Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 45 - 5. mars 2005 5.400 tons undir Føroyum Fiskiskapur: Nú februar mánaður er farin aftur um bak, er gjørt upp fyri út- lendsku veiðuna í før- oyskum sjóøki. Íalt hava útlendsk fiskifør veitt 5.451,8 tons teir 28 dagarnar í farna mánaði. Í februar mánaði hava bert skip úr fýra ymiskum londum verið í føroysk- um sjóøki, og av hesum hava tey russisku skipini veitt nógv tann størsta partin. Umframt russar hava eisini skip úr Bret- landi, Fraklandi og No- regi verið í okkara sjóøki. Henda farna mánaðin hava tey bretsku skipini veitt góð 58 tons, tey fronsku 124 tons og tey norsku 633 tons. Men tað eru tey russisku, sum eiga bróðurpartin av veiðuni í februar, heili 4.818 tons, har meginparturin, ikki ó- væntað, var svartkjaftur. Øll hesi skipini hava íalt havt 258 fiskidagar í februar. Nevnast kann, at tað serliga er veiðan eftir svartkjafti hjá russiskum skipum, sum telur mest í teim veiddu fiskasløgun- um. Umframt svartkjaftin hava tey fiskað 272 tons av longu og 245 tons av brosmu, meðan smærri nøgdir eru veiddar av øðrum fiskasløgum. Henda seinasta mán- aðin er kortini ikki ein einasti stertur veiddur av svartkalva, sild, makreli, rossamakreli, langasporli, stinglaksi, prikkafiski, flatfiski ella nakað av brugdulivur. sb. "Hvat er lívið" í Ebenezer Havn: Hesar seinastu dagarnar hava tey ungu í samkomuni Ebenezer skipað fyri árligu ung- dómsstevnuni undir heit- inum "Hvat er lívið?" Stevnan byrjaði hós- kvøldið og heldur fram til sunnukvøldið. Umframt góðar sangkreftir úr Klaksvík, Eysturoynni og Havn, eru eisini fleiri tal- arar ymsastaðni frá á skránni. Á talaralistanum eru Róland í Skorini og Gunnar Nielsen. Í kvøld fer Símun í Túni at tosa um at taka avgerðir fyri lívið, og seinnapartin sunnudagin fer føroya- vinurin Tom Roberts at tala um høvuðsevnið fyri stevnuna, nevniliga tað at velja lívið. Á møtunum verður eisini møguligt at hoyra ung vitna um Jesus og hvussu hann umbroytti teirra lív. Øll møtini eru almenn. sb. - Perlur hóska til øll og eru haraftrat til øll høvi. Tær eru snøgt sagt tíðarleysar, sigur Noomi Andresen, sum er í ferð við at skriva eitt prosjekt um perlur SMÚKKUR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Tað er ikki gerand- iskostur, at prýðishandilin hjá Niels L. Arge er karmur um ein fyrilestur um perlur. Høvið varð kortini til hetta hóskvøldið, tá ein av lærlingunum í handlinum, Noomi Andresen greiddi frá tí, hon visti um perlur og perluketur sum prýði. Væl av fólki hevði leitað sær oman á Kongabrúnna til henda forvitnisliga fyri- lesturin. Eini 40 fólk lýddu á og sóu ein film um perlur, harav fleiri teirra vóru mannfólk. - Ein teirra segði, at hann hevði ætlað at keypt eina perluketu, men vildi líka- sum fyrst vita, hvat tað var, sigur Noomi Andresen, sum er sera fegin um stóru undirtøkuna. Noomi er í læru sum sølufólk innan gull, silvur og ur, og verður útlærd í summar. Í samband við hetta hevur hon sett sær fyri at kanna eitt sindur meiri um perlur, og hvussu tær kunnu brúkast sum prýði hjá fólki. Skal ein rættiliga keypa eina ovurmikla og vakra perluketu, so má ein punga út við 1 mió. kr.. Tann dýr- asta, sum beint nú er fram- sýnd hjá Niels L. Arge, kostar "bert" um 80.000 kr. Mótalitir At kvinnur prýða seg við perlum um háls, oyru og fingrar vita flest øll. Men at ikki fleiri vilja, ella kunnu ogna sær ein slíkan prýði- slut, hevur havt í minsta lagi tvær orsøkir ella forð- ingar: Prísurin og aldurin á keyparanum. – Tað eru framvegis tey sum halda, at tað bara eru ommur sum ganga – ella sum kunnu ganga – við perlum. Men tað haldi eg so avgjørt ikki. – Perlurnar fáast í dag í øllum møguligum sløgum og litum. Í dag kanst tú lættliga fáa eina perluketu júst í tí litinum, sum er á móta beint nú. Ein perlu- keta er tí eitt tíðarleyst prýði, sum kann brúkast av fólki í øllum aldrum, sigur