fríggjadagur 4. mars 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2005
29
Dagtilhaldið Fløvi
Í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum. Tlf. 448279. Allir
pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir. Opið er mánadag
til fríggjadag kl. 15 – 18.
Fríggjadagur 4. mars:
Opið hús
Hvønn dag er ein góður
drekkamuður at fáa. Bløðini
eru altíð til taks. Somuleiðis
kort og spøl. Tú ert vælkomin
at hava títt egna hondarbeiði
við. Andakt verður lisin
hvønn dag.
Eldrafelagið Nón
Týskvøldið 8. mars koma vit
saman til hugnaløtu í húsum
felagsins kl. 19.30. Vit fáa
vitjan av Adelborg Linklett og
øðrum.
Kongshavnar
Kvinnufelag
Helena Petursdóttir heldur
almennan fyrilestur um
kvinnusjúkur og skiftisárini
mánakvøldið 7. mars kl. 19.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugs-
að tær at vita meira um felag-
ið ella at gerast limur, kanst
tú venda tær til, formannin:
Frits Jacobsen, tlf. 3320534
ella ein av nevndarlimunum.
Tilhaldi Hugnin í Sandoy
er opið mánadag og mikudag
frá kl.- 14 til 17. Báðar dagar-
nar er drekkamuður at fáa.
Bløðini eru eisini til taks. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
líkaviku frá kl 15.00 til 18.00.
Bilur fæst til staðið við at
ringja 371069 eftir kl. 13.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska
tíð, á FM 107,1 MHz.
Eliaskirkjan.
Møti er hvørt leygarkvøld kl.
19 í kjallaranum í Elias-
kirkjuni á Vesterbro Torv,
Vesterbrogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 8 min. at
ganga frá Hovedbanegården,
4 min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1A, 6A, 14, 15 og
28 steðga nærhendis.
Nærri fæst at vita frá Atla
Rasmussen, tlf. 32 969995
ella Albin Johannessen, tlf. 32
88 68 79.
E-mail: pr@eliaskirkjan.dk
www.eliaskirkjan.dk
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
oman fyri 60 ár eru væl-
komin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við
børnum, sum ikki hava
ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Mikudag: kl. 20.00–21.00
Stiga- og siðafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og
kl. 22.30-23.30
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
Al-Anon
Fundir fyri avvarðandi at
alkoholikarum er mánakvøld
kl. 21.00 á Glyvrum. Í gomlu
lærara íbúðini í Glyvra skúla.
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin-
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
TILTØK
KROSSORÐ
Kirstin Henriksen
á Dul, 490 Strendur
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
408
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Villini súgdjór - Dorethe Bloch/Edward Fuglø
Føroysk Flora - Jóhannes Jóhansen
Havið - Bogi Hansen
Íslandsklokkan - Halldór Laxness
Grót og steinar - Martin Heinesen týddi
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: SÓLSKINSDAGAR