Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 44 - 4. mars 2005 Stjórin á El-Service, John Eli Olsen, ásannar, at rættiliga lítið el-arbeiði hevur verið at gjørt her heima í longri tíð, og tí hevur verið neyðugt at siga nøkrum fólkum úr starvi. Men nú felagið hevur fingið nýggjar sáttmálar við donsku skipasmiðjuna, verður aftur brúk fyri meira fólki, og teir fyrstu eru longu byrjaðir aftur NýGGIR SÁTTMÁLAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F El-Service á Skála hev- ur gjørt sáttmálar um el- talvur og el-instalatiónir til trý nýggj skip, sum Car- tensens Værft í Skagen byggir og fer at byggja í næstum. Hetta eru pelagisk skip, sum skulu byggjast til reiðaríir í ávikavist Írlandi, Finlandi og Danmark. Tað størsta av hesum skipum, er tað, sum danir lata byggja. Hetta er av sama slagi sum Finnur Fríði, sum gøtu- menn eiga. Skrokkarnir verða bygdir í Póllandi, og restin av arbeiðnum verður so gjørt á skipasmiðjuni í Skagen. Byrja hálvan apríl John Eli Olsen, stjóri hjá El-Service, sigur, at tveir av nevndu sáttmálum eru upp á skip, sum verða skift út við skip, ið El-Service áður hevur gjørt el-talvur og innstallatiónir til. Síðan fyrst í nítiárunum hevur felagið á Skála sam- starvað við Cartensens Værft í Skagen, og tilsam- ans hevur El-Service havt sáttmálar um fleiri enn tríati skip við donsku skipa- smiðjuna. – Vit hava teknað, projekterað, bygt høvuðs- talvur og hava leverað og installerað alla el-útgerðina til hesi skipini, sigur hann. Stjórin sigur, at sambært sáttmálunum við skipa- smiðjuna, byrjar arbeiðið hjá El-Service í Danmark so hvørt, sum skrokkarnir eru komnir úr Póllandi. – Alt fyrireikingararbeiði við tekningum, projekter- ing og talvum verður gjørt á Skála, og síðan verður farið til Skagens, har upp- seting og instalatiónsar- beiðið verður gjørt. John Eli sigur, at teir fyrstu menninir fara niður til Skagens um hálvan apríl, tá ið byrjað verður upp á skrokkin, sum írlendingar skulu hava. – Hesin er komin úr Pól- landi og verður nú gjørdur liðugur á donsku skipa- smiðjuni. Aftur til arbeiðis Stjórin á El-Service ásann- ar, at rættiliga lítið el- arbeiði hevur verið at gjørt her heima í longri tíð, og tí hevur verið neyðugt at siga nøkrum fólkum úr starvi. – Men nú vit hava fingið nýggju sáttmálarnar við donsku skipasmiðjuna, verður aftur brúk fyri meira fólki, og teir fyrstu eru longu byrjaðir aftur. John Eli Olsen fýlist á, at føroyskar el-fyritøkur ikki sleppa upp í part, tá ið stór- arbeiði verða gjørd í Føroy- um, og í hesum sambandi vísir hann eitt nú á bygging av undirsjóvartunlum, sjúkrahús og nú eisini nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík, har El-Service bert hevði ein lutfalsliga lítlan leiklut. Tað eru útlendskar fyri- tøkur, sum hava staðið fyri hesum uppgávum. – Í fleiri førum fáa vit slett ikki høvið at bjóða, sigur John Eli, sum heldur tað vera undarligt, at El- Service skal kunna fáa stór arbeiðir í Danmark í kapp- ing við aðrar stórar fyritøk- ur, men ikki í Føroyum. El-Service á Skála fingið nýggjar skipasáttmálar P/F El-Service á Skála hevur samstarvað við Kartensens Værft í Skagen um fleiri enn tríati skip. John Eli Olsen er stjóri í el- fyritøkuni á Skála – Eg haldi, at okkum vantar rætta hug- burðin í Føroyum, um vit skulu gerast betur til at gera tað, vit fáast við. Neyðugt er, at vit hugsa langsiktað – og ikki bara hugsa