fríggjadagur 4. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Andrias Højgaard
- sang
Jóhan á Lakjuni
- trummur
Leivur Vitalis
- bass
Arni Zachariassen
- gittar
Tað eru liðin eini trý ár,
síðani Braquet byrjaði at
spæla. Teir vóru nakrir
jammandi vinmenn, sum
gjørdust meira seriøsir til
Prix Føroyar 2003. Tað
gekk rættiliga væl ta
ferðina, sjálvt um finalan
vegna persónligar trupul-
leikar kiksaði. Man kann
siga, at teir hava ligið eitt
sindur í dvala síðani tá.
Nakrar fáar konsertir er
tað blivið til, men ikki tað
heilt stóra. Sum vanligt,
er tað skúlagongd uttan-
lands, sum er komin í
vegin.
Nú eru Braquet tó klár-
ir aftur. Teir eru ógvuliga
spentir uppá Prix-luttøk-
una, serliga nú teir aftur
eru endaðir í einum av
hørðu umførunum, siga
teir. Teir vænta ikki tað
stóra, men fara bara at
gera tað, sum teir gera –
spæla teirra tónleik so
væl teir klára, og so
hendir tað sum hendir.
Teir eru broyttir eitt
sindur síðan seinast. Teir
hava funnið seg sjálvar
eitt sindur meir. Tónleik-
urin er blivin tyngri og
inniligari, halda teir.
Dagfinn Joensen
- sang og gittar
Bjarti Hansen
- gittar og kór
Heri Reynheim
- bass
Rani Christiansen
- trummur
Bólkurin við teimum løgnu
bókstavunum og tølunum
skal úttalast sum Eager
To Please. Í bólkinum eru
royndir tónleikarar, sum
hava spælt við í fleiri øðr-
um bólkum – til dømis
Diatribes, MC Hár og
Fluffy Toys.
Bólkurin var settur
saman fyrst í hesum ári-
num við tí fyri eyga at
vera við í Prixnum í ár, og
tí hava teir ongar almenn-
ar framførslur á baki und-
ir hesum navninum.
Tað eru tó nakrir roynd-
ir tónleikarar, sum eru
vanir at spæla rocktón-
leik, og teir ætla sær eis-
ini at gera tað, sum teir
eru bestir til, nevniliga at
spæla rock.
Bólkurin sigur eitt sind-
ur lokkandi, at teir fara at
hava ein gestatónleikara
við á pallin leygarkvøldið,
men teir vilja ikki seta
navn á hendan tónleikar-
an.
Kristleif Zachariasen
- sang og kassagittar
Rógvi á Rógvu
- slagverk
Arnold Ludvig
- bass
Heðin Ziska Davidsen
- el-gittar
Óli Olsen
- tangentar
Kristleif Zachariasen kom
fram sum solistur – sing-
er/songwriter, tey kalla –
í kappingini, sum Hafnia
Lounge skipaði fyri. Hann
vann hesa tónleikakapp-
ing, og síðani hevur hann
bæði spælt nógv til tiltøk
og givið fløgu út.
Hesaferð fer hann at
spæla saman við einum
bólki, sum hann hevur
spælt við í eina tíð. Talan
er um tónleikarar, sum
eru kendir frá nógvum
øðrum samanhangum og
hava drúgvar royndir.
Samstarvið teirra mill-
um byrjaði við útgávuni
hjá Kristleif, Litleysir
Blettir, og tað heldur síð-
ani hildið fram. Nú fara
teir eisini at royna seg í
Prixnum.
Tað er Kristleif Zachar-
iasen, sum skrivar sang-
irnar hjá bólkinum, og
tónleikurin verður vænt-
andi ein blanding av
poppi, fólkatónleiki og
country.
Andreas Pauli Poulsen
- bass og sang
Eyðun Djurholm
- trummur
Dagbjartur Meyer
(Dabbi)
- sang og slagverk
Sigfred Johannes
Johannessen
- gittar og sang
John Holgarsson
- gittar og sang
Karl Anton Klein
- gittar og sang
Frans Galán
- gittar, sang og rennarí.
Bólkurin hevur verið til í
eini 3 ár,on og off. Sein-
asta árið tó mest on.
Onkikanndiskuterast.alt-
kann hevur spælt fleiri
væleydnaðar konsertir í
2004, m.a. Rox 2004.
Bólkurin luttók í Prixnum
2003. Tann einasti bólk-
urin, sum ongan veg kom,
men sum øll minnast.
Sum einasta alternativið
á Føroyska Rokkpallinum
er onkikanndiskuterast.-
altkann eitt positivt og
sálfullt innslag. Ein bólkur
í støðugari menning, ið
spælir inspireraðan rock.
Leon Hansson
- sang
John Egholm Láadal
- gittar
John Ivar Venned
- gittar
Ísak Petersen
- bass
Bjartur Clemensen
- keyboard
Martin Rói Vilhelmsen
- trummur
Bólkurin við navninum
Synarchy hevur verið til í
tvey ár, men teir hava ikki
verið serliga sjónligir á
tónleikapallinum. Bólkurin
hevur spælt við hesari
manningini síðani seint í
fjør, og teir hava bert
havt eina almenna fram-
førsla – tað var á Mar-
garinfabrikkini í desem-
ber mánaði í fjør.
Talan er tí um ein
rættiliga
feskan
og
ókendan bólk, sum leyg-
arkvøldið fær møguleikan
at spæla fyri nøkrum
hundrað fólkum í Mentan-
arhúsinum og eini størri
rúgvu gjøgnum útvarp og
net.
Synarchy spælir metal.
Terji Rasmussen
- sang og akustiskan
gittar
Hjalti Joensen
- el-gittar
Rógvi á Rógvu
- trummur
Arnold Ludvig
- bass
Magnus Johannesen
- keyboard og kór
Terji Rasmussen var við í
bólkinum,
sum
vann
fyrstu Prix Føroyar kapp-
ingina í 1995. Tá var
rockbólkurin Moirae tað
stóra nummarið, men
hann er síðani farin í søg-
una.
Nú er Terji Rasmussen
viðaftur í Prixnum sum
sangari í sínum egna
bólki. Hann hevur havt
onkra einstaka gestaupp-
traðkan sum kórsangari,
men nú verður tað við all-
ari orku og egnu sangum,
at hann leggur í vaðið aft-
ur.
Terji Rasmussen hevur
fingið nakrar av teimum
tónleikarunum, sum hann
hevur spælt sera nógv
saman við gjøgnum árini,
at spæla saman við sær
hesaferð. Tríggir av tón-
leikarunum vóru við í til-
tikna bólkinum Føstu-
fressar.
Terji Rasmussen hevur
seinnu árini spælt javnan
til konsertir og dansir
kring landið, og tað hevur
hann gjørt við sínum egna
bólki. Terji kann framføra
eina langa røð av kendum
sangum, sum hann hevur
skrivað gjøgnum árini,
men leygarkvøldið verða
tað nýggir sangir at hoyra
frá honum.
SEKS BÓLKAR VERÐA VIÐ Í 4. INNLEIÐANDI UMFARI Í MENTANARHÚSINUM Í FUGLAFIRÐI
LEYGARKVØLDIÐ 5. MARS KL. 20.00
BRAQUET
EGR2PLZ
KRISTLEIF ZACHARIASEN
ONKIKANNDISKUTERAST.ALTKANN
SYNARCHY
TERJI RASMUSSEN BAND