leygardagur 5. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
9
Aðal-
fundur
hjá Tjóð-
veldis-
felag
Jónsvein Bjartason
er nýggjur formaður
í Eysturoyar
Tjóðveldisfelag
AÐALFUNDUR
tíðindaskriv
Aðalfundur varð hildin í
Eysturoyar Tjóðveldis-
felag týskvøldið. Fundur-
in varð hildin í húsunum
hjá
arbeiðarafelagnum
Hæddini í Saltangará.
Væl av fólki var møtt, og
fundarfólkið frøddist um
serliga góða valúrslitið í
oynni á fólkatingsvalin-
um fyri stuttum. Virkað
verður
áhaldandi
og
treytaleyst eftir stevnu
floksins, og felagið fegn-
ast um, at semja er fingin
í lag aftur eftir tað stríð,
sum hevur verið í flokk-
inum í heyst og í vetur.
Nývalda nevndin leggur
til brots alt fyri eitt, og
skipaði hon seg á nevnd-
arfundi eftir aðalfundin.
Nývaldur formaður er
Jónsvein
Bjartason
á
Strondum.
Nevndin er annars
mannað soleiðis: Andrea
Eldevig, Fuglafirði, vara-
formaður, Árant Hansen,
Norðragøtu,
skrivari,
Magni Joensen, Fugla-
firði, varaskrivari, Her-
bert Olsen, Rituvík, pen-
ingarøkil, Olaf í Garði
Joensen, Eiði, nevndar-
limur og Kristbjørg Tofte-
gaard, Skála, nevndar-
limur.
Varalimir í nevndini eru:
Hallur
Ellingsgaard,
Oyndarfirði og Jóannes
Jóhannesen, Funningi.
Sambært viðtøkunum er
formaðurin
Jónsvein
Bjartason nýggjur aðal-
stjórnarlimur og vara-
maður hansara er Andrea
Eldevig.
Aðalfundurin valdi
Magna Joensen, Andreu
Eldevig, Olaf í Garði Jo-
ensen og Árant Hansen í
Flokstingið. Varalimir eru
Herbert Olsen og Jóannes
Johannesen.
Fundarfólkið staðfesti,
at
flokkurin
stendur
sterkur í fólkinum í
oynni. Hetta varð seinast
staðfest á fólkatingsvalin-
um 8. februar, og miðvísa
ætlanin er nú at styrkja
hesa
støðu
frameftir.
Helst soleiðis, at flokkur-
in røkkur tveimum um-
boðum í oynni á næsta
løgtingsvali. Í dag eru
170 limir í felagnum.
Nú sigur Poul Michelsen stopp
Poul Michelsen, løg-
tingsmaður, setir
treytaleys krøv fyri at
hann skal kunna taka
undir við ætlanini um
at gera Postverkið til
Alment Partafelag
ALMENT
PARTAFELAG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nú sigi eg stopp.
Poul Michelsen er løg-
tingsmaður fyri Fólka-
flokkin og sostatt er hann í
samgonguni.
Men hann góðtekur undir
ongum umstøðum ætlanina
um at gera Postverk Føroya
til eitt alment partafelag, so-
leiðis sum málið liggur í
løtuni.
Gekst sum ætlað, skuldi
partamaður hansara, Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í vinnumálum, leggja
lógaruppskot fyri tingið í
gjár um at gera Postverkið
til alment partfelag.
Tað hevur Poul Michel-
sen als onki ímóti.
Men hann góðtekur als
ikki, at samgongan ætlar at
geva Postverkinum so góð-
ar sømdir, at tað fer at vera
barnamatur hjá postverk-
inum at køva alla kapping á
økinum.
– Tað góðtaki eg als ikki
og tað verður eitt ófrávíki-
ligt krav, at skal Postverkið
gerast til alment partafelag,
skal tað gerast soleiðis, at
kappingarneytarnir hjá tí
fáa ein ærligan møguleika
at kappast við Postverkið.
Fáa 92 milliónir fyri
onki
Poul Michelsen vísir á, at
nú Postverkið skal gerast til
alment partafelag, setti tað
almenna fyrst 21 milliónir í
partapengum í partafelagið.
– Men tað er eisini ætlan-
in, at partafelagið skal fáa
allar ognirnar hjá postverk-
inum fyri einki. Ognirnar
eru mettar at vera 92 milli-
ónir krónir verdar.
– Sostatt fær tað nýggja
partafelagið
Postverkið
eina innspræning uppá 92
milliónir í eginpeningi, utt-
an at betala eitt oyra aftur
fyri og uttan at nakrar treyt-
ir verða lagdar við.
– Tað fer at geva Post-
verkinum lætt spæl at køva
alla kapping á økinum, tí
kappingarneytarnar hava
verið noyddir at betalt fyri
tey rakstrargøgn, teir hava
at reka fyritøkurnar við.
Tí krevur Poul Michel-
sen, at lógin um at gera
Postverkið til alment parta-
felag, verður broytt, so at
kappingin verður á jøvnum
føti, uttan at Postverkið fær
ein órímiligan fyrimun við
teimum sersømdum, sum
landsstýrið ætlar at geva tí.
– Tá ið málið fer til við-
gerðar í vinnunevndini, fari
eg sostatt at krevja, at ætl-
anin verður broytt, so at tað
verður javnvág ímillum tær
treytur, sum Postverkið fær
at virka undir og tær treyt-
ur, sum kappingarenytarnar
virka undir.
Skulu taka lán
Poul Michelsen kundi hugsa
sær, at Postverkið fær ognir
fyri tað, sum kanska svarar
til einar 50 milliónir frá tí al-
menna, men at restin verður
eitt lán, sum partafelagið
Postverkið skal betala lands-
kassanum aftur eftir van-
ligum marknaðartreytum.
