leygardagur 5. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
5
Heimasíða til
handverk
Føroya Handverk-
arafelag fingið
heimasíðu
HEIMASÍÐA
Tíðindaskriv
Á heimasíðuni eru upplýs-
ingar um felagið og lima-
feløgini. Kunnað verður
eisini um virksemi, fundir,
tiltøk og onnur viðurskifti,
sum viðkoma felagnum og
handverksvinnuni.
Eisini eru tíðindi og
tíðindastubbar á heima-
síðuni. Talan er um tíðindi,
sum
lýsa
støðuna
í
handverksvinnuni og um
annað, sum kann hava
týdning fyri hesa vinnu.
Á heimasíðuni eru nógv
leinki til feløg, sum Hand-
verkarafelagið hevur sam-
band við, og til skúlar og
stovnar, sum standa hand-
verksvinnuni nær. Vitjandi
á heimasíðuni hava eisini
høvi til at lesa sáttmálar og
lønartalvur, sum Hand-
verkarafelagið hevur gjørt
við arbeiðsgevarafeløgini.
Adressan á heimasíðuni
er www.fhf.fo
Forvitnislig kon-
sert í hábærsligum
umhvørv
TÍÐINDASKRIV
frá Føroya Fornminnis-
savni og Tórshavnar
Kamarkóri
Sunnudagin 6. mars kl.
16.00 hevur Tórshavnar
kamarkór konsert í fram-
sýningarhølunum,
har
kirkjubøstólarnir
verða
sýndir fram.
Hugskotið við konsert-
ini er at framføra kirkju-
tónleik, sum hóskar til so
hábærsligar karmar, sum
kirkjubøstólarnir eru.
Tónleikurin, sum Kam-
arkórið fer at framføra, er
valdur soleiðis, at hann
onkusvegna hevur tilknýti
til myndaevnini á stóla-
vangunum ella ta tíðina,
teir eru frá.
Rættiliga nógvur kórtón-
leikur snýr seg um Mariu
moy (Ave Maria, Ave maris
stella, Maria var moyggin
o.s.fr.), og av tí at sunnu-
dagurin 13. mars er Boðan-
ardagur Mariu, og at Maria
er umboðað á 2 av stóla-
vangunum, eru heilir 4
sangir til hennara á skránni.
Myndaevnið á fremsta stól-
inum, sum kallast Visitatio
- Vitjanin -, har Maria kem-
ur at vitja Elisabet, sum
eisini er við barn, er bein-
leiðis umboðað við sangin-
um við sama heiti.
Á skránni annars er kór-
sangir úr miðøld, úr ren-
esansuni, romantiska tíð-
arskeiðnum, 2 kingoløg og
nýggjur føroyskur kórtón-
leikur.
Ein blásikvintett, mann-
að av lærarum í musikk-
skúlanum, luttekur eisini í
konsertini við tónleiki eftir
J.S.Bach, Percy Grainger
og Darius Milhaud.
Annars er at siga, at
Tórshavnar
Kamarkór,
sum Ólavur Jøkladal setti
á stovn í 1985, hevur 20 ár
á baki í ár, og verður hetta
hátíðarhildið við jubile-
umskonsert
í
Norður-
landahúsinum 30. apríl.
Kári Bæk er leiðari hjá
Tórshavnar Kamarkóri.
Í steðginum verður stutt
frágreiðing um motivini á
kirkjubøstólunum.
Atgongumerki á 70 kr.
verða seld við dyrnar, og
børn hava ókeypis atgongd.
Nýggi stjórin í Norðurlanda-
húsinum vitjað Klaksvík
Niels Halm hevur
vitjað part av ment-
anarlívinum í Klaks-
vík og heldur, at
Klaksvík hevur nógv
at bjóða á mentanar-
økinum
KLAKSVÍK
tíðindaskriv
Dávur Winther - mentanar-
leiðari, sum longur nú
hevur havt ávíst samstarv
við Niels Halm um m.a. H.
C. Andersen Paraden, hev-
ur aðrar og fleiri ætlanir um
samstarv við Norðurlanda-
húsið.
Fyri at kunna um , hvat
er á skránni ymiskar staðir í
Klaksvík á mentanarøkin-
um, varð Niels boðin til
Klaksvíkar á vitjan.
Mikudagin varð fundur
við borgarstjórnan Stein-
bjørn O. Jacobsen og for-
kvinnuna
í
Mentanar-
nevndini Gunvu við Keldu
og umboð fyri mentanar-
nevndina.
Eisini vóru umboð fyri:
Atlantis, kunningarstovuna
og Summarfestivalin við á
fundinum, har tey kunnaðu
um sítt virksemi.
Vitjað var eisini í kirkj-
uni, skúlanum, Atlantis,
Kunningarstovuna og í
Studio Pegasus.
Niels var saman við konu
síni í Klaksvík. Tey kundu
ikka bara sær við at taka ta
vøkru
náttúruna
uppá
tungu. Samstundis fegnað-
ist hann um tað nógva
virksemið, sum Klaksvíkin
kundi vísa á hevði verið á
skránni seinnu árini . Fleiri
hugskot komu upp úr
teimum ymisku hattunum
og vórðu umtalað, sum
spennandi.
