fríggjadagur 4. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagin 17. mars
eru liðin 100 ár, síðan
Sørvágs Ítróttarfelag
varð stovnað. Dag-
urin verður hildin við
bókaútgávu og stórari
veitslu
100 ÁRA DAGUR
Edvard Joensen
Sørvági: Sørvágs
Ítróttarfelag, SÍ,
fyllir hundrað ár
tann 17. mars.
Dagurin verður
hildin við stórari veitslu í
fimleikarhøllini í skúlanum
leygarkvøldið 19. mars.
Eftir borðhaldið í skúlanum
verður farið oman í dansi-
stovuna, har tann í Føroy-
um heimskendi sørvágs-
bólkurin Tinganest fer at
spæla til dans.
Sørvingar hava ikki so
lítið at hátíðarhalda júst í
hesum døgum. Fyri suttum
vann
flogbóltsmansliðið
hjá SÍ steypakappingina, og
seinasta vikuskiftið tryggj-
aði liðið sær eisini meist-
araheitið. So teir kunnu av
sonnum siga, at teir hava
givið felagnum eina virði-
liga føðingardagsgávu.
Hóast flogbólturin nú
helst er tann ítróttargreinin,
sum ger SÍ mest kent, var
tað kortini til fótbóltsspæl,
felagið í síni tíð varð stovn-
að. Seinni kom so kvinnu-
hondbóltur uppí eisini. Tó
við navninum Dúgvan. Tað
tykist hava veri vanligt, at
soleiðis var. Hondbóltsfe-
lagi hevði egið navn til
kvinnuliðið, sum vit síggja
enn í dag í bestu kvinnu-
deildini, har Klaksvíksliðið
eitur Stjørnan, og sanda-
vágsliðið eitur Søljan.
Og sørvingar gjørdu seg
eisini galdandi sum fót-
bóltsleikarar. Teir vóru
Føroyameistarar í 1947, og
hava eisini vunnið onkra
hondbóltskapping í aðru
kvinnudeldini.
Seinni hava so fótbólts-
liðini hjá felagnum eisini
gjørt seg galdandi í lægri
deildunum.
Í samband við hundrað
ára dagin gevur SÍ út bók
um søgu felagsins. Tað eru
Erhard Jacobsen, sørvingur
í Havn, og Esbern Joensen í
Sørvági, sum hava skrivað
og lagt bókina til rættis.
Bókin verður at fá ein av
fyrstu døgunum og kann
bíleggjast á bíleggingar-
lepa, sum verður at síggja í
bløðunum. Kostnaður fyri
SÍ bókina verður kr. 250,-.
Fyrireikararnir av há-
tíðarhaldinum í Sørvági
vænta
góða
undirtøku.
Eisini frá sørvingum, sum
eru fluttir úr bygdini. At-
gongumerkini til veitsluna
verða at fáa í handlunum í
Sørvági. Tey, sum ikki
dagliga koma í handlarnar,
eitt nú útisetarnir, sum tey
siga í Sørvági, kunnu
tryggja sær atgongumerki
við at ringja til tlf. nr.
507419.
Av tí, at tey vænta rætti-
liga góða undirtøku, hava
fyrireikararnir gjørt av at
seta aldursmarkið fyri lut-
tøku á veitsluni til16 ár.
Tað merkir tó ikki, at tey
heilt ungu og børnini ikki
sleppa upp í part yvirhøvur.
Tí seinni í summar verða
ætlandi onnur tiltøk, sum
tey fara at sleppa við til.
Nr. 44 - 4. mars 2005
19
Hátíðarhalda
øldina í Sørvági
Forsíðan á
minnisritinum,
sum givið
verður út í
samband við
100 ára dagin
Elsta myndin, sum er til skjals av fótbóltsleikarum hjá SÍ er frá 1917
Tá SÍ fylti 40 ár, varð eisini gjørt nógv burturúr. Myndin er frá skrúðgongu heim á vøllin tann 17.
mars 1945
Kvinnuliðið Dúgvan vann aðru deild í hondbólti í 1952
Í 1978 vann SÍ triðju deild og flutti saman við GÍ upp í aðru deild
Sørvágur
Mynd: Anfinn Frederiksen