Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 45 - 5. mars 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í morgin, sunnudagin 6. mars, verður Óli á Grømma, ættaður úr Klaksvík og búsitandi í USA, 60 ár. Óli hevur seinastu fjøruti árini verið partur av t r ú b o ð a n a r f e l a g s - skapinum New Tribes Mission, NTM, og tey seinastu árini hevur hann havt høvuðsábyrgdina í felagsskapinum. Hann býr í Sanford í Florida. Foreldrini hjá Óla vóru Mona og Jósup Jacobsen, og barnaheimð var á Ziska- trøð. Hvørki Monu ella Jósupi vóru langt lív lagað. Jósup var 55 ára gamalur, tá ið hann doyði 4. januar í 1970, og Mona var 60, tá ið hon doyði 9. mai í 1978. Mona og Jósup fingu seks børn: Sigurd, Ásvør, Jonna, Óli, Magni og Joan. Sigurd býr í Sønderborg, Magni býr í Klaksvík, og Joan býr í Havnini. Ásvør doyði í 1977, og Jonna doyði í 1986. Eftir skúlaárini var Óli til skips við Sjúrðarbergi, sum Martin Sivertsen førdi, og eitt skifti var hann saman við tveimum øðrum í Reykjavík, har høvuðsendamálið var at býta út kristiligan lesnað og annars at stuðla kristni- lívinum. Í 1965 fór Óli á skúla hjá New Tribes Mission. Trúboðaraútbúgvingin var skrúvað saman í trimum - bíbliuskúli, málskúli og venjingarskúli. Óli fór á venjingarskúlan, sum var í Jersey Shore í Pennsyl- vania, og síðani fór hann á málskúlan, sum tá var í Waukesha í Wisconsin. Tá ið hann var liðugur við ta útbúgvingina, heitti leiðsl- an á hann um at verða lærari á skúlanum. Óli var á hesum skúlanum í fimt- an ár. Síðsta lítla helming- in av áramálinum hevði hann høvuðsábyrgdina av málskúlanum. Tað var meðan Óli var í Wisconsin, at hann hitti Judy, sum er týskur amer- ikanari soleiðis at skilja, at bæði foreldur hennara vóru úr Týsklandi. Judy og Óli giftust 27. januar í 1968. Ofta sigst tað, at amer- ikanarar hava so ilt við at síggja út um eingjargarð- arnar. Tað ber sjálvandi ikki til at taka allar amer- ikanarar yvir ein kamb, og Judy telist avgjørt ikki millum teirra, sum nevnda skoðsmálið rakar. Úr barnaheiminum arvaði hon týska málið og sam- bandið við familjuna í Týsklandi, sum hon fram- vegis røkir. Og tá ið hon var gift við føroyingi, fór hon undir at læra seg før- oyska málið og føroysku mentanina. Tað hevur eydnast so mikið væl, at hon sum einki megnar at samskifta og samstarva við tey, sum ikki duga annað enn føroyskt. Óli hevur ongantíð fjalt yvir, og øll, sum kenna hann og konuna munnu geva hon- um rætt í tí, at Judy hevur verið honum ein sera góð kona og ein óvanliga holl- ur stuðul í arbeiðnum, sum gjørdist hansara lívs- starv. Judy og Óli eiga tveir dreingir. Dan er giftur Christy, sum er ættað úr USA. Tey eiga tríggjar gentur og ein drong og búgva í Mongolia, har tey eru trúboðarar í NTM. Don er giftur Helen, sum er ættað úr Kanada. Tey eiga tveir dreingir, og tey búgva í Wisconsin, har Don arbeiðir í byggivinn- uni. Í 1983 heitti leiðslan í NTM á Óla um at flyta til Manilla fyri at hava høv- uðsábyrgdina av arbeiðn- um hjá felagsskapinum í Filipsoyggjunum. Judy og Óli vóru í Filipsoyggj- unum í tíggju ár. Stóra av- bjóðingin var at saman- sjóða samverkafólkini úr Filipsoyggjunum við tey úr USA og aðra staðni frá. Tað mundi roynast væl hjá teimum, tí í 1993 sendi høvuðsleiðslan í NTM boð eftir Óla um at flyta til Florida at vera partur av høvuðsleiðsluni fyri allan felagsskapin. Síðani í 2001 hevur Óli verið for- maður í sjey manna nevndini, ið hevur dagligu leiðsluna og høvuðs- ábyrgdina fyri fleiri enn 3000 trúboðarum úr 39 ymiskum londum. Knapp- liga 30 av teimum 3000 eru føroyingar. Umframt í USA skipar NTM fyri útbúgving av trúboðarum í eitt nú Kan- ada, Onglandi, Australia, Filipsoyggjunum, Mexi- ko, Kolumbia, Venezuela, Bolivia og Brasilia, og í 21 londum ymsa staðni kring knøttin - úr Grøn- landi og suður ígjøgnum og sólarringin runt - eru trúboðarar hjá NTM í holtur við at umseta Skriftirnar og við kristni- boðan við tí endamáli, at samkomur skulu verða grundaðar. At hava evstu ábyrgdina av so mongum starvsfólk- um á so nógvum og ymiskum støðum og plássum og við so marg- faldari bakgrund er í sær sjálvum veldug avbjóðing, sum eitt nú ber stór krøv við sær til evnini at lurta og samskifta og at megna at vera íblásari á einari rúgvu av ferðum og fund- um kring allan heimin. Óli er góður prædikumaður, og umframt í NTM høpi eru tað ofta boð aðra staðni frá eftir honum at luttaka á trúboðanar- stevnum og eisini øðrum kristiligum tiltøkum. Millum torførastu upp- gávurnar munnu vera tær, tá ið starvsfólk hjá NTM hava verið tikin gíslar. Seinastu árini er hetta komið fyri fleiri ferðir í Latínamerika og Asia. Hóast Óli á Grømma hevur verið burturi úr Føroyum í fjøruti ár, so er hann framvegis føroy- ingur í sinn og skinn. Hann fylgir við í f ø r o y s k u m samfelagsviðurskiftum, og hann er ættkærur og trúgvur móti Føroyum og føroyingum. Judy og hann vitja í Føroyum, tá ið tað ber teimum til. Næsta ferðin, at tey fara at koma henda vegin, verður í september í ár. Føðingardagin heldur Óli í morgin heima í Samford, har tey hava bjóðað einum hálvt hundrað gestum at gleðast saman við teimum, og tað skuldi ikki undrað, um sumt av tí, sum tað fer at verða vartað upp við, verður við íblástri úr Føroyum. Telefonnummarið hjá Óla er 001407 3243941 og teldupost adressan hjá honum er: oli_jacobsen@ntm.org. JH Óli á Grømma 60 ár Leygardagin 5. mars fyllir Anna Askham í Havn 104 ár. Hon er sostatt elsti núlivandi føroyingur, og okk- um vitandi hava bert tveir aðrir føroyingar rokkið so høgan aldur í nýggjari tíð. Teir eru Jógvan Hansen í Vestmanna, sum eisini gjørdist 104 ára gamal og Drikka á Fløtti við Gjógv, sum gjørdist 105 ára gom- ul. Anna Askham er fødd í 1901, og er hon ein livandi søgubók, sum minnist og veit um eina heila øld at siga. Í stuttum kann sigast, at meira er hent í lívstíðini hjá Onnu enn í øll hini 1000 árini, Føroyar hava verið bygdar. Her kann nevnast, at tað var í 1901, at okkara polit- iska skipan varð býtt sundur í samband og sjálvstýri, og tað var eisini í hesum árinum, at Tingakrossur kom út fyrstu ferð og sama ár varð parlementarisman sett í gildi í Danmark. Fólkatalið í Føroyum var 15.230 og í Havn búðu 1.656 fólk. Anna er framvegis púra klár, og hvønn dag situr hon uppi og bindur. Minni hennara er heilt ótrúligt. Hon minnist kongavitjanini í Havn í 1907 – fyri 98 árum síðani. Tað var í hesum árinum, at brennivíns- lógin varð samtykt við fólkaatkvøðu, og valrættarald- urin var 25 ár. Vegurin niðan í Hoydalar var eisini gjørdur hetta árið. Men fyrsti bilurin kom ikki fyrr enn í 1922, tá Anna var blivin forlovað! Tað at ferðast var ikki bert sum at siga tað. Skuldi Anna til Kollafjarðar at vitja ommuna og abban var farið við róðrarbáti, inntil mjólkarbáturin »Ruth« kom í 1908. Tað var stórt framstig sum munaði. Vatn var innlagt í húsini í 1898, men el var einki fyrstu nógvu árini. Petroleumslampur vóru nýttar bæði inni og úti. Anna minnist eisini tíðindatænast- una undir 1. heimsbardaga. Telegramm við tíðindum frá krígnum vórðu sligin upp á Restorffs portur, har sum Hafnia er nú, og so var at skriva av og bera tíðindini heim. Í 1915 varð Anna konfirmerað av Jákupi Dahl, og í 1925, ella fyri 80 árum síðani giftist hon við Símuni Askham, sum hon hevði verið trúðlovað við síðan 1917. Jákup Dahl vígdi tey bæði og væl kom burtur- úr. Eftirkomaratalið er í dag væl omanfyri 100. Sum skilst hevur Anna verið ein merkiskvinna. Hon fekst sum ung við at fotografera. Hetta var sjáld- samt konufólkaarbeiði tá á døgum, og hon framkall- aði eisini myndirnar sjálv. Røsk var hon sum fáur. Tað segðist, at tá hon hevði so nógv at gera, at hon ikki helt seg hava tíð at sova, so kundi hon leypa eina nátt um uttan víðari. Hon hevur eisini verið ótrúliga røsk at binda upp á síni, og tað ger hon framvegis. Anna býr á Ellisheiminum í Havn, og høvi verður at heilsa upp á hana hendan dagin millum kl. 15.00 og 17.00. Anna Askham 104 ár