fríggjadagur 4. mars 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 44 - 4. mars 2005
Eftir eina sera góða mót-
tøku á Broadway verður
ungi og evnaríki handrita-
høvundurin Barton Fink
(John Turturo) biðin um at
koma til Hollywood. Tað er
tann valdsmikli studio-
bossurin Jack Lipnick, ið
ætlar at gera sær dælt av
hesum unga talentinum.
Men intellektuelli Barton
heldur lítið um yvirfladisku
tilveruna í sólríka Kaliforn-
ia. Tá hann so fær upp-
gávuna, ið er at skriva eitt
heilt stutt filmshandrit til
eitt ítróttadrama um brots-
menn, læsir hann seg inni á
lítla hotelrúminum. Men
tað gongur sera striltið við
at fáa nakað niður á pap-
pírið. Hetta, hóast at íblást-
ur er at finna á sjálvum
hotellinum har hann býr.
Gestirnir eru nevniliga
nakað heilt fyri seg. M.a.
tann løgni Charlie Mea-
dows (John Goodman), ið
sigur seg vera sølumann.
Og so eisini stóra ímyndin
hjá Barton, kendi høvund-
urin W.P. Mayhew (John
Mahoney), ið eisini hevur
sínar trupulleikar at dragast
við. Mayhew hevur eina
skrivstovudamu at hjálpa
sær, Audrey Taylor (Judy
Davis), ið so avgjørt hevur
sítt siga, tá tað ræður um at
skriva filmshandrit. Hon
roynir eisini at geva Barton
eina hjálpandi hond við
hansara arbeiði.
Chuck hevur alt sítt lív
verið ein trælur av klokkuni
- eitt rættiligt nútímans
menniskja, ið alla tíðina
hevur skund. Men nú, eftir
eina flogvanlukku er hann
strandaður á eini oydnari
oyggj, og tíðin er nú næstan
tað einasta, ið hann hevur
um hendi. Chuck Noland
starvast trúliga fyri post- og
vør uflutningsfelagið
FedEx. Hann ferðast sera
nógv í sínum starvi. Ta einu
løtuna er hann á vestur-
strondini í USA, næstu løt-
una er hann í einum heilt
øðrum landi. Hann svevur í
flogfarinum aftur og fram.
Restina av tíðini loysir
hann trupulleikar, ið stinga
seg upp í skundmikla post-
arbeiðinum, ímeðan hevur
hann eygað á sekundvísar-
anum, tí posturin skal koma
fram til ásettu tíðina. Júst
heimafturkomin úr Moskva
fær hann líka tíð til at kyssa
unnustu sína færvæl á veg
til næsta flogfarið. Hann
lovar henni, at tey skulu
halda nýggjársaftan saman,
nú hann ikki fekk verið
saman við henni um jólini.
Hon gevur honum eitt ur í
jólagávu.
Flogfarið
fer
tvørtur um Stillahavið, og
so gongur tað galið - onku-
staðni har úti yvir Stilla-
havinum. Flogskipararnir
hava mist tamarhaldið á
flogfarinum og tað dettur
niður. Chuck fær strítt seg
upp á turt, men hann hevur
ikki ánilsi av, hvar hann er.
So við og við sær Chuck, at
hann er endaður á eini
oydnari oyggj, har einki
menniskja í longri tíð hevur
sett sín fót. Nú eru góð ráð
dýr. Hann má seta sær fyri
eyga at lívbjarga sær sjálv-
um á hesi oydnu oyggj, og
tað er ógjørligt at siga um
nakar yvirhøvur fer at finna
hann. Í neyðini lærir hann
seg at kynda eld, at byggja
eina smáttu við pálma-
bløðum, at vinna sær føði
og matgera. Somuleiðis er
ein stór avbjóðing at halda
sinnið frískt. Tí teknar hann
á ein flogbólt, ið hann
finnur við strondina, eygu,
nøs og munn, nú hevur
hann so onkran at tosa við.
Cast Away
Barton
Fink
Tom Hanks í høvuðsleik-
lutinum
Fimm góðir við sama
sjónleikara:
• Catch Me If You Can
(2002)
• Saving Private Ryan
(1998)
• Forrest Gump (1994)
• Philadelphia (1993)
• The Burbs (1989)
Leikstjórnað: Joel Coen
Fimm góðir av sama leik-
stjóra:
• The Man Who Wasn't
There (2001)
• O Brother, Where Art
Thou? (2000)
• The
Big
Lebowski
(1998)
• Fargo (1996)
• Miller´s Crossing (1990)
Chuck Noland (Tom Hanks) endar á eini oydnari oyggj
einastaðni í Stillahavinum eftir at flogfarið, ið hann var við
datt niður
Chuck má seta sær fyri at
lívbjarga sær sjálvum og tað
er ógjørligt at siga um nakar
yvirhøvur fer at finna hann
John Turturo, sum høvundurin Barton
Fink úr New York, ið verður biðin at
koma til Hollywood at skriva eitt
filmshandrit. Søgan fer fram í 1941
Charlie Meadows (John
Goodman) kemur í
samband við Barton Fink
Á DR1 í kvøld kl. 20.30
Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 22.25