Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 11 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Annað kann ikki sigast, nú tað tykist greitt, at í øllum førum tríggir leikarar frá føroyska U-16 liðnum hava Áhugi fyri føroyskum leikarum Hóast laku úrtøkuna hvat úrslitum viðvíkur, hevur føroyska luttøkan í U-16 kappingini vakt ans fingið innbjóðingar til ven- jingar uttanlands. Í farnu viku frættist frá HB, at Rani D. Christiansen var boðin til Middlesbrough í Onglandi. Nú er so greitt, at eisini teir báðir, Jann Ingi Petersen úr B68 og Ingi Højsted úr B36 hava fingið tilboð um at venja við útlendskum fe- løgum. Áhugi fyri fleiri Hesu ferð er tað hollendska stórfelagið, PSV Einhoven, sum hevur sýnt áhuga. Fe- lagið, sum millum annað hevur vunnið Europa-Cup fyri meistarar, hevði umboð í Føroyum, tá U-16 kapp- ingin varð leikt, og síðani hava teir so boðið teimum báðum føroyingunum at koma til venjingar. Júst nær venjingarnar verða, er ikki endaliga fast- lagt, men allarhelst verður tað einaferð í oktober mán- aði. U-16 landsliðið skal tá til Hollands at royna seg í EM-undankapping, og har- umframt er heystfrítíðin hjá skúlunum eisini um hetta mundi. Tað er Jákup í Stórustovu, sum hevur umsitið sam- skiftið millum PSV og før- oysku partarnar, og hann heldur, at økti áhugin fyri føroysku leikarunum av- gjørt eigur at takast sum eitt herðaklapp til føroyskan føroyskan fótbólt. Bæði á landsliðs- og felagsstøði. Jákup sigur víðari, at tal- an møguliga eisini verður um at aðrir leikarar frá U- 16 liðnum sleppa út um landoddarnar at royna seg, men at einki tó er endaliga avgjørt í so máta. Liðskiparin á føroyska U-16 liðnum, Jann Ingi Petersen, sleppur nú til PSV Einhoven á venjingarferð Saman við Jann Inga fer eisini liðfelagin á U-16 liðnum, Ingi Højsted úr B36 JÁKUP MØRK Mánadagin leikti FCK á úti- vølli móti nýggja superligu- liðnum, FC Midtjylland. Serliga í fyrra hálvleiki hevði FCK stóra leikliga yvirvág, men hóast teir báð- ir áleypararnir, Pascal Simpson og Harald Bratt- bak, høvddu fleiri møgu- leikar, so eydnaðist tað ong- antíð at at leggja seg á odda. Í seinna hálvleiki kom heimaliðið nógv betur við í FCK tapti aftur Hóast leikliga yvirvág eydnaðist tað heldur ikki hesu ferð hjá Toda og teimum at fáa trý stig við sær aftur úr Jyllandið. dystin, og tað eydnaðist teimum eisini at leggja seg á odda, tá 55 minuttir vóru leiktir. Eisini eftir hetta hevði FCK onkrar góðar møgu- leikar, og millum annað rak- ti Simpson tvørstongina ta einu ferðina, meðan heima- liðið í hinum endanum eis- ini skeyt á stongina. Todi Jónsson var við frá byrjan, men varð skiftur út í 71. minutti. Samanumtikið eitt úrslit, sum høvuðsstaðarfelagið við stórslignu ætlanunum ikki kann vera nøgt við. FCK er nú á 10. plássið í superliguni við 4 stigum fyri 5 dystir. Komandi umfar verður stórdystur, tá FCK á heima- vølli tekur móti Brøndby. Ein dystur, sum skal vinn- ast, um FCK ætlar sær at gera ætlanir sínar um kapp- ingarárið til veruleika. 