– Fær Postverkið 50
milliónir fyri onki, má tað
kunna forrenta 40 milliónir
undir vanligum treytum.
Poul Michelsen vísur á,
at nú Postverkið verður
gjørt til alment partafelag,
hevur stjórin boðað frá, at
ætlanin er at fara í kapping
á økinum og at tað fer eisini
at kappast á økjum, sum
ikki hava verið mett sum
vanligur postflutningur.
Tí heldur løgtingsmaður-
in, at tað neyðugt at gera
eina púra neyva útgreining
av, hvat postflutningur um-
fatar.
– Og fer partafelagið
Postverkið útum tað, sum
er postflutningur, skal tað
eisini missa einkarrættin,
sum tað nú hevur til øll
brøv, sum viga minni enn
100 gramm.
– Hesi brøvini, sum viga
minni enn 100 gramm, er
nógv tann størsti parturin
av flutninginum og tað hev-
ur Postverkið einkarrætt
tað. Og fer Postverkið í
kapping við privatu feløg-
ini á økinum, skal tað eisini
missa einkarrættin til brøv-
ini undir 100 gramm.
Varðveitir
Postverkið
einkarrættin til brøvini
undir 100 gramm, er tað ein
trygg inntøka, sum er nóg
mikið til at halda lív í
partafelagnum ímeðan tað
undirbjóðar kappingarneyt-
unum á øðrum økjum og
tað er ikki jøvn kapping.
Í triðja lagið verður eisini
alneyðugt at fáa greiði á
spurninginum um mvg.
– Í hesum sambandi má
greiða fáast á, hvat er postur
og hvat er farmur. Ger
postverkið av at definera ein
flutning sum postflutning,
skal onki mvg gjaldast. Men
verður flutningurin definer-
aður sum farmaflutningur,
skal mvg gjaldast.
Poul Michelsen sigur, at
tað verður bara Postverkið,
sum fær møguleikan sjálvt
at definera um ein flutning-
ur er mvg fríur postflutn-
ingur ella mvg skyldugur
farmaflutningur og tað
góðtekur hann ikki.
– Væl hevur Postverkið
nakrar almennar skyldur,
men tað eigur tað at klára
við teimum 50 milliónun-
um, tað fær fyri onki.
Tá ið uppskotið kemur til
viðgerðar í vinnunevndini,
verður tað eisini neyðugt at
privatu feløgini sleppa á
fund við Vinnunevndina,
har tey fáa høvi til at siga
sína hugsan.
Og hann ger eisini púra
greitt, at verða hesar broyt-
ingarnar ikki framdar, fer
hann ikki at atkvøða fyri
ætlanini og hann væntar at
bæði restin av Fólkaflokk-
urin og restin av samgong-
uni, fara at hava somu støðu.
– Tað kann ikki vera
áhugin hjá samgonguni at
køva alla kapping á økinum
við at geva Postverkinum so
góðar sersømdir, at tað
kappingarneytarnir ikki fáa
eitt bein til jørðina, tí sum
er, fáa teir ongan møguleika
at yvirliva, sigur Poul Mich-
elsen.
– Tosað verður nógv at at
kapping skal vera á øllum
økjum. Samstundis er líkt
til, at vit skulu gera eitt
privat partafelag við einum
einasta endamáli og taðer at
drepa alla kapping á økin-
um og tað kann ikki góð-
takast, leggur hann afturat.
– Sum støðan er nú, fer
Postverkið at fáa lætt spæl at
drepa alla kapping. Tí er tað
eitt ófrávíkiligt krav, at
ætlanin hjá landsstýrinum
verður broytt, tí annars fáa
kappingarneytarnir ikki eitt
bein til jørðina, sigur Poul
Michelsen
Sjúkrarøktarfrøðinga
rnir hava aðalfund í
dag og har fara tey at
tosa um átrokandi
mál
SJÚKRARØKT
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Trotið á sjúkrarøktarfrøð-
ingum, ískoytisútbúgving
og sáttmálasamráðingar.
Hetta eru trý av teimum
mest átrokandi málunum,
sum verða til viðgerðar á
aðalfundinum í Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar.
Felagið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar hevur aðal-
fund á Hotel Føroyum í
morgun, leygarmorgunin,
klokkan 10.
Á aðalfundinum í dag er
hvørki formansval ella
nevndarval á skránni, tí tað
var í fjør og hvørt valskeið
er trý ár.
Men Forkvinnan í felagn-
um, Jana H. Dalsgaard, sig-
ur, at fyri tað eru nógv stór-
mál á skránni.
Hon sigur, at aðalfundur-
in fer serliga at umrøða tað
stóra trotið, sum er á
sjúkrarøktarfrøðingum
í
Føroyum, tí tað er eitt
álvarsmál, sum kann fara at
fáa stórar avleiðingar, kem-
ur ikki vend í.
Á fundinum fara tey eis-
ini at tosa um ískoytisút-
búgvingina, sum tað verður
arbeitt við at seta í verk.
Hetta er ein útbúgving fyri
teir sjúkrarøktarfrøðingar,
sum eru útbúnir eftir teirri
gomlu skipanini.
– Skulu teir hava møgu-
leika fyri víðariútbúgving,
mugu teir hava eina ískoyt-
isútbúgving og tað arbeiða
vit við, sigur forkvinnan.
Hon leggur afturat, at í
hesum sambandi verður
miðað eftir at gera eina
føroyska útbúgving.
Og triðja stórmálið á
skránni eru sáttmálasam-
ráðingarnar, sum skulu vera
við
Fìggjarmálaráðið
í
heyst.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava stórmál á skránni
Nógv átrokandi mál verða til
viðgerðar á aðalfundinum í
dag, sigur Jana H. Dals-
gaard, forkvinnan í Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar