Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Fyri samkenslu og hjálpsemi vit fingu, tá ið góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Esther Joensen Mykinesi doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Fyri tey avvarðandi Jórun, Emly og Jaspur 6. oktober ringdi babba til mín, og segði at Palli var farin suður til Havnar við sjúkrabilinum. Mín fyrsti tanki var, at tað var gott, tí so slappaði hann av í nakrar dagar, meðan hann lá har. Tí hann arbeiddi altíð so nógv. Eg var púra rólig, og var vís í at tað fór at laga seg inntil Ogga (Elinborg) ringdi og segði, at nú fekk hon ikki kontakt við Palla longur. Eg hoyrdi á Oggu at okkurt var galið.. og so var ! Aldrin fyrr havi eg følt meg so snýttan av deyðanum. Palli var ein maður, sum ikki ber til at lýsa, og um tað hevði eydnast mær, høvdu fólk nokk sagt at eg gerið ov nógv av. Orð, sum mildur, blíður, glaður, skilagóður siga ikki nokk. Hann var so ótrúliga góður við børn og var av sonnum eitt nátturumennniskja. Palli var nakað heilt ser- ligt fyri meg, Jenny og nógv onnur. Palli tók meg inn í sítt hjarta, tá eg var heilt lítil. Sum 6 ára gomul smædd- ist eg hann eitt sindur, tá eg kom í summarferiu, men tá hann beyð mær at keypa Káru (hestin) fyri 55 kr. og eitt klemm, tók eg skjótt av. Og havi eg eisini klemma hann líka síðani. Tú stóð á kaiini á Oyra- gjógv, tá eg kom til Sandavágs. Á sum eg elskaði at síggja teg – og tú meg. Altíð høvdu vit tað so stuttligt saman, tú bleiv sum eitt barn, spældi, tvætlaði, og flenti saman við okkum. Fórt tú út, og eg vildi við, var svarið altíð ja, um tað so var norð til Sarpar, burtur í haga, ella bara til handils, ja allastaðni, so tímdi tú at hava meg við. Tú elskaði, tá vit vóru nógv børn og tað vóru vit eisini altíð. À sumri lærdi tú meg at klippa seyð, og troystaði meg tá lombini bløddu í oyranum. Um heystið var eg altíð uppí tá tú fletti, og ongantíð var eg í vegin. Tú flenti altíð tá eg bleiv spent og skar hol í vomb- ina. Um veturin skreiddu vit, tú togaði meg í sledu, og eg vann teg, tá vit spældu kavakríggj. Eg elski teg. Aldrin fóru vit í song uttan at eta náttmat frá Oggu, og tá eg fór heim, vinkaði tú frá øllum vindeygum í húsinum. Eg sakni teg. Við hesum vil eg siga tær takk, góði Palli – takk fyri alt tað góða, sum tú hevur givið mær. Minnini sum vit hava saman verða væl goymd í mínum hjarta. Jesuspápi styrki teg Ogga. Tú vart Pallasa stoltleiki. Saknurin eftir Palla er stórur, tungur og tómrúmið stórt. Vit muga tí standa saman og troysta hvønn annan í sorgini. Friður yvir minninum um mín høgt elskaða besta Palla. Noomi Leygardagin 5. mars skipar 9. flokkur á Argjum fyri køkutombola og øðrum til frama fyri námsferð í mai Tíðindaskriv 9. flokkur á Argjum hevur gott tiltak í Argja Skúla leygardagin 5. mars kl. 11.00. Á skránni verður køkutombola, og vinnarin av neytalortakappingini verður funnin. Sjey eykavinningar verða drignir, og okkurt verður til børnini. Eisini kann keypast kaffi og okkurt afturvið. Næmingarnir siga, at tað hevði glett teir at sæð so nógv fólk sum møguligt, ið vilja stuðla teimum til námsferðina, sum verður í mai 2005. Gott tiltak í Argja skúla Tøkk Við deyða og jarðarferð hjá elskaða manni mínum og pápa okkara Albert Hentze hevur verið veittur okkum ómetaligur stuðul og hjálp. Vit vilja tí á hendan hátt, hjartaliga takka tykkum øllum, sum sýnt hava samkenslu. Vit vilja takka tykkum mongu, ið stukku inn á gólvið við troystandi orðum og øðrum. Øllum tykkum, sum komu við onkrum til ervið og ikki minst tykkum, ið stákaðust í Skótahúsinum. Eisini takka vit fyri peningagávur og kransar, sangarun- um í kirkjuni og tykkum mongu, ið fylgdu honum til jarðar. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Gud vælsigni tykkum øll. Arnfríð, Anna, Marna og Bjarni Minningarorð um Jens Paula á Lofti i Leygardagin 5. mars hevur 9. flokkur í Argja skúla gott tiltak