Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 45 - 5. mars 2005 Motorsúkklutúrar við flogfari og skipi CAPS Harley David- son fyrireikar nú ferðir til Ísland og Danmark. Ferðin til Danmarkar verður ein sokallaður kvinnutúrur HARLEY DAVIDSON FERÐ Tíðindaskriv Túrurin til Danmarkar er ein konufólkatúrur burtur- av. Flogið verður úr Vág- um hósdagin 14. apríl til Billund. Luttakararnir koma at búgva á Hotel At- lantic í miðbýnum í Århus. Møguleiki verður fyri at royndarkoyra ymiskar Harley-Davidson motor- súkklur ella bara at njóta ein stuttligan túr í Dan- mark. Tær sum ikki hava motorsúkklukoyrikort kunnu fáa frálæru á koyri- tekniskari breyt frá kvinnuligum koyrilærara. Møguleiki verður eisini fyri royndarkoyring á År- hus/Silkeborg leiðini. All- ar fáa tær "lekkur" Harley Davidson klæðir at fara í og neyðugu trygdarút- gerðina. Ferðalagið verður aftur í Vágum sunnudagin sunnudagin 17. apríl. Ísland runt Frá 9. til 19. mai verður verður skipað fyri einum túri runt Ísland, har møguleiki verður fyri at uppliva stórslignu ís- lendsku náttúruna á mot- orsúkklu. Siglt verður við Norrønu. Túrurin er tilsamans 2.000 kilometrar. Yvirnátt- að verður átta ferðir, harav tvær samanhangandi yvir- náttingar verða ávikavist nærhendis Reykjavík og Akureyri. CAPS-Adventure kon- septið eru væl tilrættis lagdir túrar fyri øll sum hava hug at royna koyri- túrar, sum er nakað heilt serligt. Túrarnir eru fyri øll og fyri øll sløg av mot- orsúkklum, sigur Ove Ritter frá CAPS Harley Davidson í Føroyum. Danski professarin, Finn Skårderup kemur í komandi viku til Føroya at halda skeið um et- ingarólag ETINGARÓLAG tíðindaskriv Mikudagin 16. mars 2005 kemur professarin og læknin Finn Skårderud til Føroya. Tað er Synergi, sum skipar fyri. Finn Skårderud fer at halda skeið um etingarólag, eitt sera álvarsligt og viðkom- andi evni, fyri øll sum dagliga eru um børn og ung í Føroyum. Finn Skårderud er altjóða við- urkendur serfrøðingur inn- an etingarólag og hevur skrivað fleiri bøkur um evnið. Málbólkurin er fólk, sum arbeiða við ella dag- liga eru um børn og ung. Eitt nú starvsfólk innan heilsuverkið, lærarar, pedagogar, psykologar, ítróttarleiðarar og foreldur. Eftir skeiðið mikudagin fara Heri Kragesteen, leiðandi sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum og Anna D. Hentze, sálar- frøðingur at greiða frá, hvørjir viðgerðarmøgu- leikar - alment/privat - eru í Føroyum. Høvi verður eisini at seta teimum báðum spurningar. Skeið um etingarólag Útsýnið av eini Harley er nakað fyri seg Hjáveiðan skal gagnnýtast Atlantsfarið er í løt- uni í Noreg, har skip- ið verður innrættað til at kunna gagnnýta hjáveiðuna í ídnaðar- veiðuni FISKIVINNA Edvard Joensen Allur tann matfiskur, sum Atlantsfarið fær saman við ídnaðarfiskinum skal nú gagnnýtast. Reiðarin rokn- ar við, at tað kann geva eitt hampiligt peningaligt íkast. Umborð á Atlantsfarinum úr Miðvági fara teir nú at gera nakað við ta hjáveiðuna, sum er, tá roynt verður eftir ídnað- arfiski. Ikki soleiðis, sum onkru vil halda vera rætt- ast, at seta rist í, so fiskurin ikki kemur á dekkið. Men heldur soleiðis, at fiskurin, tá hann er komin á dekkið, verður fingin til høldar sum matfiskur