leygardagur 5. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 45 - 5. mars 2005
Búskaparliga gongdin kemur at krevja sparingar innan tað
almenna, og fráboðaðu sparingarnar á Toll og Skatt eru
helst bert byrjanin, um lágu skattainntøkurnar, ið vit hava
sæð í januar mánaði í ár, halda fram.
Óansæð hvussu tíðirnar eru, so eigur skatta- og avgjalds-
innkrevjing prinsippielt at verða umsitið so bíligani sum
møguligt og so smidligani sum møguligt, so at almenna
pengaorkan fer til beinleiðis tænastur og veitingar, ið
borgarin betalir skatt fyri. Tað vil siga, at øll innkrevjing
hjá tí almenna skal vera til minst møguligan kostnað og
ampa hjá skattgjaldarnum.
Sum vit hava sæð á kjakinum um MVG eftirstøður sein-
astu dagarnar, og sum vit viðgjørdu í oddagrein í gjár, so
er okkara MVG skipan ikki fullkomin. MVG skipanin
kom fyri gott 10 árum síðani og er grundað á tað tilfeingi
og ta tøkni, ið nú einaferð var tøk tá. Nú eru umstøðurnar
nógv broyttar. Tøknin mennist so skjótt, at skipanir verða
afturútsilgdar eftir fáum árum. Nú er tíð at yvirhála alt
innkrevjingarøkið hjá tí almenna, og MVG skipanin kundi
verið eitt tað fyrsta, ið trivið varð í.
Fíggjarmálaráðið er longu væl ávegis við digitalisering,
og seinastu fráboðaðu sparingarnar og niðurlegging av
skrivstovum eru partur av hesum. Hetta tykist verða ein
skilagóð ætlan, hóast tað altíð er harmiligt hjá teimum, ið
hava sítt dagliga yrki á teimum skrivstovum, ið verða
niðurlagdar.
Til politikarar úr Vágum og Norðoyggjum, sum eru
ónøgdir um gongdina, má bara sigast, at tað ber ikki til at
krevja infrastruktur sum miðstaðarøki og framvegis vænta
frammihjárættindini hjá útjaðarnum. Eitt skattakontór má
ongantíð verða nýtt sum útjaðarmenning. Vil man
politiskt brúka pengar í einum øki, so má tað gerast aðrar
vegir.
Tá skipanir verða broyttar, so eigur hetta í 21. øld ikki at
verða gjørt við at tað almenna útiviklar egnar skipanir, ið
í dagsins KT umhvørvi gerast tøkniligir dinosaurar eftir
heilt stuttari tíð, og kanska eisini eru av slíkum slag, at
stovnar aftra seg við at brúka hesar skipanir.
Nógv hevur verið tosað um KT seinastu árini. Spurn-
ingurin til eitt og hvørt KT projekt hjá landinum eigur at
verða, hvussu nógv skipanin sparir í tíð og kreftum.
Viðvíkjandi MVG skipan, so vilja vit skjóta upp, at landið
útskrivar eina kapping til øll áhugaði, tað verði seg feløg
ella einstaklingar, um at gera eina nýggja MVG inn-
krevjingarskipan, ið skal kunna umsitast so lætt og bíligt
sum gjørligt, so at sum mest av innkravda peninginum fer
til tær almennu tænastur, sum skattur og avgjøld nú
einaferð eiga at fara til. Vinnarin av kappingini er tann, ið
sparir mest í umsiting av MVG innkrevjingini. Vinning-
urin kundi verið til dømis nakrar hundrað túsund krónur
og levering av skipanini.
Hví ikki royna hetta? Tað ringasta, sum kann henda er, at
man betalir eina í landshøpi mikroskopiska premiu, með-
an um væl veit við, so kunnu milliónir sparast hvørt ár.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Útskrivið kapping um
nýggja MVG skipan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Símun á Høvdanum
Tað er ótrúligt at hoyra, at
nú skulu almennir stovnar
úr Norðoyggjum. Landið
hevur brúkt milliónir uppá
ein bygning í Klaksvík, fyri
at gera Toll og Skattstovuna
í Norðoyggjum tíðarhósk-
andi og so kann landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum við
einum pennastrokið bara
flyta Toll og Skattstovuna
úr Norðoyggjum til Gøtu.
Ein kann spyrjað, hvar
okkara menn eru í hesum
málinum?, sita teir bert
hendur í favn í Tórshavn og
fáa sær sína feitu løn ella
hvat gera teir?. Sjálvt stjór-
in í Toll og Skattstovuni í
Føroyum Óli Heinesen
kemur frá Klaksvík. Hevur
landsstýrismaðurin als ikki
spurt seg fyri hjá Toll og
Skattstovuni í Føroyum,
hvat er best fyri økið?
