Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygardagin 5. mars læt ein nýggjur handil upp í Handilskjarnanum í Havn. Talan er um skóhandilin Bianco Footwear. Leiðari í handlinum er Oddny Clem- entsen. Tað er P/F Handilskjarn- in við Hans Waag og Hil- bert Dam, sum eigur og rekur handlarnar í Handils- kjarnanum. Bianco Footwear handl- arnir eru seinastu árini vorðnir ein partur av býar- myndini í nógvum evrope- iskum býum og hava størsta vøksturin á sínum øki í Europa. Bianco Footwear er í veghæddini á Handils- kjarnanum. Gólvvíddin er 100 fermetar umframt goymsluna, og leiðari í handlinum er Oddny Clem- entsen. Tað var í november í fjør at Hans Waag og Hilbert Dam keyptu handlarnar í Handilskjarnanum. Stjóri í Handilskjarnanum er Hans Waag. Majbritt Jacobsen og Elsa Jacobsen eru nýggju eigararnir av Sp/f Marjun Heimá- Bernina í Havn. Majbritt og Elsa siga báðar, at hetta er ein spennandi av- bjóðing. Handilin hevur nógv ár á baki og er væl innarbeidd- ur. Handilshølini eru nýliga sett í stand, og teirra uppgáva verður m.a. at inspirera fólk til sjálvi at seyma. Tær báðar verið á skeiði hjá Bernina í Danmark og hava sett seg væl inn í tingini. Í sambandi við móttøkuna og eigara- skiftið er sølustjórin hjá Bernina Nordic, Lars Rex, komin til Føroya. Handilin er 45 ára gamal og er m.a. umboð fyri tær væl kendu Bernina seymimaskinurnar. Tað var í 1959 at Marjun Heimá keypti sína fyrstu Bernina seymi- maskinu. Marjun Heimá hevur fleiri ferðir verið heiðrað fyri at hava selt flest Bernina seymi- maskinur pr. íbúgva í danska kongaríkinum. Seinnu árini hevur hand- ilin verið rikin sum parta- felag við Marjun og systrini Ingu Mortensen sum parta- eigarum. Inga hevur verið dagligur leiðari í handlin- um, meðan maðurin, Leif Mortensen, hevur havt eftirlit og umvælingar. Nú verður tað Magni Berg, sum tekur sær av eftirliti og tænastu. Í fyrradagin, hós- dagin 3. mars, fylti Eyolvur Joensen í Klaksvík 60 ár. Hann hevur mongu tey seinastu árini starvast á Tekniska skúla í Klaksvík, og tá ið KÍ seinast var einaráðandi í fótbólti fyri 35-40 árum síðani, var Eyolvur millum stuðulsspælararnar. Eyolvur er klaks- víkingur. Foreldrini vóru Sunnevá, fødd Olsen og ættað úr Húsavík og Joen Pauli Joensen, sum var ættaður av Gørðum. Hann var jarnsmiður og arbeiddi á bedingini hjá Kjølbro. Í Klaksvík varð hann ofta nevndur jarðamóðurs Palli. Tað komst sjálvandi av, at konan var jarðamóður, og tað sjáldsama var, at tvær av systrum hennara eisini vóru jarðamøður. Sunnvá og Palli búðu í Vági, og tey áttu fýra børn - Asbjørn, sum var løgtingsmaður og lansstýrismaður og andaðist í 1993, Hjalgrím, sum býr í Miami í Florida, Ása, sum giftist Símuni í Tunghúsinum og so Eyolvur, sum var yngstur. Eyolvur lærdi til elektrikara hjá Svenn Joensen, sála, í Klaksvík. Hann varð avlærdur í 1965, og í 1967 tók hann maskinistprógv á Tekniska skúla í Klaksvík. Í 1970 tók hann elinnstallatør prógv í Aalborg og eitt skeið í tekniskari fyrireiking tók hann í Keypmannahavn fyrrapartin í sjeyti árunum. Í nøkur ár var hann service maður hjá Anthoniusi Olsen, sum umframt møblahandil eisini seldi hvít- vørur. Í 1974 fór Eyolvur at arbeiða á Tekniska skúlanum í Klaksvík, og har hevur hann verið í føstum starvi síðani 1. oktober í 1976. Seinastu umleið trettan árini hevur hann verið deildarleiðari á el deildini. Tað plagar at verða tikið til í Klaksvík, at nógvu tey fyrstu árini vóru lutfalsliga nógvir av KÍ spælarunum úr Vági, har eisini formaðurin í mong ár, John Reid Bjartalíð, sáli, búði. Soleiðis var tað eisini á 66 liðn- um. Vit kunnu eitt nú nevna Páll Sigmund Sørensen, Jógvan Klakkstein, John Sigurd Joensen, Olvheðin Jacobsen og so Eyolv Joensen, sum var sera stinnur verjuspælari og ein, sum yngru skyldmenninir sóu ógvuliga stórt í. Eyolvur fór at spæla við dreingjaliðnum í 1959, og frá 1964 var hann fastur maður á besta liðnum, undantikið tíðarskeiðini tá ið hann var burturi í útbúgvingarørindum. Hann var ofta aftasti maður í verjuni, og hann var við til at vinna fleiri meistara- skapir. Men hann var ikki við í minnisríka dystinum í Gundadali 3. september í 1972, tá ið klaksvíkingar endurvunnu meistaraskapin frá HB. Tá búði Eyolv í Keypmannahavn. Hann var stutt frammanundan farin niður, og KÍ vildi hava hann upp at hjálpa til í avger- andi dystinum. Men flúgvilíkindini vóru ikki nóg góð, og Eyolv var veðurfastur í Orknoyggjunum, tá ið stríðið stóð í Gundadali! Fimm ferðir var Eyolvur á landsliðnum. Fyrsta ferðin var í 1967, tá ið Føroyar taptu 2-1 í Reykjavík, og tá ið tað varð sagt, at føroyska liðið spældi framúr væl. Í Klaksvík høvdu teir borðtennisfelagið Glæman, og Eyolvur var fyrst í seksti árunum ein av Føroya bestu borðtennisspælarum. Starvsfelagar og næmingar bera Eyolvi tað sama sum familjan. Hann er friðarligur og umgeingiligur. Ikki ger hann nógv burtur úr sær sjálvum, men hann hevur framúr góðan humoristiskan sans. Í 1973 giftist Eyolvur við Finnbjørg, sum er sjúkra- systur og ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara Elin Jóhanna og Jógvan Petersen ella Jógvan í Svínoy, sum hann varð nevndur, áttu hús og jørð og seyð í Svínoy. Finnbjørg og Eyolvur eru ofta í Svínoy, har Eyolvur dámar so sera væl at njóta friðin og stór- slignu náttúruna. HW Eyolvur Joensen 60 ár Sp/f Marjun Heimá-Bernina: Majbritt og Elsa nýggir eigarar Nýggju eigararnir av Sp/f Marjun Heimá-Bernina, Elsa Jacobsen og Majbritt Jacobsen saman við Ingu Mortensen, fyrrverandi eigara, og Lars Rex sølustjóra hjá Bernina Nordic Mynd: Jens Kristian Vang Handilskjarnin: Bianco Footwear í miðbýnum F.v. Annika Vatnhamar, starvsfólk í Bianco Footwear, Sámal Joensen, leiðari á harradeildini, Anida Johannesen, leiðari á barnadeildini, og Oddny Clementsen, leiðari á Bianco Footwear. Í Handilskjarnanum starvast tilsamans 12 fólk Mynd: Jens Kristian Vang