leygardagur 5. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
19
Greiðir
heima-
favorittar
Í báðum dystun-
um, sum verða
leiktir í meistara-
deildini hjá monn-
um um vikuskifti,
er heimaliðið
greiður favorittur
at vinna dystin
MEISTARADEILD-
IN MENN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Nýklaktu føroyameistar-
arnir úr SÍ fáa sunnu-
dagin vitjan av ÍF í Sør-
vági, og um ikki sørving-
ar eru raktir av gull-tim-
burmonnum, so er eingin
ivi um, hvussu tann
dysturin fer at ganga.
Skulu halda fast í
silvurinum
Sørvingar hava verið
einaráðandi í mansflog-
bóltinum í ár, og tað
sigur ikki so lítið, at teir
longu farna vikuskiftið
tryggjaðu sær meistara-
heitið og harvið greip-
una í ár.
Fuglfirðingar hava í
nógv ár havt eitt sera
sterkt lið, sum bæði
hevur vunnið meistara-
heitið og steypakapp-
ingina, men í ár er liðið
nakað skert, og tí hevur
ÍF ikki verið við heilt
har frammi í meistara-
deildini hjá monnum.
Tað menninir hjá Fram
heldur ikki. Menninir
hjá Fram skulu í dag
royna seg á útivølli móti
Mjølnir í Klaksvík, og
tað er óivað ein trupul
uppgáva hjá havnarliðn-
um. Mjølnir endurvann
seinasta vikuskifti silv-
urplássið frá Fleyr, og
tað ætla teir sær óivað at
halda fast um við at
vinna á Fram.
Fundast um sjónvarpsrættindini
í næstu viku
Fótbóltssamband
Føroya hevur kallað
feløgini inn til fundar
fríggjadagin í kom-
andi viku at umrøða
málið um sjónvarps-
rættindini
SJÓNVARPSRÆTT-
INDIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sum vit umrøddu her í
blaðnum í farnu viku, so
vildu feløgini í fremstu før-
oysku fótbóltsdeildini ikki
skriva undir eitt skjal um
sjónvarpsrættindir, sum tey
høvdu fingið sendandi frá
FSF.
Gera fótbóltin meiri
sjónligan
Skjalið, sum feløgini fingu
sendandi, var um rættind-
ini til at sjónvarpa dystir í
føroysku 1. deild. Heitt var
á feløgini um at lata sjón-
varpsrættindini til Fótbólts-
sambandið, og tað kundu
tey gera við at undirskriva
skjalið.
Men hetta vildu feløgini
ikki gera, tí tey mettu seg
ikki hava fingið nóg mikið
av kunning um, hvat tað
merkti fyri feløgini, at tey
lótu FSF sjónvarpsrættind-
ini.
Nú hevur FSF so kallað
inn til fundar í Havn
fríggjadagin í komandi
viku, har málið skal við-
gerast av nýggjum.
Aðalskrivarin í Fótbólts-
sambandinum, Ísak Mikla-
dal, sigur, at á fundinum
verður málið gjøgnumging-
ið av nýggjum, og so fáa
feløgini høvi til at seta teir
spurningar, sum tey møgu-
liga hava.
Spurdur um FSF longu er
farið undir samráðingar við
sjónvarpsveitarar um at
senda frá føroyskum fót-
bólti, sigur Ísak Mikladal:
– Vit hava loddað dýpi
hjá onkrum veitara, hvussu
hetta kann gerast. Men tað
mest
umráðandi
fyri
okkum er at gera føroyskan
fótbólt meiri sjónligan,
fyrst og fremst her í Føroy-
um, sigur Ísak Mikladal.
Bronsukandidatar
vitja í Klaksvík
Tríggir dystir eru á
skránni í Sunset-
kappingini hjá kvinn-
um um vikuskifti, og
Stjørnan kann vænta
sær harða mótstøðu,
tá ið Søljan kemur á
vitjan í Klaksvík
SUNSET-KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Stórur munur er á liðunum
í Sunset-kappingini í hond-
bólti hjá kvinnum, og tað
ger, at tað er meiri sjáld-
samt millum teir tættu og
spennandi dystirnar, har ilt
er at meta um úrslitið
frammanundan. Dystirnir,
ið eru nú um vikuskiftið,
tykjast rættuliga upplagdir,
men oddaliðið Stjørnan
kann tó vænta sær harða
mótstøðu.