Í Norðoyggjum búgva
meira enn 5000 túsund fólk
og sigast skal, at sera fáir
almennir stovnar eru í
økinum. Ynskiligt hevði
verið, at okkara menn, also
teir, sum vit velja fjórða
hvørt ár, at teir verja borg
suðuri í Havn, vóru meira
um seg og royndi at fáa
meira norður til Norð-
oyggjar, men tað sær so-
leiðis út, at tá ið teir hava
runda klakkin, eru teir líka
sum aðrir politikkara í út-
jaðaranum. Rópa og skriva,
men lítið og einki konkret
kemur burturúr, men eitt
krav man vera, at teir verja
tað, sum vit hava arbeitt
upp í økinum, gera teir ikki
tað, so kunnu teir pakka
saman og koma norður-
aftur.
Hans Pauli Strøm
landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum
Hósdagin 24. mars var
framløga um uppskot til
løgtingslóg
um
ílegu-
gransking hildin í Al-
manna- og heilsumálaráð-
num. Framløgan var fyri
samgongulimum. Høvuðs-
orsøkin til, at undirritaði
valdi at bjóða samgongu-
limunum til hesa framløgu,
var tíðarneyð. Vanligt er, at
samgongulimir fáa lógar-
uppskot
til
hoyringar,
áðrenn tey verða løgd fyri
tingið við eini hóskandi
tíðarfreist at lata aftur hoyr-
ingssvar. Men í hesum føri
varð tíðin farin at ganga
undan, og skotbráið fyri at
lata
aftur
hoyringssvar
hevði verðið alt ov stutt, um
freistin at leggja lógar-
uppskotið fyri Løgtingið í
hesi tingsetuni skuldi hald-
ast. Og tað skuldi hon.
Framløgan av lógarupp-
skotinum skuldi sostatt
koma í staðin fyri ta van-
ligu hoyringina, sum van-
liga varir einar 14 dagar.
Í seinastu løtu vórðu fjøl-
miðlarnir eisini bodnir við,
tí undirritaði eina stokkuta
stund helt, at hann á henda
hátt kundi fáa tvey fyri eitt,
av tí at fleiri áhugað tíð-
indafólk høvdu biðið um
kunning og samrøður um
ílegugranskingina. Men í
bjørtu glæmuni hjá tí eftir-
snara var hendan avgerð í
so bráð, og átti at verið
ógjørd. Hetta kann eg bert
harmast um.
Og hósdagin 3. mars
stendur andstøðulimum í
boði at fáa júst sama møgu-
leikan, sum samgongulimir
fingu hósdagin 24. februar,
tí tá verður lógaruppskotið
lagt fram fyri andstøðu-
limum í Almanna- og
heilsumálaráðnum.
Á
henda hátt verða bæði sam-
gongupolitikarar og and-
støðupolitikarar væl fyri, tá
orðaskiftið verður um lóg-
aruppskotið í Løgtinginum.
Samstundis vil eg við
hesum gera vart við, at vit,
tá vit fyri knøppum ári síð-
ani løgdu til rættis lógar-
arbeiðið hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum
fyri
hesa tingsetuna, buðu and-
støðupolitikarum í Trivn-
aðarnevndini til fundar,
hetta fyri at fáa góð ráð og
íblástur, og fyri at kunna
um ætlaðar raðfestingar.
Eisini hava vit havt fram-
løgu fyri øllum tinglimum
um serviðgerð uttanlands.
Hetta samskiftið raðfesta
vit framvegis høgt. Tí, sum
Bill Justinussen førir fram í
lesarabrævi í bløðunum
mikudagin 2. mars, tekur
tað mangan nógv ár og
fleiri enn ein landsstýris-
mann at greiða eitt lógar-
uppskot úr hondum. Heldur
enn at kvetta alt framhald í
drúgva
arbeiðinum
at
smíða lógir, havi eg eftir
førimuni roynt at troytt ta
vitan, sum longu finst. Og
frá fyrsta degi hevur Bill
Justinussen víst seg at verið
ein sera dýrmettur viðleik-
ari, sum vælmeintur og eld-
hugaður hevur givið ráð og
víst stuðul sum fáur.
Við góðum samstarvi og
góðum samskifti arbeiðir
fyrisitingin í Almanna- og
heilsumálaráðnum ikki í
sjálvdrátti, men fram ímóti
einum felags máli, ið má
vera eitt vælvirkandi al-
manna- og heilsuverk í
Føroyum.
Hvar eru okkara menn?
Ílegur, fjølmiðlar og andstøða