leygardagur 5. mars 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Niels Pauli Danielsen
sóknarprestur
Klakksvík
Jóannis Fonsdal, hjálpar-
prestur, hevur áskoðanina
hjá teirri fólkakirkju, sum
eg og nógv við mær vórðu
doypt inn í. Tað er fedranna
kirkju okkara og trúargrund
hennara, sum Jóannis Fons-
dal heldur seg til.
Vit eru nógv tey flestu, ið
halda, at komnar eru nýggj-
ar tíðir við nýggjum av-
bjóðingum og nýggjum
hugsanum.
Men
trúar-
grundin skuldi verið hin
sama og játtanaritini.
Tí mátti borið til at sam-
starva hjá okkum í fólka-
kirkjuni.
Og kunnu vit spyrja, hvat
ið vit hvør í sínum lagi hava
gjørt og gera fyri at fáa
hetta samstarv at rigga.
Hvat er gjørt fyri at forða
fyri samanbrestum í kirkj-
uni?
Ferðslureglur
Fólkakirkja
okkara
er
donsk. Sjálvt um vit ynskja
at yvirtaka kirkjuna á før-
oyskar hendur, so er tó
kirkja okkara framvegis í
dag eins donsk og nøkur
onnur donsk fólkakirkja.
Og fólkakirkjuprestar okk-
ara eru limir í danska
prestafelagnum.
Fyri at verja samvitsku-
frælsið hjá prestum hevur
javnstøðunevndin
hjá
danska prestafelagnum lat-
ið orða sokallaðar "ferðslu-
reglur" til júst ta støðu, sum
er við Havnar kirkju, har
kvinnuligir og uppaftur-
giftir prestar og mótstøðu-
menn av hesum eru við
somu
kirkju.
Hesar
"ferðslureglur"
skulu
byrgja fyri, at samanbrestir
henda. "Ferðslureglurnar"
stóðu í prestafelagsblað-
num nr. 3 hin 18. januar
1991 og í Trúboðanum nr.
12 hin 18. juni 1998 í før-
oyskari týðing. Hvussu
verða hesar reglur virdar í
Føroyum? Hví verður ikki
gingið eftir teimum? Tá
hevði sloppist undan at
komið í hesa støðuna, sum
nú er við Havnar kirkju.
Hondina í egnan barm
Vit hava skyldu til hvør í
sínum lagi at stinga hond-
ina í egnan barm og spyrja
og verða spurd, hvat ið vit
sjálvi hava gjørt fyri at fáa
samstarvið at rigga so væl
sum gjørligt.
Hvat
hevur
biskupur
gjørt ? Hvat hevur próstur
gjørt? Hvat hava vit prestar
gjørt? Hvat hava kirkjuráð-
ini gjørt? Ja, her eigur at
verða sagt, at kirkjuráðið
við Havnar kirkju og for-
maðurin har hevur gjørt
nakað, sum øll síggja, og
tøkk skulu tey hava fyri tað.
Men hvat hava vit onnur
gjørt? Hvat hava kirkjutæn-
ararnir við Havnar kirkju
gjørt, sum hava 4 prestar,
men eru farnir út í bløðini
og siga seg stuðla tveimum
av teimum fýra, sjálvt um
kirkjutænararnir als ongan
myndugleika hava í tílíkum
máli. Er tað ikki júst
biskupur, sum í síni tíð
mælti til, at sjúkrahúsprest-
urin skuldi hoyra til Havnar
kirkju? Skulu bæði Jóannis
Fonsdal og Sverri Stein-
hólm nú sigast upp? Teir
halda seg báðir til tað, sum
fedranna kirkja segði um
kvinnuligar og uppaftur-
giftar prestar. Og Sverri
Steinhólm hevur nú virkað
við Havnar kirkju í meira
enn 9 ár við hesi áskoðan
uttan trupulleikar. Hvat er
tað, sum kirkjutænararnir í
yvirlýsing síni leggja upp
til.
Hvat
hevur
føroyska
prestafelagið gjørt? Hvat
hava vit hvør í sínum lagi
gjørt? Hava vit birt upp
undir stríð og eggjað til
stríð ella hava vit roynt at
slætta sjógvin og fingið alt
at rigga uttan samanbrestir?
Ella hava vit púrt einki
gjørt. Tann spurningin má
hvør í sínum lagi seta sær í
hesum døgum. Eitt er víst:
Hetta, sum nú fer fram,
tænir hvørki Guði ella
monnum, fólkakirkjuni ella
nøkrum øðrum.