Ætlanin hjá nýggja stjór-
anum í Norðurlandahúsin-
um er samanfallandi við
ynski hjá Klaksvík, at so
nógv tiltøk sum gjørligt
skulu kunna vera aðra-
staðni enn bert í Norður-
landahúsinum. Í hesum
sambandi helt hann Klaks-
vík vera eitt spennandi øki.
Niels Halm metti at
Klaksvíkin hevði nógv at
bjóða, og hann gleddi seg
til at eitt frukarmikið sam-
starv millum Norðurlanda-
húsið og Klaksvík í síni
heild kundi koma í lag.
Eitt vóru allir partar
samdir um: Netverkið av
persónum, sum knýta seg
til mentanarøkið í breiðari
merking var umráðandi at
halda fast við og styrkja.
Tað eru ikki bara tey
ungu sum vilja hoyra
írsku heimsstjørnuna
Brian Mc Fadden á
Summarfestivalinum.
Stórur áhugi er fyri at
keypa billettir í for-
sølu og fólk í øllum
aldri royna í hesum
døgum at tryggja sær
innivist í Norðoyggj-
um fyrsta vikuskiftið í
august
KONSERT
Jákup Mørk
– Jú, telefonin gongur heit
og tað er longu farið at
ganga undan við summar-
húsum, sigur Christian Ol-
sen, leiðari á Kunningar-
stovuni í Klaksvík
Síðani fyriskipararnir av
Summarfestivalinum kunn-
gjørdu, at ongin minni enn
navnframi forsangarin í
Westslife, Brian McFadd-
en, sum í hesum døgum
klívu hitlistarnar í nógvan
londum, verður í Klaksvík
fríggjakvøldið 5. august,
hava tey á Kunningarstov-
uni havt úr at gera.
– Áhugin er sera stórur
fyri at tryggja sær innivist
meðan festivalurin er og at
fáa fatur í atgongumerkj-
um. Vit hava í løtuni eitt av-
markað tal av húsum og
íbúðum, og hesi tilboðini
eru longu um at ganga und-
an. Men vit royna tó at út-
vega fleiri hús, men tað
kann verða trupult at her-
berga øllum, tí flestu klaks-
víksingar vilja eisini verða
heima meðan stóru tón-
leikatiltøkini vera.
Bót og biti
Seinasta summar vóru fleiri
festivalgestir sum valdu at
taka tjaldið við sær til
Klaksvíkar. Og soleiðis
verður eisini hetta summ-
arið væntar Christian Olsen
á Kunningarstovuni.
– Vit hava góðar umstøð-
ur til teirra, sum vilja reisa
tjald og búgva í tjaldingar-
plássini úti í Grøv. Ein av-
tala er eisini gjørd við ein
bónda, soleiðis at gerst tað
neyðugt, so verður pláss fyri
eini 100 teltum tilsamans.
Harfturat er møguleiki
hjá fólki at koma við camp-
ingvognum, at stevna til
Klaksvíkar við báti ella at
fáa innivist hjá privatfólki.
Ból og biti er eitt tilboð, har
gestir verða vístir til eitt
kamar við morgunmati inni
hjá fólkum, sum í húsum
sínum hava pláss til yvirs.
Innrás av fólki
Steintór Rasmussen, sum er
ein av fyriskiparunum av
Summarfestivalinum,
roknar við, at tað verður ein
innrás av fólki longu
fríggjakvøldið, tá ið Brian
Mc Fadden fer á pallin.
– Vit hava síðani seinasta
summar merkt sera stóran
áhuga fyri festivalinum.
Men aftaná at vit kunn-
gjørdu, at írska heims-
stjørna fór at verða at hoyra
í Klaksvík tykist tað um fólk
í øllum aldursbólkum og
allastaðni úr landinum ætla
sær á summarfestival. Og
tað teknar væl at tað longu
eru seld fleiri hundrað viku-
skiftispass í forsølu, sigur
Steintór Rasmussen, sum
væntar at tey bíligu at-
gongumerkini eru uppi, áðr-
enn tað føroyska summarið
av álvara byrjar.
Niels Halm stjórin í Norðurlandahúsinum saman við teimum tungu dreingjunum í Klaksvík
Øll vilja hoyra Brian
Longu nú tykjast fólk hava
lagt sær ætlanir um at fara
til Klaksvíkar í august-
mánaði, tá Brian McFadden
verður millum teirra, sum
síggjast á pallinum
TÍÐINDASKRIV
Í sambandi við Altjóða
kvinnudagin 8. mars fer
Amnesty
International
Føroya deild at skipa fyri
tiltøkum undir heitinum
"Steðgið harðskapi móti
kvinnum". Tiltøkini eru
partur av altjóða átakinum
hjá Amnesty "Stop viol-
ence against women".
Fyrra tiltakið verður á
Torginum í SMS , har Am-
nesty hevur eina framsýn-
ing og sølubás allan dagin.
Umframt framsýningina
og tiltakið við handmerkj-
unum er møguleiki hjá
fólki at skriva undir áheit-
anir til stjórnir, um at
streingja á fyri at gera
mannarættindi til veru-
leika fyri allar kvinnur.
Seinna tiltakið verður í
hølunum hjá Arbeiðara-
felagnum Hæddini í Runa-
vík klokkan 20.00. Har
fara umboð frá Amnesty at
greiða frá um harðskap
móti kvinnum og um
altjóða
átakið
"Steðgi
harðskapi móti kvinnum",
sum Føroya Deild arbeiðir
við í løtuni.
Amnesty til kvinnur