Søljan stríðist fyri
bronsuni
Aftur í ár eru tað Stjørnan
úr Klaksvík og VB úr Vági,
ið liggja og berjast um
gullið. Hesi bæði lið hava
verið tey sterkastu í før-
oyskum kvinnuhondbólti
seinnu árini, og tey eru eitt
vet betur enn hini liðini.
Tað kemur valla fyri, at
hesi bæði lið missa stig
móti øðrum liðum, og tí
verður
kappingin
um
meistaraheitið so at siga
hvørja
ferð
avgjørd
í
innanhýsis dystum millum
júst hesi bæði lið.
Tað kann tó koma fyri, at
okkurt av hinum liðunum
ger ein vørr móti antin
Stjørnuni og VB. Hetta sóu
vit til dømis herfyri, tá ið
Neistin var á odda 20-15
móti Stjørnuni góðar tíggju
minuttir fyri leiklok, men
við einum øgiligum enda-
spurt eydnaðist tað Stjørn-
uni at vinna 21-20.
Tey bæði lið, sum best
eru før fyri at geva oddalið-
unum báðum harða mót-
støðu er júst Neistin og
Søljan. Tá ið so havt verður
í huga, at avrikini hjá
Stjørnuni ikki hava verið
serliga sannførandi í sein-
astuni, so er ikki óhugs-
andi, at Søljan kann geva
klaksvíkskvinnum
ein
skarpan gang. Vágaliðið
liggur eisini og berjist við
Neistan um bronsuplássið,
og hvørt stig er kærkomið í
stríðnum um bronsuna.
VB eisini á heimavølli
Eisini hitt oddaliðið, VB, er
á heimavølli í vikuskift-
inum. Vágskvinnur fáa vitj-
an av VÍF í Vági, og her er
einki at ivast í, at tað er
heimaliðið, sum er greiður
favorittur at vinna dystin.
VÍF er eitt miðallið í kapp-
ingini, og tær megna neyv-
an at gera nakað sum helst
við VB á útivølli.
Avrikini hjá VB hava
eisini verið rættuliga sann-
førandi í seinastuni, og har
tykist ikki verða nakar
slingur í valsinum í striðn-
um um føroyameistara-
heitið.
Seinasti dysturin í Sun-
set-kappingini um viku-
skiftið verður í Havn
sunnudagin, har Neistin
fær vitjan av botnliðnum
Tjaldur. Hetta verður sam-
stundis fyrsta høvi hjá
nýggja Neistavenjaranum,
Inga Olsen, at standa á
odda fyri liðnum, nú hann
hevur loyst danan Flemm-
ing Raben av, og á júst hes-
in dysturin er neyvan tann
truplasti hjá Inga at leggja
til brots við.
Sær lætt út hjá
Mjølnir
Kósin hjá Mjølnir
móti FM-gullinum er
sett, og ongar forð-
ingar tykjast verða á
vegnum
MEISTARADEILDIN
KVINNUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Alt bendir á, at tað fer at
eydnast kvinnunum hjá
Mjølnir at endurvinna før-
oyameistaraheitið og har-
við
vinna
greipuna
í
kvinnuflogbólti í ár. Við
sigrinum á Drátti á Gilja-
nesi seinasta vikuskifti tók
Mjølnir eitt risafet móti
FM-heitinum, og á pappír-
inum síggja teir tríggir
írestandi dystirnir ógvuliga
lættir út hjá Mjølnir.
Heima móti lægstu
liðunum
Mjølnir hevur sum áður-
nevnt tríggjar dystir eftir á
skránni í ár. Teir eru móti
trimum teimum niðastu
liðunum í deildini, og allir
tríggir eru teir í Klaksvík,
so ikki kann sigast annað,
enn at tað á pappírinum
neyvan kundi verið lættari.
Tann fyrsti av hesum
trimum dystum verður í
dag, tá ið KÍF kemur á
vitjan. Kollfjarðakvinnur
hava havt eitt misjavnt ár í
ár, og tað er einki, sum
bendir á, at tær kunnu gera
nakað sum helst við Mjøln-
ir í Klaksvík.
Meiri spennandi tykist
tað verða á Giljanesi, har
Dráttur fær vitjan av TB.