Noomi Andresen við Sosialin. Hóast hesa mytuna, so ætlar hon ikki at gevast á hondum. Við kunning og slíkum hugnakvøldum sum hesum ætlar hon at vísa á, at tey ungu saktans kunnu ganga við eini perluketu. Til keyps fyri 80.000 kr. Tá ein skal tosa um prísin, so kann hann vera enn ein forðing fyri at ogna sær eitt slíkt prýði. Tað finnast serliga tvey sløg av perlum, sum eru rættiliga kostnaðarmiklar – Tahiti og South Sea. Ein vansi við hesum er, at tær eru bæði stórar og flottar, so at fólk flest halda at tær munnu vera óektaðar. – Tá ið hesar perlurnar verða upp til 18 mm. stórar og haraftrat hava eitt 4 mm. tjúkt lag av perlumori, - ja, tá síggja tær út sum óekt- aðar, men eru kortini ótrú- liga flottar. – Tíverri kunnu tær kosta heilt upp í 1 mió. krónur, og tað er kanska í yvirkant hjá teimum flestu, sigur Noomi við einum brosi. Í handlinum á Konga- brunni liggja tey, sum vera man ikki inni við slíkum perluketum. Í løtuni kann tann dýrasta ketan, sum fæst her, keypast fyri 79.800 kr. Í hesi eru íalt 35 perlur. – Hon er ikki seld enn, men ein veit aldrin: Kanska hon verður seld í dag!, sigur Noomi. Fyri fólk flest er perlan eitt tað vakr- asta, sum finst í nattúruni. Og tað er tí ikki uttan orsøk at perlurnar hava verið brúktar sum prýði í fleiri hundrað ár í londunum eystan- fyri. Tá vóru tær sjálvandi ógvuliga sjáldsamar, og av somu orsøk eisini sera virðismiklar PERLUR Snorri Brend Fleiri munnu helst kenna søguna "Perlan" eftir John Steinbeck. Hetta er ein søga um tað virði, ið ein vøkur perla kundi fingið fyri eina fátæka familju, sum haraftrat hevði eitt sjúkt barn. Hetta vistu onnur fólk í bygdini, og royndu at fáa fatur á henni. Tað stutta av tí langa var kortini, at henda vakra og kostnaðar- mikla perlan als ikki kom til sín rætt. Hon var tveitt aftur á sjógv, og endaði tískil á sama staði, har hon var funnin, uttan at for- eldrini fingu umsett virðið av henni til heilivág til sjúka sonin og eina gylta framtíð fyri familjuna. Fyrr var tað so, at menn og kvinnur kavaðu niður eftir einum slagi av kræk- lingi, har hesar perlurnar vóru í. Kræklingurin varð latin upp, men rættiliga sjáldan var nøkur perla at finna. Í dag verður arbeiðið við perlunum gjørt á sama hátt, men nú undir meiri skipaðum viðurskiftum, tí perlurnar verða í dag dyrk- aðar í serstøkum perlu- farmum. Kannast við tonnunum Tað var annars ein japanari við navninum Mikimoto sum fyri eini hundrað árum síðani fann útav, hvussu perlur vórðu gjørd- ar. Hann kom nevniliga fram til, at ein kundi fáa kræklingin at gera eina perlu, um ein tók eitt fremmandalikam av skal- inum og eitt petti av vevn- aði frá einum kræklingi og legði tað í ein annan. Hetta eydnaðist so mik- ið væl, at japanar hildu hetta sum eitt loyndarmál í nógv ár. Seinni byrjaðu so kinesarar eisini at dyrka hetta, men enn hava japan- ar munin á góðskuni. Perlurnar, sum í dag eru á marknaðinum eru tí allar dyrkaðar perlur, við und- antaki av teimum kunstigt gjørdu. Tær dyrkaðu perl- urnar kunnu býtast í fimm bólkar: Saltvatnskultur- perlur, Tahiti perlur, South Sea perlur og feskvatns- kulturperlur. Tann fimti bólkurin kallast natúrperlur, og finnast tær næstan ikki longur, men Margretha drotning eigur so slíkar perlur, ið eru um 300 ára gamlar. Skal ein í dag keypa eina perluketu og ivi er um, um hon er ekta, so ber einfalt til at kanna hetta við tonnunum. Kann ein strúka við tonnunum eftir perluni, og tað vísir seg at hon er heilt sløtt, er hon ikki ekta. Tær ektaðu perl- urnar eru oftast óslættar. – Perlur eru ikki bert fyri ommur Perlur sum prýði í 100 ár Skal ein keypa eina stóra og flotta perluketu til konuna, má ein fara djúpt í lumman eftir peningi. - Tann dýrasta kostar um 1 mió. kr., sigur Noomi Andresen, sum hevur sett sær fyri at fáa enn fleiri at ganga við perluketum. Tann dýrasta á myndini kostar tó "bert" 79.800 kr. Mynd: Jens Kr. Vang