Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2005 7 Kanning av Jøkulfell kroyst ígjøgnum – Bara hesin eini fyri- spurningurin prógvar, at fólkaræðið verður styrkt við teimum munnligu fyrispurn- ingum í løgtinginum, sigur Torbjørn Jacob- sen, løgtingsmaður. Avleiðingin av hans- ara munnliga fyri- spurningi um før- oyska leiklutin í bjarg- ingararbeinum, tá ið Jøkulfell gekk burtur, var ein óheft kanning, sum fleiri løgtings- menn vóru við til at kroysta ígjøgnum AVLEIÐINGAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað eydnaðist løgtings- monnum úr fleiri flokkum at noyða eina kanning ígjøgnum av føroysku til- búgvingini í sambandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell sakk norðanfyri Føroyar. Eftir ein munnligan fyri- spurning og hart kjak í løg- tinginum mikudagin, boð- aði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hósdagin frá, at ein kanning verður gjørd av tilburðinum. – Álitið á føroysku til- búgvingarskipanina hevur alstóran týdning, og tí er av- gerandi neyðugt at allir upp- lýsingar í hesum málinum koma fram og verða við- gjørdar í samlaðum høpi, segði Bjørn Kalsø hósdagin sum grundgeving fyri, at kanningin nú verður gjørd. Tað er Norsk Veritas, sum skal standa fyri kann- ingini, og ein avleiðing er, at stjórin fyri MRCC Tórs- havn, Djóni Weihe, verður koyrdur frá, meðan kann- ingin fer fram. Landsstýrismaðurin hev- ur tilnevnt Jóhan Jacob Jak- obsen, vaktgangandi yvir- mann, sum fyribilsleiðara á Sjóbjargingarstøðini. Styrkir fólkaræðið Málið byrjaði við einum munnligum fyrispurningi frá Torbjørn Jacobsen, løg- tingsmanni. Hann vildi hava at vita frá landsstýris- manninum við fiskivinnu- málum, hví føroyska sjó- bjargingartyrlan ikki bein- anvegin varð send at hjálpa manningini umborð á Jøkulfell, tá ið farmaskipið sendi út neyðarkall. Endin var eitt rúkandi heitt politiskt mál, sum nú fyribils endar við, at lands- stýrismaðurin hevur sett í verk eina óhefta kanning av tilburðinum. – Bara hesin eini fyri- spurningurin prógvar, at fólkaræðið verður styrkt við teimum munnligu fyri- spurningum í løgtinginum. Onkur hevur funnist at, at landsstýrismenninir verða ov nógv órógvaðir av slík- um fyrispurningum, men eg haldi, at hetta er styrki fyri demokratiið, sigur Tor- bjørn Jacobsen. – Hetta er einasti opni vegurin millum mannin á gøtuni og ministaran, tí nógvar av hesum fyrispurn- ingum koma av, at løgtings- menn tosa við vanlig fólk um ymsar trupulleikar og ymisk mál. Nøgdur við kanning Torbjørn Jacobsen sigur, at hann er nøgdur við, at ein kanning nú verður gjørd av føroysku tilbúgvingini í sambandi við vanlukkuna við Jøkulfell. – Einasta endamálið hjá mær við hesum fyrispurn- inginum var at fáa at vita, um føroyska tilbúgvingin virkar nóg væl. Hetta var á ongan hátt eitt politiskt álop á landsstýrismannin. Eg eri nøgdur við, at ein kanning nú verður gjørd, tí okkara partur av tilbúgv- ingini á sjónum skal vera í ordan, sigur løgtingsmað- urin fyri Tjóðveldisflokkin. – Fyrireikingararbeið- ið til Sjóbjargingar- støðina var avgjørt gott.Vit høvdu út- lendskar konsulentar til at venja starvsfólk- ini, og tá ið støðin fór at virka, hevði hon fingið toppkarakter frá konsulentunum, sigur Jørgen Niclasen, sum var landsstýris- maður, tá ið føroyska Sjóbjargingarstøðin fór at virka SJÓBJARGING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var eingin slingur í vals- inum, tá ið føroyska Sjó- bjargingarstøðin, MRCC- Tórshavn, var fyrireikað. Tað heldur Jørgen Nicla- sen, sum