Løgin uppsøgn
Er tað neyðugt at hava 2
sóknarprestar í altarringin-
um til altargongd við kon-
firmantum eina ella tvær
ferðir um árið, tá ið ein
prestur kann gera tað sum
hjá okkum her í Klakksvík,
og sum Jóannes Fonsdal
gjørdi tað við ungdóms-
guðstænastuna í Havnar
kirkju leygardagin(26.02),
tá ið 400 fólk vóru til altars
hjá honum og dekninum.
Eftir tilmæli frá biskupi
er Jóannis Fonsdal í brævi
frá kirkjumálaráðnum nú
sagdur úr starvi, tí at hann
heldur seg ikki kunna
standa í altarringinum sam-
an við kvinnuligum og upp-
afturgiftum presti, ið hann
annars samstarvar sera væl
við. Inntøkugrundarlagið er
harvið skrykkt undan hon-
um og familjuni, konuni og
tveimum børnum við tí
triðja á veg. Tey sita eftir
við ongum. Tað er eingin
stuttleiki. Tað er ikki til at
flenna at.
Biskupur
Funnist verður at kirkjuráð-
unum. Er tað tí, at meiri-
lutin í kirkjuráðnum við
Havnar kirkju í hesum máli
hevur
stuðlað
Jóannisi
Fonsdal, sjálvt um tey ikki
eru samd við honum.
Ført hevur verið fram, at
kirkjuráðini hava spurt ov
lítið, tá ið hjálparpresta-
starvið varð sett. Er tað ikki
biskupur, sum sjálvur hevur
leiðbeint kirkjuráðslimirnar
um mannagongdina, tá ið
prestur verður settur. Hann
er við til fundirnar júst fyri
at leiðbeina. Tað er hetta,
hann fær løn síni fyri. Og er
tað ikki biskupur, sum
sjálvur fyri einum ári síðan
hevur givið Jóannisi Fons-
dal setanarbræv (kollats).
Er tað biskupur, sum hevur
svikið?
Stuðul
Tá ið vit sjálvir vóru ungir
prestar, sum Jóannis Fons-
dal er tað í dag, fingu vit
góða hjálp og stóran stuðul
frá táverandi varabispi og
øðrum prestum. Hevur Jó-
annis og familja hansara
fingið tað sama frá okkum
øðrum? Hava vit øll svikið?
Tøkk
Persónliga fari eg her at
takka Jóannisi Fonsdal og
foreldrum
hannsara,
mammuni, sum er farin
hiðani av foldum, og páp-
anum, sum í nógv ár hevur
verið deknur á Skála og
onkuntíð framvegis er tað,
fyri ta trúgvu tænastu, tey
gjøgnum eitt langt áramál
hava gjørt í tí føroysku
fólkakirkjuni bæði fyri
børn og vaksin, eisini ta tíð
ið eg var prestur teirra á
Skála. Julia var ein fram-
úrskarandi lærari í kristni
og góðum fólkasiði, sum
eisini okkara synir fingu
stórt gagn av. Sanniliga
fekk Jóannis Fonsdal ein
góðan og tryggan upp-
vøkstur á Skála, sum er við
til at gera hann til tað, sum
hann er í dag.. Men henda
viðferðin, ið Jóannis nú
fær, og álopini á hann í
bløðunum harma meg al-
mikið og gera mær ógvu-
liga ilt. Vit mugu biðja
Jesus vera við okkum og
hjálpa okkum prestum,
prósti og biskupi. Tað eru
ørindi fyri Hann, vit eru
kallað og vígd til at ganga
og ikki bara fyri okkum
sjálv.
Nr. 45 - 5. mars 2005
11
Hergeir Nielsen
Tað fer at vera at hálvum
ári síðan, at Hans Pauli
Strøm, landsstýrismað-
ur, saman við øðrum
samgongumonnum fór
til Suðuroyar at bjóða út
almenn arbeiðspláss á
røktarøkinum.
Fortreytin fyri hesum
arbeiðsplássum var eitt
ellis- og røktarheim, og
tað tykist draga út við
einari loysn á hesum
máli.
Miðað varð eftir ein-
um 35 arbeiðsplássum,
og ganga nú øll hesi
mongu fólk bara og bíða
eftir landsstýrismann-
inum, sum ikki sær seg
føran fyri at stovna bara
nøkur fá av teimum.
Tørvur er á náttar-
vaktum og økisterapi.
Sjúkrasystrar, fysio- og
ergoterapeutar
ganga
arbeiðsleysir, og stórur
tørvur er á vanligum
røktararbeiði sambært
landsstýrismannium.
Hóast hesi arbeiðs-
pláss
saktans
kunna
mannast heima hjá fólki,
sum hava tørv á røkt, so
hendir snøgt sagt einki í
Suðuroynni.
Økisterapi er sett á
stovn í Havn og á Sand-
oynni, og náttarvakt í
Eysturoynni, men einki í
Suðuroynni.
