Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 45 - 5. mars 2005 Ein dreymaoyggj, eitt hús fult innan av sjokolátu og ein súkkla úr træi saman við silkifløggum. Við nóg nógvum hugflogi ber alt til, prógvaðu teir tríggir vinnarnir av fyrstu føroyameist- arakappingini í hand- ilsframsýningum FM HEITI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað hevur ikki skortað upp á hugflog, nú handlar kring alt landið seinastu vikurnar hava dystast í FM kapping- ini um mest kreativu hand- ilsframsýningina, sum Kjølbro Heilsøla í Klaksvík hevur skipað fyri. Mikudagin fóru teir tríggir dómarnir, Edvard Fuglø, listamaður, Jákup Mikkelsen og Erling Fles, fótbóltsleikarar, so undir at meta um kreativa hugflog- ið, heildarmyndina, hvussu gjøgnumført hugskotið var, og hvussu væl tað fangaði eygað á kundanum. Tað var ikki nøkur løtt uppgáva hjá dómsnevndini at velja ímillum tey nógvu hugskot- ini, sum vóru komin inn. Men onkur má vinna, og nummar eitt gjørdist Bónus í Klaksvík, meðan 2. og 3. pláss fóru til ávikavist Stat- oil í Leirvík og Miðberg Bakarí í Saltangará Dreymaoyggin Tordis Rausner er kvinnan aftan fyri hugskotið, sum fór avstað við FM heitin- um. Tordis sigur, at tey fyrst hugsaðu um at gera okkurt páskaligt burturúr sjokolátaposunum, men hon helt ikki, at litirnir vóru teir røttu. – Tá vit høvdu droppað tað páskaliga, var hugskot- ið til eina sjokolátaoygg har beinanvegin. Ímynda tær, at stranda einsamøll á eini oyggj, full av alskyns sjokolátu, flennir Tordis sum eisni fekk íblástur til dreymaoynna frá eksotisku oynni á Bounty posunum. Men tað vóru serliga litir- nir, tey høvdu at velja ímill- um, sum hon helt riggaðu væl til eina sovorðna oyggj. So tá deildarleiðarin var liðugur at byggja stativið, fóru Tordis og hini starvs- fólkini í Bónus undir at leggja blá/hvítu Bounty- posarnar í botnin sum sjógv, brúnu Mars og Twix posarnir vórðu brúktir til bulin á pálmanum, meðan gulllittu Twixposarnir gjørdust pálmabløð. - Tað hevur verið fínasta slag at sleppa at gera okkurt heilt øðrvísi, enn tað van- liga, so vit gleða okkum til kappingina næsta ár. Tað verður spennandi at síggja, hvat tilfar, vit tá fáa at arbeiða við, men vit skulu nokk finna uppá okkurt - bíða bara, sigur Tordis av- gjørd. Eitt hús og ein súkkla Við einum vøkrum húsi fullum innan av sjokolátu tryggjaði Statoil í Leirvík sær 2. plássið í kappingini. Tað var sjálv leiðarin, Eyð- vør Vatnhamar, sum átti endaliga hugskotið. Fyrst skeyt onkur upp at tey gjørdu ein kassabil, men tað gjørdist eitt sindur ov roksut, og hevði heldur ikki røttu hæddina, vildi onkur vera við. Tá huskotið til húsið endaliga varð sam- tykt, varð familjan hjá leið- aranum tikin við uppá ráð. 83 ára gamli pápi Eyðvør fekk til uppgávu at smíða húsið, meðan dótturin slapp at málað. Og so var bara eftir at fylla húsið við sjokolátu - eitt slag í hvørt vindeyga, sum kundarnir kunnu stinga hondina inn ígjøgnum, eisini børnini, sum lættliga røkka kjallara- vindeyguni. Í Miðberg Bakarí í Sal- tangará var tað Anna Han- sen, krambakvinna, sum setti sær fyri at royna seg við hugskotinum, sum tryggjaði bakarínum 3. plássið í kappingini. Anna dámar sera væl at fáast við at ymiskt kreativt og hevur eisini tikið okkurt skeiðið í dekoratión. Hon kom skjótt í tankar um eina træsúkklu, hon átti heima, sum hon helt hóskaði væl til at geva framsýningini ein náttúru- kendan dám. Súkklan varð sett í vindeyga, og uppi yvir hanga skelti í ymsum litum, sum Anna hevur seymað úr silki og skipað, so litirnir geva røttu dýbdina og eina harmoniska heildarmynd. – Her er ikki so nógv pláss inni, so vit vóru noydd at brúka vindeyga. Har mátti heldur ikki vera ov nógv fjas uppi í, tí hetta er jú beint við bakaravørur- nar, so vit valdu at leggja okkum eftir tí listarliga, heldur enn at skapa okkurt stórt og flott, sigur dáman aftanfyri hugskotið hjá Miðberg Allir vinnarnir fingu steyp til ognar umframt ein gávukekk til eina starvs- fólkaveitslu Bónus og sjokolátaoyggin føroyameistarar Tað var ein errin og glaður starvsfólkahópur, sum tryggjaði Bónus í Klaksvík Føroyameistaraheitið í handilsframsýningum mikudagin Tordis Rausner í Bónus í Klaksvík er kvinnan aftanfyri hugskotið til dreymaoynna úr sjokolátu Hugskotið við træsúkkluni og silkiskeltunum hjá Annu Hansen og Miðberg Bakarí í Saltangará tryggjaði teimum 3. plássið í kappingini Á Statoil í Leirvík høvdu tey valt at byggja eitt hús, fult innan av Mars, Bounty, Snickers og Twix og ognaðu sær harvið 2. plassið í kappingini Tað var ikki nøkur løtt uppgáva hjá teimum trimum dómarnum Edvard Fuglø, Jákup Mikkelsen og Erling Fles at finna vinnarnar millum nógvu góðu hugskotini