var landsstýris- maður við fiskivinnumál- um, tá ið Sjóbjargingarstøð- in gjørdist veruleiki, og før- oyingar tóku við ábyrgdini av tilbúgvingini á sjónum. – Fyrireikingararbeiðið til Sjóbjargingarstøðina var avgjørt gott. Vit høvdu út- lendskar konsulentar til at venja starvsfólkini, og tá ið støðin fór at virka, hevði hon fingið toppkarakter frá konsulentunum, sigur Jørgen Niclasen. Vildu tryggja seg Tað var síðst í 2000, at Fiskamálaráðið rættiliga setti gongd í fyrireikingar- arbeiðið til eina føroyska til- búgving. Kaj P. Mortensen, sum tá var aðalstjóri, stóð fyri arbeiðnum, men fleiri onnur starvsfólk og uttan- hýsis konsulentar vóru við í arbeiðnum. Millum teirra var bretska fyritøkan Link Associated. – Vit fingu útlendskar konsulentar at venja starvs- fólkini, og teir gjørdu nógv- ar venjingar við teimum. Í fyrstuni gekk tað einki ser- ligt, men venjingarnar eydn- aðust betri og betri, og tá tær vóru lidnar, vóru konsulent- arnir væl nøgdir við starvs- fólkið á Sjóbjargingarstøð- ini, sigur Jørgen Niclasen. – Vit vildu í fyrireiking- unum tryggja okkum, at vit fingu eina væl virkandi føroyska Sjóbjargingarstøð. Endamálið var at fáa eina betri tænastu og størri trygd í føroyskum sjóøki. Í apríl mánaði 2002 fór MRCC-Tórshavn at virka, og stutt frammanundan var seinasta venjingina, har ein pólskur trolari kom í havs- neyð í Nólsoyarfirði. Hesari venjingini fylgdu bretskir serfrøðingar, og teir vóru nøgdir við arbeiðið hjá Sjó- bjargingarstøðini. Tekur undir við kanning Jørgen Niclasen tekur undir við, at ein kanning nú verður gjørd av Sjóbjargingarstøð- ini, eftir at tyngjandi upplýs- ingar eru komnar fram um bjargingina í sambandi við, at farmaskipið Jøkulfell gekk burtur norðanfyri Før- oyar og seks mans sjólótust. – At døma eftir teimum upplýsingum, sum higartil eru komnar fram, tykist tað, sum at Sjóbjargingarstøðin hevur verið ov sein at reag- era upp á eitt neyðarkall, men spurningurin er, um tað eru upplýsingar, sum ikki eru komnar fram enn, sum kunnu broyta hesa fatan. – Tí haldi eg, at ein kann- ing av tilburðinum er neyð- ug. Tað er neyðugt fyri álit- ið, sum vit skulu hava á Sjó- bjargingarstøðina, sigur Jørgen Niclasen. Kløkkir í løgtinginum Fyrrverandi landsstýris- maðurin sigur, at tað koma fullkomiliga óvart á flestu løgtingsmenninar, at tað vóru so stór ivamál um før- oysku tilbúgvingina, tá ið Jøkulfell gekk burtur. – Vit vistu einki um hetta, fyri enn málið kom fram í løgtinginum, og tí haldi eg, at nógvir tingmenn blivu kløkkir av hesum, og tí reageraðu teir. Spurningurin er so, hví ikki landsstýris- maðurin, sum hevur vitað um eftirmetingina, ikki hev- ur gjørt nakað við hetta fyrr enn nú, sigur Jørgen Nicla- sen. – Tað er menniskjaligt at gera mistøk, og um onkur mistøk eru gjørd í hesum førum, so verða tey ikki gjørd aftur. MRCC hevur eisini longu tikið avleiðing- arnar av eini eftirmeting, og tískil eiga vit at hava álit á Sjóbjargingarstøðini. Men ein kanning kann fáa allar upplýsingar fram og stað- festa, hvat tað var, sum fór fram, og tí er ein kanning neyðug, heldur hann. Sjóbjargingarstøðin var væl fyrireikað – At døma eftir teimum upplýsingum, sum higartil eru komnar fram, tykist tað, sum at Sjóbjargingarstøðin hevur verið ov sein at reagera upp á eitt neyðarkall, men spurningurin er, um tað eru upplýsingar, sum ikki eru komnar fram enn, sum kunnu broyta hesa fatan. Tí haldi eg, at ein kanning av tilburðinum er neyðug, sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum