leygardagur 5. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 • leygardagur • 05. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Til Hoyvíkar eftir
gullinum
Vestmenningar ætla
sær manssterkir til
Hoyvíkar í dag stuðla
sínum monnum, sum
við bert einum javn-
leiki móti KÍF kunnu
tryggja sær meistara-
heitið
ATLANTIC AIRWAYS
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tey tevja gull í Vestmanna,
og gullrákurin er vorðin
alsamt sterkari seinastu
vikurnar. Flaggskipið hjá
vestmenningum, mansliðið
hjá VÍF, er bert tað eina
stigið frá meistaraheitinum
í hondbólti 2005, og megna
vestmenningar at fáa í
minsta lagi ein javnleik
móti kollfirðingum í Hoy-
vík í dag, eru teir føroya-
meistarar, og so verður
óivað gulldansur í Vest-
manna í kvøld.
Kollfirðingar truplir
at rokna út
Tað er tó einki, sum bendir
á, at tað verður nøkur løtt
uppgáva hjá VÍF at tryggja
sær meistaraheitið í dag, tí
kollfirðingar hava mangan
víst seg at verða sera
drúgvir. Hetta mátti júst
VÍF eisini ásanna herfyri,
tá ið teir vóru rendir um
koll av KÍF í Vestmanna.
Hinvegin hava avrikini hjá
kollfirðingum verið ógvu-
liga ójøvn, og teir hava
verið rættuliga truplir at
rokna út í hesum kapping-
arárinum.
Hetta fer óivað eisini at
liggja í huganum hjá nógv-
um vestmenningum, men
hinvegin so skerst ikki
burtur, at tað eru teir gulu
úr VÍF, sum hava nógv
meira at spæla fyri í
dystinum í dag, og tað
hevur sum oftast stóran
týdning.
KÍF hevur framvegis
møguleikan at vinna sær
heiðursmerkir, men við
ósigrinum fyri Kyndli farna
leygardag minkaði tann
møguleikin munandi.
Tað man tó verða lítið at
ivast í, at tað hevði frøtt
mangan kollfirðingin, um
teir høvdu sett ein kíla í
meistaraskapsdreymarnar
hjá vestmenningum og
syrgt fyri, at gulldansurin
hjá VÍF bleiv útsettur í
minst eina viku.
Hvussu við
silvurinum
Sunnudagin eru so tveir
aðrir dystir á skránni í
Atlantic Airways kapping-
ini. Í Hoyvík verður aftur
dystur, hesaferð verða tað
H71 og Kyndil, sum bresta
saman. Dystirnir millum
hesi bæði lið eru mangan
rættuliga
baldrutir
og
rótutir. Seinnu árini hava
hoyvíkingar havt rættuliga
gott tak á kyndilsmonnum,
men hendan gongd tykist
nú verða vend, eftir at tað í
ár fyri tað mesta hevur
verið Kyndil, sum hevur
verið omaná, tá ið liðini
hava hitst.
Kyndil liggur í løtuni á
silvurplássinum, men teir
kunnu blíva hóttir, og tað
eru fyrst og fremst strand-
ingar, ið kunnu hótta teir.
StÍF skal eisini til høvuðs-
staðin
sunnudagin.
Tá
skulu teir niðan í høllina á
Hálsi, har mótstøðuliðið
verður
Neistin.
Hóast
Neistin er botnlið í deildini,
so hava teir bláu úr Havn
roynst væl í seinastuni, og
tað var bert reint óhepni, ið
gjørdi, at teir einans fingu
ein javnleik, tá ið teir
vitjaðu strandingar á Skála
herfyri.
So óstøðug sum avrikin
hjá teimum flestu liðunum
hava verið í ár, er tað ilt at
meta um, hvussu tað fer at
ganga við heiðursmerkja-
býtinum. Vestmenningar
fara uttan iva við gullinum,
men um tað verður Kyndil,
StÍF ella kanska KÍF, sum
fer avstað við silvurinum,
tað vil tíðin vísa.
Fáa vestmenningar bara eitt stig móti KÍF, er meistaraheitið longu heima
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 5. mars vera
árligu fimleikaframsýn-
ingarnar hjá fimleikafe-
lagnum Ljósinum í høllini
á Hálsi. Fyrra framsýn-
ingin við børnum upp til
3.flokk verður kl 14.00,
meðan tann seinna við
eldru liðum felagsins
verður kl. 17.00, - tó vera
kappingarliðini við á báð-
um framsýningunum.
Í fjør royndi felagið á
fyrsta sinni glæmuljós
fyri at geva tiltakinum
serligan hátíðardám, og
var hetta eftir okkara
tykki so væleydnað, at tað
verður roynt aftur í ár.
Stórkapping hevur júst
verið, og luttakandi lið
felagsins vera eisini við til
framsýningina, men van-
liga fimleikaframsýning-
in hjá felagnum er fyrst
og fremst at sýna fram
almenna fimleikin, og ein
part av tí, sum liðini hava
fingið burtur úr í vetur.
Fimleikur hevur stóra
undirtøku millum børn og
ung í Havn, tað sanna vit
hvørt heyst, tá tað er
slíkur
gravgangur
at
sleppa at íðka, at vit
tíverri eru noydd at fáast
við bíðilistar, tí hølisum-
støðurnar tíverri eru so út
av lagi. Men vit hava eis-
ini sanna, at nøkur eru, ið
ferðast langan veg at íðka
fimleik í Ljósinum, t.d. úr
Hósvík, av Stykkinum og
aðrastaðni.
Árligu fimleika-
framsýningarnar
hjá Ljósinum
Dystaryvirlit:
Leygardagur 5/3-05:
Hondbóltur:
Atlantic Airways-kappingin:
Kl. 16.00
KÍF - VÍF
Hoyvíkshøllin
Flogbóltur:
Meistaradeildin kvinnur:
Kl. 14.00
Mjølnir - KÍF
KÍ-høllin
Kl. 14.00
Dráttur - TB
Giljanes
Meistaradeildin menn:
Kl. 16.00
Mjølnir - Fram
KÍ-høllin
Sunnudagur 6/3-05
Hondbóltur:
Sunset-kappingin
Kl. 14.30
Neistin - Tjaldur Ítróttarhøllin á Hálsi
Kl. 15.00
Stjørnan - Søljan
KÍ-høllin
Kl. 15.00
VB - VÍF
VB-høllin
Atlantic Airways-kappingin:
Kl. 16.00
H71 - Kyndil
Hoyvíkshøllin
Kl. 16.00
Neistin - StÍF
Ítróttarhøllin á Hálsi
Flogbóltur:
Meistaradeildin kvinnur:
Kl. 14.00
SÍ - ÍF
Sørvágur
Meistaradeildin menn:
Kl. 16.00
SÍ - ÍF
Sørvágur