og tískil kann geva nógv betri prís enn ídnaðarfiskurin. Onkur hevur mælt til, at hesi skipini fá sær rist í trolið fyri at minka um hjá- veiðuna. Men tí vísa ídn- aðamenninir aftur við teirri grundgeving, at teknist er tað ikki nøkur brúkilig loysn. Dánjal Johansen, reiðari á Atlantsfarinum, sigur, at tað, sum nú verður gjørt við skipið í Noreg, er, at ein skipan, sum skilir tann smáa ídnaðarfiskin frá tí størra fiskinum, sum kann vera eitt nú upsi ella hav- taksa, verður sett á dekkið, har fiskurin kemur niður, tá hann verður pumpaður úr trolinum. Tann smái ídnað- arfiskurin fer so beinleiðis í tangarnar har afturi, og tann størri fiskurin verður fluttur fram á dekkið, har ein bygningu er gjørdur, sum tvær kryvjimaskinur eru settar í. Har verður fiskurin so hagreiddur og koyrdur í tann fremsta tangan, sum er tikin frá til at goyma ísfisk í. Prísmunurin er rættiliga stórur, sigur Dánjal Johan- sen. Í fjør var prísurin fyri ídnaðarfiskin 80 til 90 oyru í meðan. Men norðmenn, sum skiltu frá, fingu úr kr. 4,80 og upp í níggju krónur fyri upsa. Hann sigur frá norkum skipara, sum hevur skilt hjáveiðuna frá í eina tíð, at í fjør fingu teir millum tríggjar og fýra milliónir krónur eyka fyri tann fisk- in. Tað var á leið fyri olju- nýtslu, segði hann. Hendan útbyggingin skuldi taka einar seks vikur, sigur reiðarin, og ætlandi skal Atlantsfarið vera klárt aftur til fiskiskap um hálv- an mars. Atlantsfarið fiskar av ídnaðarkvotuni, sum føroy- ingar eiga i Norðsjónum. Har er ein loyvd hjáveiða upp á 20 prosent. Reiðarin sigur, at skulu skipini fiska í norskum sjógvi, er tað eitt krav, at hendan hjáveiðan verður fingin til høldar sum matfiskur. Spurdur hví Atlantsfarið ikki fer á svartkjaftaveiðu vestan fyri, har hini stóru skipini eru, sigur Dánjal Johansen, at tað hevur skipið ikki maskinorku til. Atlantsfarið ehvur 2.094 HK maskinu. til smanber- ingar kann Nevnast, at Finnur Fríði fríði hevur. Nótaskipið Jupiter úr Gøtu hevur seinastu vikurnar verið í Pó- landi, har góðir 10 metrar eru settir upp í skipið FISKIVINNA Edvard Joensen Sunnudagin er Jupiter væntandi aftur í Føroyum eftir at hava verið í Pólandi síðan fyrst í december í fjør. Skipið er longt í Pó- landi. Atli Hansen, reiðari, sigur, at skipið er longt góðar 10 metrar, hetta fer at økja heilt munandi um lastarúmdina hjá skipinum, sigur hann. Tað mesta, sum verið hev- ur í Jupiter, eru 1340 tons. Men nú skipið er longt, væntar reiðari, at tað fer ar kunna lasta góð 2.000 tons. Atli Hansen sigur, at hetta at leingja skipið er partur av teirri ætlan, sum var, longu tá skipið varð keypt. Arbeiðið, sum nú er gjørt í Pólandi, kostar einar níggju milliónir, sigur reið- arin. Alt í alt stendur skipið nú í 53 milliónum, sigur hann. Jupiterer smíðaður í Stavanger í Noreg í 1998 og hevur 7.300 HK Cater- pillar høvuðsmaskinu. Tá Jupiter er afturkomin, verður beinanveg farið undir at rigga skipið til at fara á svartkjaftaveiðu vest- an fyri Írland, har skipini fáa svartkjaftin í løtuni. Atlantsfarið, sum er á ídnaðarveiðu, verður nú útgjørt til at kunna gagnnýta hjáveiðuna til matfisk Jupiter longdur Jupiter er longdur og fer at lasta eini 600 tons afturat Mynd: Skipalistin