um, hvat tænir okkum best beint nú, sigur John Eli Olsen, stjóri á P/F El-Service á Skála HANDVERK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo John Eli Olsen sigur, at tá ið stórarbeiði verða gjørd í Føroyum, er tað oftast so- leiðis, at tað eru útlendskar fyritøkur, sum fara avstað við el-arbeiðnum, hóast vit hava fleiri dygdargóðar el- fyritøkur í landinum. Hann sigur, at hetta ikki minst er galdandi, tá ið ræður um stórar verkætlanir, har tað almenna er uppi í. Stjórin á El-Service á Skála nevnir soleiðis bygg- ing av undirsjóvartunlum, nýggja sjúkrahúsið og nú eisini nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík. Hann ivast ikki í, at tað verða útlendingar, sum eis- ini fara avstað við el-ar- beiðnum í sambandi við undirsjóvartunnilin undir Leirvíksfirði. – Í flestu førum er tað soleiðis, at vit sleppa slett ikki uppí part at bjóða upp á slík arbeiði. »Spyr politikararnar« John Eli sigur, at El-Ser- vice hevur havt ein lítlan leiklut í samband við nýggja bygningin hjá Før- oya Tele, men hetta hevur einki við høvuðsarbeiði at gera, sum útlendingar tóku sær av. – Tað vísir seg, at útlend- ingar hava ein fyrimun fram um okkum við at konkurera í Føroyum. Spurdur, hví so er, er svarið hjá honum stutt og greitt: Spyr politikararnar! – Tað verður slongt út, at føroyskar fyritøkur ikki eru kappingarførar, men hetta er ikki allur sannleikin, minni enn so. John Eli heldur tað vera undarligt, at føroyskar fyri- tøkur ikki skulu megna at kappast um arbeiðir í Før- oyum – við útlendskar fyri- tøkur, tá ið somu fyritøkur kunnu vinna í kapping við útlendskar fyritøkur, eitt nú í Danmark. – Her er okkurt, sum ikki hongur saman, leggur hann aftrat. Stjórin á El-Service vísir á, at tað var tann tíð, tá ið útlendskar fyritøkur kundu kappast við føroyskar fyri- tøkur í Føroyum – uttan at noyðast at ganga undir somu treytir sum føroysku fyritøkurnar. – Eitt nú kundu el-fyri- tøkur taka arbeiðir á seg í Føroyum uttan autorisatión, men hetta gongur ikki long- ur, sigur hann. John Eli vísir á, at sjálv- andi eru tær stóru útl- endsku fyritøkurnar sterk- ar, sum kanska hava eini túsund fólk í arbeiði og kunnu keypa inn í rættiliga stórum nøgdum. – Men heldur ikki her liggur allur sannleikin um viðurskiftini, tá ið ræður um slík arbeiðir í Føroyum. Hugburðurin skeivur Stjórin á El-Service heldur, at eitt sum eisini haltar í Føroyum, er hugburðurin. – Í Íslandi og Noregi er tað soleiðis, at útlendskar fyritøkur slett ikki koma í »betragtning«, um tær ikki í minsta lagi liggja eini 15% lægri í tilboði í mun til eina ávikavist íslendska ella norska fyritøku. Í Før- oyum og Danmark verður bert hugt at, hvør hevur bíligasta tilboði – og so einki meira. Men, sigur John Eli: – Hetta ger samstundis, at vit í Føroyum hava lut- falsliga smáar møguleikar at gera okkum betri – og størri, tá ið hetta er hug- burðurin í Føroyum. Hann heldur tað enn einaferð verða løgið, at ein fyritøka sum El-Service kann kappast við danskar fyritøkur í Danmark, men ikki við danskar fyritøkur í Føroyum. – Eg haldi avgjørt, at hugburðurin er fullkomi- liga skeivur, og skulu vit í Føroyum røkka longur, enn vit gera í dag, noyðast vit at hugsa øðrvísi og ikki minst hugsa um, hvat tænir okk- um best í longdini – og ikki bert í løtuni, sigur John Eli Olsen, stjóri á El-Service á Skála. Útlendskar fyritøkur fáa tey stóru el-arbeiðini