Landsstýrismaðurin
frávaldi at keypa hús til
sinnisveik í Suðuroynni,
har tørvurin var stórstur.
Hann valdi aðra loysn,
sum ikki bøtti um tørvin
har suðuri, og einki
arbeiðspláss gav tann
vegin.
Landsstýrismaðurin
hevur tíverri eisini frá-
valt at skipa náttarvaktir
og økisterapi í Suður-
oynni, har tørvurin er
stórur, og har nógvar
tómar hendur eru tøkar.
Tey sum hildu, at
landsstýrismaðurin og
samgongan
fyrst
og
fremst
hugsaðu
um
arbeiðsloysi, tá ið teir
bjóðaðu suðringum eitt
ellis- og røktarheim til
35 starvsfólk, eru lump-
aði so tað brakar í.
Tá landsstýrismaðurin
á tingfundi onsdagin 2.
mars varð spurdur, hví
hann ikki skipaði fleiri
størv, svaraði hann ma.,
at vit máttu skilja, at tað
eisini var ein spurningur
um pengar og fígging.
Vit, sum høvdu rað-
fest almennar útbygg-
ingar, vistu sjálvandi, at
høvuðsfortreytin fyri at
byggja nýtt var eitt trygt
fíggjarligt grundarlag.
Tað tykjast samgongu-
menn nú skilja eisini.
Tey, sum hinvegin
hildu, at landsstýrið
hevði bæði pengar og
fígging til 35 arbeiðs-
plásss og eitt nýtt ellis-
og røktarheim í Vági,
samstundis
sum
ein
miðnámsskúli stó í gerð,
hava nú fingið okkurt at
hugsa um?
Sjálvur fekk eg tað
svarið, eg dyrgdi eftir,
og vóni nú bara, at
landsstýrið slær seg til
tols við, at tað ikki
eyðnaðist at lumpa suðr-
ingar í hesum umfari.
Hví legðist lands-
stýrismaðurin á
arbeiðsplássini
hjá suðringum?
VIÐMERKINGAR
Hjalmar N. Poulsen
Jøkulfell sakk umleið 60
fjórðingar í ein landnyrðing
úr Kallinum. Syrgjuligu
avleiðingarnar, sum vit øll
yvirhøvur vita, førdu við
sær at 6 sjómenn sjólótust.
Onki víðari kom fram í
føroyskum fjølmiðlum í
málinum, annað enn hvat
sjófrágreiðingin staðfesti.
Almenningurin sum so,
hevur í góðari trúgv hildið,
at hetta nú var eitt avsluttað
kappittul. Men so var ikki,
og vit skuldu vita betur,
sum frá leið. Ein eftirmet-
ing av hendingini sigur
okkum, at Føroyska Sjálv-
bjargingarstøðin, tá ið á
stóð, sveik so dyggiliga. At
hetta eigur at fáa avleiðing-
ar, er baði rætt og rímiligt.
Tað er tó forkastiligt at
eitt slíkt mál skal koma
fram í ljósmála, av berari
tilvild, um man nú kann
kalla tað so. Spurningurin
er nú um nakað nakrantíð
hevði komið framm í hes-
um máli, um ikki munnligi
fyrispurningurin hjá Tobba
bleiv borin framm í Løg-
tinginum.
Fiskimálaráðharrin
sá
mær eitt sindur lotur og
nývaknaður út, tá hann gav
ein slutur fyri ein slatur, í
samrøðu síni við Jón
Sigurd høskvøldið. Eg, - í
hvussu so er, haldi at hann
so dyggiliga hevur sovið í
tímanum. Ella er hetta
kanska ikki hansara máls-
øki? Hann átti sjálvsagt at
handlað beinanvegin. Tá
fyrsta eftirmetingin bleiv
gjørd, átti hann at sett eina
óhefta kanningarnevnd, til
at lýsa málið, soleiðis at
møguligt
ábyrdarloysið
bleiv staðfest og plasreað
við tað sama. Ella í aðra-
mátar allur ivi bleiv fyri-
beindur.
Tó so,- ein annar møgu-
leiki fyriliggur.: Ráharrin
hevur kanska ikki sovið í
tímanum, men handlað í
beráddum huga, fyri síðan
at hopa uppá at málið bleiv
gloymt. Um henda ætlan
hansara hevði eydnast,
hevði tað uttan yva komið
væl við hjá onkrum. Spurn-
ingurin er um hetta ikki
skuldi vera meiningin.
Tøkk fái tú Tórbjørn, fyri
ikki at sova í tímanum, men
vera vakin í so máta.
Óneyðugur samanbrestur í fólkakirkjuni
»Gomorin« harra ráðharri !