Hesi bæði lið eru nærmastu
kappingarneytarnir
hjá
Mjølnir, og tað verður óivað
millum hesi bæði lið, at
silvurið og bronsan verða
býtt. Tað hevur ligið væl
fyri hjá Drátti í seinastuni,
men spurningurin er, um
ósigurin fyri Mjølnir farna
vikuskifti hevur tikið eitt
sindur av mótinum frá teim-
um aftur. Tá ið Dráttur og
TB herfyri hittust í Trongis-
vági, vann Dráttur ein
spennandi og javnan dyst.
TB hevur verið eitt sind-
ur óstøðugt í seinastuni, og
fleiri ferðir hava tær verið
noyddar til at spæla fimm
sett móti teimum lægstu
liðunum, áðrenn tær hava
fingið stigini til høldar.
Seinasti dysturin í meis-
taradeildini hjá kvinnum
um vikuskiftið verður í
Sørvági sunnudagin, har
botnliðið SÍ fær vitjan av
ÍF. Fuglfjarðakvinnur tykj-
ast verða tað sterkasta liðið
í niðara enda av stigatalv-
uni, og tær eru favorittar á
vinna á avgjørda botnliðn-
um SÍ.
Todi Jónsson, sum
ikki slapp framat hós-
kvøldið fyrrenn tað
restaði eitt korter, átti
avgerandi leiklut í, at
FCK í evstu løtu
tryggjaði sær eitt stig
móti Rosenborg
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Fyri nøkrum árum síðani
kom tað fleiri ferðir fyri í
hvørjum kappingarári, at
føroyskir útisetar brustu
saman í bestu donsku
deildini. Mótvegis nú so
vóru tað fyri einum fimm
árum síðani fleiri føroying-
ar í bestu deildini.
Nú er Todi Jónsson einsa-
mallur føroyingur í super-
liguni, og tað er torført hjá
honum at sleppa framat í
superliguni. Tað varð enn
eina ferð staðfest hóskvøld-
ið, tá ið FCK í Parkini í
fyrsta dystinum í millum-
umfarinum í Royalu liguni
hevði vitjan av Rosenborg.
Álvaro Santos og Zuma
vóru í FCK álopinum, og tá
ið Zuma, sum ikki var
serliga eyðsýndur, varð
skiftur út, varð Jesper Bech
sendur á vøllin. Álvaro
Santos, sum javnaði við
fínum einmansavriki til 1-
1, var kosin dagsins maður
í FCK. Todi Jónsson loysti
hann av, tá ið tað restaði eitt
korter, og Todi var við í
útjavnandi málinum til 2-2.
Í
síðstu
sekundunum
tamdi hann við høvdinum
og eftir langa sending út til
norska Magna Hoseth, sum
av
brotsteigarmarkinum
heilfluktaði í málið. Í FCK
fegnaðust teir um stigið,
sum teir kendu seg í evstu
løtu hava vunnið, men teir
harmaðust samstundis um,
at tvey stór mistøk í verjuni
høvdu kostað tvey mál, og
serliga ungverski málverjin,
Balázs Rabóczki, stóð fyri
skotum í donsku pressuni.
Andrew á skránni
Seinnapartin í morgin er
møguleiki fyri Føroya upp-
gerð í Parkini. Tá skulu Fre-
mad Amager og FCK spæla
fjórðingsfinalu í steypa-
kappingini. Hesar seinastu
dagarnar hevur nógv verið
gjørt fyri at birta uppundir,
at talan er um rættuliga
"Københavner begivenhed".
Eitt nú skipa feløgini bæði í
dag fyri stórum tiltaki í
nýggja søluhúsinum, Fields,
á Amager.
Andrew av Fløtum er part-
ur av 1. deildar liðnum Fre-
mad Amager, og tað er ikki
so lítið sannlíkt, at hann kann
fáa møguleikan millum teir
fyrstu ellivu í morgin.
Hvussu tað verður hjá
Toda Jónsson í FCK álopin-
um er ein annar spurningur.
Hann hevur leingi bíðað
eftir at fáa ein orduligan
møguleika. Enn hevur hann
ikki fingið hann, og um
hann ikki fær møguleikan
millum teir fyrstu ellivu í
morgin, so er ilt at ímynda
sær, nær hann fer at fáa
møguleikan, um ikki fleiri
av hinum álopsspælarunum
fella frá orsaka av skaðum
ella leikbannum.
Føroya uppgerð í Parkini