1,3 mió kr. frá UEFA Europeiska fótbóltssamgongan avroknar nú inntøkurnar frá Europa cup kappingunum í 1999/2000 JÁKUP MØRK Umframt tær inntøkur, sum luttakandi føroysku liðini hava fingið frá UEFA, verð- ur peningur eisini latin FSF fyri føroysku luttøkuna. Til hini Til samans er talan um 272 túsund sveitsiskar frankar, svarandi til uml. 1,3 mió kr. Reglurnar hjá UEFA við- víkjandi útgjaldingini eru í ár broyttar, soleiðis at hesin peningur skal latast teimum feløgum, sum ikki hava tik- ið lut í europeisku kapping- unum. Har umframt treytar UEFA sær eisini, at pening- urin verður nýttur til ung- dómsarbeiði í teimum fe- løgum, sum móttaka upp- hæddina. Ikki greiðar reglur Hvussu hesar reglur ávirka upphæddina til Føroyar, er tó ikki endaliga greitt. Reglurnar hjá UEFA eru ætlaðar teimum londum, har proffesionel feløg hava serstaka fótbóltssamgongu. Ísak Mikladal, aðalskirv- ari í FSF sigur, at FSF í næstum fer at hava fund um málið, og at støða tá verður tikin um hetta. Hvat úrslitið av hesum verður, er sjálvandi ilt at gita um, men í øllum førum er líkt til, at upphæddirnar onkursvegna fara at koma øllum feløgunum í fremstu mansdeildini til góðar. HEINI Í SKORINI Størsti sigurin higartil í kvinnudeildini í ár var í Klaksvík, har KÍ kvinnurnar snøgt sagt hølvaðu Skála av. KÍ var sjálvsagt stórfavo- rittur undan dystinum, men at tað skuldi gerast ein so stórur sigur í Klaksvík sunnudagin, høvdu fá rok- KÍ ikki til at steðga KÍ vann størsta sigurin í ár um vikuskiftið, meðan HB og B36 eisini fingu trý týdningarmikil stig í kappingini um at fáa KÍ aftur á stigartalvuni nað við. KÍ legði út sum eitt ó- løgið, og longu langt áðrenn liðini fóru til hálvleiks, var dysturin avgjørdur. Hálv- leiksstøðan var heili 13-0 til KÍ, og tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 17-0, sum eisini er størsti sigurin í ár í kvinnudeildini. Ma- lena Josephsen, sum hevur verið millum bestu leikarar- nar hjá KÍ og í allari kapp- ingini í ár, skeyt ikki færri enn átta mál, og sostatt er hon á ovastu rók á máltind- inum í endaspælinum hjá kvinnunum við 11 málum. Viviann Bjartalíð var eisini í málhýri sunnudagin, og hon skeyt fýra av teimum 17 málunum hjá KÍ. Síðani skutu Ragna Andreassen og Margit Joensen tvey mál í part, meðan Elsa Maria Si- monsen skeyt eitt mál. Týdningarmikil HB sigur HB var á Vági um viku- skiftið, hóast dysturin sam- bært kappingarskipanini skuldi verði leiktur í Havn. Tað bar so á fyri summar- steðgin, at HB ikki møtti upp til dyst í Vági í inn- leiðandi umfarinum, og vór- ðu tær dømdar at missa heimavøllin. HB hevur mót- mælt, og nógv rok var un- dan dystinum um, hvar hann skuldi spælast. Men fyribils hava HB kvinnurnar mist heimavøllin, og tí var dysturin leiktur í Vági. Men HB kvinnurnar fóru ikki niður við høvdinum av tí orsøk, og tær svaraðu aft- ur við at vinna ein greiðan sigur suðuri í Vági. Seinastu ferð kvinnufótbólturin var umtalaður, varð skrivað, at Eyðvør úr Dímun spældi sín síðsta dyst fyri HB seinasta sunnudag móti B36, av tí at hon skal aftur til Danmarkar í lestrarørindum, men hon spældi eisini við í Vági um vikuskiftið. Hon fer niður hósdagin, og sostatt var hetta hennara síðsti dystur í ár fyri HB. Tað var eisini Eyðvør úr Dímun, sum legði HB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og sostatt hevur hon skorað í hvørjum dysti, hon hevur spælt við fyri HB. Síðani økti tann altíð vandamikla Eyðfríð Christ- iansen um leiðsluna seint í fyrra hálvleiki, og 2-0 var eisini hálvleiksstøðan. Men heilt tíðliga í seinna hálv- leiki minkaði Guðrun í Lágabø um munin fyri VB, og spenningurin var aftur stórur. Men HB kvinnurnar vildu nakað annað, og Eyð- fríð Christiansen stóð enn einaferð fyri einum sera vøkrum máli miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hon fer framvið 5-6 leikarum, og smekkar hon síðani bóltin í netið til 3-1 til HB. