leygardagur 5. mars 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
17
Deyðarevsing aftur í gildi
Nógv bendir á, at 15 menn, sum sita í palestinskum
fongslum, kunnu vænta at verða avrættaðir í næstum.
Teir 15 menninir eru dømdir til deyða, men tey seinastu
trý árini er eingin deyðadómur fullførdur í teimum
palestinsku sjálvsstýrisøkjunum.
Men nú sigur talsmaðurin hjá palestinska dómsvald-
inum, at myndugleikarnir umhugsa at fullføra teir
deyðadómarnar, sum eru sagdir. Saeb al-Qidwa sigur
við tíðindastovuna AP, at ein serfrøðingur er settur at
kanna deyðadómarnar, og at ætlanin er at fullføra dóm-
arnar ímóti teimum 15 deyðadømdu monnunum seinni
í hesum mánaðinum.
Síðani tað palestinska sjálvsstýrið bleiv skipað í
1994, eru 70 fólk dømd til deyða, men bara níggju
dómar eru fullførdir. Tann seinasti var í august í 2002,
tá tann 21 ára gamli Bashir Atari bleiv avrættaður fyri
at hava skorið tvær kvinnur á háls.
Schrøder vil hava hjálp
Altjóða Gjaldoyragrunnurin kunngjørdi í vikuni, at
framgongdin í týska búskapinum verður neyvan størri
enn 0,8 prosent í ár. Tað er eitt heilt prosentstig minni
enn upprunaliga hildið, og tað hevur fingið Gerhard
Schrøder, kanslara at biðja andstøðuna um hjálp til at
fáa meiri ferð á, skrivar DPA.
At kanslarin nú hevur hug at samstarva við andstøð-
una kemst helst av, at hann fyri nøkrum døgum síðani
fekk eitt bræv frá andstøðuni, har skotið verður upp at
lækka partafelagsskattin og at gera ymsar skipanir á ar-
beiðsmarknaðinum liðiligari. Formaðurin í stjórnar-
flokkinum SPD, Franz Múntefehring, vísti alt fyri eitt
uppskotunum aftur, men Schrøder hevur eftir øllum at
døma hug at royna samstarv við andstøðuna.
Týskir búskaparfrøðingar ávara kortini um, at sam-
starv millum stjórnina og andstøðuna er eingin borgan
fyri, at vend kemur í. Teir vísa á, at tað eru næstan 40
ár, síðani tílíkt samstarv veruliga bar nakra frukt.
Bush fylgir ikki við
Ein meiningakanning í USA vísir, at George W. Bush,
forseti, fylgir eftir øllum at døma ikki við, hvat amerik-
anararnir vilja hava hann at gera.
Í seinastuni hevur forsetin lagt stóra orku í umfatandi
broytingar í pensjónsskipanini hjá teimum eldru og
teimum óarbeiðsføru, men í kanningini siga 63 prosent
av teimum spurdu, at forsetin eigur heldur at leggja dent
á at útvega fleiri arbeiðspláss og at bøta um heilsuverkið.
Forsetin roynir at sannføra fólk um, at tey eiga at átaka
sær størri ábyrgd av pensjónsuppsparingum, men 80
prosent av teimum spurdu siga, at tað almenna hevur
ábyrgdina av, at tey eldru hava sømilig kor.
Kanningin, sum blaðið New York Times og sjón-
varpið CBS hava gjørt, avdúkar eisini, at amerikanarar
hava ikki álit á, at ein republikanskur forseti leggur ser-
liga stóran dent á vælferðina hjá fólki. Beinleiðis spurd
siga næstan 50 prosent, at í so máta hava tey størri álit
á demokratunum. Bara 31 prosent halda, at republik-
anararnir leggja nóg stóran dent á vælferðina.
Arbeiðsloysið minkar
Tey seinastu hagtølini í Noregi vísa, at har er arbeiðs-
loysið minkað eitt vet tann seinasta mánaðin.
Seinasta mánaðarskiftið vóru 91.100 norðmenn
arbeiðsleysir. Tað er eitt lítið vet minni enn ein mánað
frammanundan og svarar til, at 3,8 prosent av arbeiðs-
megini hava einki at gera. Hagstovan í Oslo sigur, at
tann seinasta mánaðin er arbeiðsloysið minkað í ídnað-
inum og byggivinnuni. Harafturímóti er arbeiðsloysið
vaksið eitt vet á røktar- og umsorganarøkinum.
