Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • fríggjadagur • 4. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo TALV Málið hjá SF Føroyum er at enda millum trý bestu liðini í kongaríkinum Kappingini um danska meistaraheitið í talvi fyri lið endar um vikuskiftið, tá tvey seinastu umførini verða avgreidd í Valby í Keypmannahavn. Føroyska talvfelagið hjá úti- setunum, sum á øðrum vetri roynir seg í bestu donsku deildini, hevur havt eitt gott kappingarár, og liggur undan endabrestinum á 3. plássi. Tað er tó sera tætt millum fleiri av liðunum, og eitt gott ella vánaligt úrslit kann gera stóran mun. Í fjør, tá SF Føroyar á fyrsta sinni royndi seg millum bestu donsku liðini, var endaliga úrslitið eitt 6. pláss, men vónir eru altso um eitt enn betri úrslit í vetur. Helsinge hevur heilt víst tryggjað sær DM-heitið fimta árið á rað. Leiðsla teirra er 10 stig, og einans 16 stig eru eftir at telva um í teimum báðum dystunum, sum eftir eru. Munurin millum liðið á øðrum plássi og liðið á sætta plássið er hinvegin einans hálvtannað stig, og her er tí einki avgjørt. Í botninum er greitt, at tað verður Nordre ella K41, sum flytur niður. Hetta verður helst avgjørt í innanhýsis dystinum millum hesi bæði liðini leygardagin. Heiðursmerki er málið Føroyska felagið skal um vikuskiftið fyrst royna seg móti liðnum SK1968 úr Århus. Teir hava somuleiðis havt eitt framúr kappingarár og liggja á øðrum plássi, eitt hálvt stig frammanfyri føroyingarnar. Liðið hjá teimum er serstakt á tann hátt, at nærum allir átta telvararnir eru eins góðir, og hetta er helsta orsøkin til at liðið hevur staðið seg so væl. Sum tað sæst á yvirlitinum niðanfyri, so eru føroyingarnir favorittar at vinna á evru borðunum, meðan århusianar- arnir hava hægri ratingtøl á niðaru borðunum. SF Føroyar - SK1968 IM Nikolaj Borge (2404) - Arne Matthiesen (2334) John Arni Nilssen (2403) - Allan Holst (2362) Heini Olsen (2359) - Martin Matthiesen (2280) Flóvin Tór Næs (2303) - Lars Hansen (2275) Hans Kristian Simonsen (2293) - Magnus Lindfeldt (2290) Carl Eli N. Samuelsen (2195) - Pelle Bank (2269) Heini Danielsen (2149) - Erik Søbjerg (2294) Terji Petersen (2022) - Thomas Christensen (2269). Risa avbjóðing Um ein føroysku sigur fæst í hús móti SK1968 leygar- dagin, so eru góð líkindi til at liðið vinnur seg fram á annað pláss undan síðsta umfarinum. Tað verður kanska eisini neyðugt tá at hava okkurt at dúva upp á, tí í síðsta dystinum, ið verður leiktur sunnudagin, sita ferfaldu danmarksmeistararnir úr Helsinge hinumegin talvborðini. Helsinge-liðið er mannað við eini rúgvu av stórmeist- arunum og altjóða meistarum, og hevur ikki sýnt nakra náði í kappingini um DM-gullið í vetur. Teir hava sostatt vunnið allar sínar dystir minst 5-3. Føroyska liðið er um vikuskiftið styrkt við John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen, sum koma niður á flatlond at rætta eina hjálpandi hond. Vónir eru tí um, at SF Føroyar stendur seg betri enn í fjør, tá føroyska liðið mátti líða stórtap 7-1 í dysti, sum varð leiktur á norður- atlantisku bryggjuni. Í ár verða manningarnar nokk hesar: SF Føroyar - Helsinge IM Nikolaj Borge (2404) - GM Peter Heine Nielsen (2662) IM John Rødgaard (2323) - GM Lars Schandorff (2520) John Arni Nilssen (2403) - IM Thomas Hutters (2446) Heini Olsen (2359) - IM Steffen Pedersen (2434) Flóvin Tór Næs (2303) - IM Klaus Berg (2418) Hans Kristian Simonsen (2293) - Niels Jørgen Fries Nielsen (2401) Carl Eli N. Samuelsen (2195) - IM Simon Bekker Jensen (2405) Heini Danielsen (2149) - David Bekker Jensen (2275) Sum tað sæst á ratingtølunum, so er liðið úr norðursælandi favorittur at vinna á øllum borðunum. Peter Heine Nielsen er besti telvarin á øllum norðurlondum í løtuni, og liggur hann nummar 49 í heiminum. Danmarksmeistarin Steffen Pedersen situr á 4. borði, og sum heild hevur Helsinge- liðið fáar veikleikar. Um nakað skal nevnast, so telva summir av teirra monnum ikki so nógv fyri tíðina og eru tískil kanska ikki í toppformi. Talan verður um eina stóra avbjóðing hjá føroysku telvarunum, og tað eru dystir eins og hesin sum gera tað spennandi er at royna seg millum bestu donsku liðini. Um tað so eydnast at fáa nóg mong føroysk stig til høldar um vikuskiftið til at røkka eitt heiðursmerkjapláss má tíðin bara vísa. Støðan í Skakliguni undan vikuskiftinum 1. Helsinge 31 stig (10 dystarstig) 2. SK 1968 21 stig (6 dystarstig) 3. SF Føroyar 201/2 stig (7 dystarstig) 4. Skolerne 201/2 stig (6 dystarstig) 5. Brønshøj 201/2 stig (4 dystarstig) 6. Helsingør 191/2 stig (6 dystarstig) 7. Nordre 15 stig (1 dystarstig) 8. K41 10 stig (0 dystarstig) Síðstu dystirnir í Skakliguni eru hesir Leygardagin 5. marts SK 1968 - SF Føroyar Helsinge - Skolerne Brønshøj - Helsingør K41 - Nordre Sunnudagin 6. mars SF Føroyar - Helsinge Skolerne - K41 Nordre - Brønshøj Helsingør - SK 1968 Talvútisetar á heiðursmerkjakós Heini Olsen er ein av stuðlunum á føroyska talvliðnum, sum um vikuskiftið skal royna at vinna sær heiðurs- merkir, nú kappingin um danska meistara- heitið í talv verður avgjørd savnsmynd Vegna plásstrot høvdu vit ikki mynd av føroyameistarunum í billard úr Havnar Klubba í blaðnum í gjár, men her eru teir so. Frá vinstru eru tað Carsten Hansen, Niels Nielsen og Henrik Pedersen.