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aft- urat, staðfesti Annika Godt- fred sigurin við at økja um munin til 4-1, og var hetta eisini ein sonn perla. Eftir at vera farin framvið trim- um leikarum, smekkar hon bóltin upp í málhornið, og sostatt vann HB ein sera týdningarmiklan sigur í Vági, sum í síðsta enda kann hava sera stóran týd- ning fyri kappingina. B36 vann tepurt í Runavík Eftir at B36 tapti móti HB seinasta vikuskiftið, var tað av alstórum týdningi, at tær fingu fulla úrtøku burtur úr dystinum í Runavík, har tær fyri summarsteðgin taptu heili 5-0. Tá dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 4-3 til kvinnurnar úr B36, sum so- statt enn hava ein møguleika at gera seg galdandi í stríðnum um heiðursmerk- ini. NSÍ førdi annars bæði 2- 0 og 3-2, áðrenn havnar- kvinnur tryggjaðu sær sig- urin. NSÍ førdi eisini 1-0 í dystinum ímóti HB, men tapti 2-1, so NSÍ er kanska ikki so langt frá sínum fyr- sta sigri í endaspælinum. Maibritt Olsen legði heimaliðið framum, og Irdi Hansen økti um leiðsluna til 2-0, áðrenn B36 slapp fram- at. Maria Vang skoraði eftir hornaspark, og Sólva Joen- sen javnaði stutt eftir. Irdi Hansen legði NSÍ framum aftur, men Laila Enghamar javnaði. 3-3 var støðan, tá liðini fóru til hálvleik. Seinni hálvleikur var ikki eins undirhaldandi og fyrri, og áskoðararnir sóu bara eitt mál eftir steðgin. Tað var Elsebeth Jónsson, sum skor- aði eftir hornaspark, tá hálv- ur tími var eftir at spæla. Hetta vísti seg eisini at vera vinnandi málið, sum tryggj- aði B36 trý stig, og tær hava enn møguleikan at fáa heið- ursmerki í ár, men fá halda, at tær kunnu vinna føroya- meistaraheitið. KÍ favorittur KÍ er einasta liðið við full- um stigatali, meðan øll hini liðini hava tapt minst ein dyst. KÍ er favorittur at vinna føroyameistaraskapið í kvinnudeildini, meðan størsta hóttanin óivað er HB, men tær missa Eyðvør úr Dímun, og tað verður tor- ført at vinna uttan hana á liðnum. Í næsta umfari møtast júst hesi bæði liðini, og um HB skal gera sær nakrar vónir um gerast FM vinnarar, mugu tær vinna dystin móti KÍ í Havn. Úrslit um vikuskiftið: KÍ-Skála 17-0 KÍ: Malena Josephsen 8, Vi- viann Bjartalíð 4, Ragna Andreassen 2, Margit Joen- sen 2, Elsa Maria Simonsen 1 HB-VB 4-1 (Leiktur í Vági). HB: Eyðvør úr Dímun 1, Eyðfríð Christiansen 2, Annika Godtfred 1 VB: Guðrun í Lágabø 1 NSÍ-B36 3-4 NSÍ: Elsebeth Olsen, Irdi Hansen 2 B36: Maria Vang 1, Sólva Joensen 1, Laila Enghamar 1, Elsebeth Jónsson 1 Malena Jospehsen skeyt ikki færri enn 8 mál, tá KÍ sunnudagin vann higartil størsta sigurin í endaspælinum Mynd: SJH vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 5 4 - 0 - 1 12 11 1 12 2 KÍ 3 3 - 0 - 0 27 0 27 9 3 VB 4 2 - 1 - 1 17 7 10 7 4 B36 5 2 - 1 - 2 10 8 2 7 5 NSÍ 3 0 - 0 - 3 6 10 -4 0 6 Skála 4 0 - 0 - 4 0 36 -36 0 Støðan, 1. deild kvinnur Máltindurin Malena Josephsen KÍ 11 Guðrun í Lágabø VB 7 Eyðvør úr Dímun HB 6 Annika Godtfred HB 5 Vivian Bjartalíð KÍ 5 Rannvá Andreasen KÍ 4 Sólvá Joensen B36 3 Margit Joensen KÍ 3 Ragna Andreasen KÍ 3 Irdi Hansen NSÍ 3 Laila Jespersen VB 3 10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 160 - 23. august 2000 Nr. 160 - 23. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Almenn móttøka ê sambandi viÝ at Ð FelagiÝ er 25 ‡r Ð Vit eru flutt ’ nàggjan skrivstovu- og verkstaÝsbygning Ð Fyrst setti arbeiÝsmaÝur J—gvan Lamhauge hevur 25 ‡ra starvsdag verÝur boÝiÝ til m—tt¿ku ’ h¿lum okkara ‡ Hjalla fr’ggjadagin 25. august kl. 14.00 til 17.00 J&K Petersen Sosialurin - 311820