Arbeiðsloysið í Noregi rakar serliga tey, sum eru
ímillum 20 og 24 ár. Í tí aldursbólkinum eru 7,1 prosent
arbeiðsleys. Tað minsta arbeiðsloysið er ímillum tey,
sum eru ímillum 50 og 59, tí har eru tað bara 2,3
prosent, sum einki arbeiði hava.
UTTAN ÚR HEIMI
Kurdarnir í Irak
krevja nú at fáa ein
størri part av
landinum, og tað
forðar fyri, at Irak fær
nýggja stjórn.
IRAK
Árni Joensen
fartekstmail.dk
Seinastu vikuna hava shia-
muslimskir og kurdiskir
leiðarar sitið við samráð-
ingarborðið í býnum Ibril
og tingast um at skipa eina
samgongustjórn. Tann sjia-
muslimska
samgongan
hevur 140 av teimum 275
limunum í tí nývalda
tinginum í Bagdad, men
fyri at skipa stjórn skal hon
hava tveir triðingar av ting-
inum aftan fyri seg. Tí
roynir samgongan at fáa
stuðul frá teimum 75 kurd-
isku tinglimunum.
Aftur fyri stuðul eru shia-
muslimarnir gingnir við til,
at kurdiski leiðarin, Jalal
Talebani, verður irakskur
forseti. Men kurdarnir hava
eitt krav afturat. Teir krevja,
at tað sjálvsstýrandi kurd-
iska økið verður víðkað
suðureftir, soleiðis at tað
eisini umfatar oljubýin Kir-
kuk, men tað vilja shiamus-
limarnir ikki ganga við til.
Kirkuk er yvirhøvur ein
umstríddur býur. Uppruna-
liga búðu kurdar har, men í
einari roynd at gera býin
"arabiskan", rak Saddam
Hussein kurdarnar úr býn-
um. Síðani kríggið eru
nógvir kurdar komnir aftur
til Kirkuk, og nú krevja
kurdarnir, at býurin verður
partur av tí kurdiska sjálvs-
stýrisøkinum, skrivar AP.
Eitt annað, sum darvar
samstarvinum
ímillum
shiamuslimarnar og kurd-
arnar er, at kurdarnir hava
ikki fult álit á komandi
shiamuslimska forsætisráð-
harranum,
Ibrahim
al-
Jaafari. Teir óttast fyri, at
hann fer at virka fyri einum
strongum
islamistiskum
stýri í Irak, og tí vilja nógv-
ir kurdar heldur hava tann
hóvliga Ayad Allawi at
halda fram sum stjórnar-
leiðari.
Upprunaliga var ætlanin,
at tað nývalda tingið skuldi
koma saman í morgin, men
fundurin er útsettur orsakað
av ósemjuni ímillum shia-
muslimarnar og kurdarnar.
Sambært AP vænta eyg-
leiðarar, at tað kann taka
drúgva tíð at loysa óemj-
una.
Amerikanski ævintýr-
arin Steve Fossett er
tann fyrsti, sum hev-
ur flogið einsamallur
kring Jørðina uttan at
taka brennievni
FLOGFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyrrakvøldið lendi tað ser-
bygda flogfarið hjá Steve
Fossett á flogvøllinum í
Salina í amerikanska statin-
um Kansas. Tá hevði tað
verið á flogi í 67 tímar og
hevði flogið kring Jørðina.
Ferðin byrjaði ikki ser-
liga væl, tí vindurin var
ímóti, men uppi yvir Norð-
urafrika fekk hann meiri
undanvind, enn hann hevði
roknað við.
Tann 60 ára gamli ævin-
týrarin hevur sett fleiri met
fyrr, og nú kemur hann í
bøkurnar sum tann fyrsti,
sum fleyg kring Jørðina utt-
an at millumlenda og uttan
at fylla meiri brennievni á
flogfarið.
Kurdarnir vilja hava
størri part av Irak
Einsamallur kring Jørðina
uttan at millumlenda
Sjampanjufløskan var sum vera man á lofti, tá Steve Fossett var komin út úr flogfarinum, har hann hevði sitið í 67 tímar út í eitt