nógv ár, men sum
samstundis hava nakað
gott at bjóða. Tí er einki
krav til góðan tónleik, at
hann skal vera nýskapandi
ella so øgiliga øðrvísi fyri at
útlendskir gestir til Prixið
skulu dáma hann.
Nógvir góðir sangir
Fróði Vestergaard vísir eis-
ini á, at samstundis sum
útlendsk umboð fyri festi-
valar, spælistøð og fjølmiðl-
ar hava lagt dent á, at før-
oyingar skulu royna at vera
orginalir, so hava onkrir
eisini sagt, at teir sakna
teir góðu sangirnar eitt
sindur.
– Eg haldi ikki at tað
mangla góðir og fangandi
sangir hesaferð. Vit vita øll,
at Eyðun Nolsøe kann
skriva frálíkar poppsangir,
Makrel er ein bólkur í stór-
ari framgongd, og sum
virkar meira búgvin onkurs-
vegna, og Lawetz hevur
gjørt eitt ordans lop fram-
eftir við sínum tónleiki, sig-
ur samskiparin av Prixnum
sum dømi um tað, sum
Prixið kann bjóða í hálvfin-
aluni.
– Tað verða bara tríggir
bólkar í finaluni, men vit
hava møguleikan at bjóða
øðrum bólkum við, og har-
við blanda kortini eitt sind-
ur, so vit fáa ymisk sløg av
tónleiki á pallin, sigur Fróði
Vestergaard.
Kundi hugsa sær
fleiri útlendingar
Fólkini, sum koma úr út-
landinum til Prix Føroyar
kappingina, koma mest
sum øll til finaluna, sum
verður hildin í Norðurlanda-
húsinum seint í apríl mán-
aði, men um samskiparin
av Prixnum gjørdi av, so
hevði hann eisini ynskt sær
nógvar útlendskar gestir til
hálvfinaluna á Tvøroyri.
– Men hetta er ein
spurningur um fígging, tí
vit hava ikki pengar til at
bjóða nógvum útlendingum
til bæði hálvfinaluna og fin-
aluna, og tí koma tey flestu
til finaluna. Eg kundi ynskt
mær, at vit eisini kundu
havt útlendsk umboð til
kappingina í Trongisvági,
sigur hann.
– Tað er trupult at fáa
stuðul, og tí er tað avmark-
að, hvussu nógvar ferðir,
vit kunnu verða við til at
gjalda. Vit plaga at gjalda
ein part av ferðingini og
uppihaldinum í Føroyum, og
tað kostar nakrar túsund
krónur fyri hvønn gest, men
tað eru pengar, sum eru
givnir sera væl út, tí vit fáa
nógv aftur fyri hesar vitjan-
ir.
– Tí skilji eg ikki rættiliga,
at nú vit tosa so nógv um
at gera tónleik til eina
vinnu, at vit ikki kunnu
brúka meira pengar til at
fáa útlendskar lyklapersón-
ar til Føroya at lurta eftir
føroyskum tónleiki, sigur
Fróði Vestergaard.
TAÐ VERÐUR NÓGV GOTT AT BJÓÐA ÚTLENDSKU OYRUNUM
NÓGVIR
VINNINGAR
• Høvuðsvinningurin til
Prix Føroyar 2005 er
ein vika í danska
Lundgaard Studios.
Mentamálaráðið og
Atlantic Airways lata
vinningin.
• Listastevna Føroya -
august 2006 - bjóðar
vinnaranum av Prix
Føroyar kappingini at
spæla á Listastevnuni
2006.
• Jelling Musikfestival
saman við Atlantic
Airways - mai 2005 -
velur í minsta lagi ein
bólk ella einstakling
frá Atlantic Music
Event.
• NIBE-Festival saman
við Atlantic Airways -
juni 2005 - velur í
minsta lagi ein bólk
ella einstakling frá At-
lantic Music Event.
• Ólavsøkukonsertin
2005 - Vinnarin og
ein bólkur frá hálvfin-
aluni í Suðuroynni
verða tveir av bólkun-
um á Ólavsøkukon-
sertini.
• G-Festivalurin - velur
fyrst ein bólk frá hálv-
finaluni í Suðuroy og
minst ein Prix-bólk frá
Atlantic Music Event.
• Musikhuset VEGA í
Keypmannahavn bjóð-
ar minst einum bólki
ella einstaklingi frá
Atlantic Music Event
at spæla í VEGA í
2005.
• Summarfestivalurin
2005 - velur ein bólk
frá hálvfinaluni í Suð-
uroy og minst ein bólk
frá Atlantic Music
Event.
• Nipiaa Rockfestival í
Aasiaat í Grønlandi -
august 2005 - bjóðar
í minsta lagi einum
bólki ella einstaklingi
frá Atlantic Music
Event at spæla á
r o c k f e s t i v a l i n u m
2005.
• AIRWAVES í Íslandi -
oktober 2005. Møgu-
leiki verður latin upp
fyri at fáa føroyskar
bólkar at spæla á Air-
waves 2005.
• »Peace & Love Festi-
valurin« í Svøríki bjóð-
ar minst einum bólki
ella einstaklingi frá
Atlantic Music Event
at spæla í Svøríki
summarið í 2005.
Rockbólkurin Makrel hevur framvegis møguleika at vinna sær pláss í finaluni í Prix Føroyum, har teir eisini spældu fyri tveimum árum síðani.
Mynd: Jens Kr. Vang