leygardagur 5. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 5. mars 2005
21
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Niðanfyri nevndu størv
í Vestmanna skúla eru leyst at søkja
frá 1. august 2005
Skúlastjóri
í Vestmanna skúla
Varaskúlastjóri
í Vestmanna skúla
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum
sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum sett/-ur
verður, er tænastumannasettur lærari framman-
undan.
Víst verður annars til nærri lýsing av størvunum á
heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo
Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 30. mars 2005. Um-
sóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Mentamála-
ráðnum.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um størvini, kanst tú
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn, 4. mars 2005
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · 100 Tórshavn
tlf. 35 50 50 · fax 35 50 50 · t-postur: mmr@mmr.fo
Læknaskrivari
Á Medisinska deplinum er eitt starv sum lækna-
skrivari fulla tíð leyst at søkja fyri læknaskrivara í far-
loyvi, til setan 1. mai 2005 til 31. oktober 2005 ella
eftir avtalu.
Førleikakrøv:
• útbúgving sum læknaskrivari
• dugir at raðfesta arbeiðið,sum til tíðir er krevjandi
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• teldukunnleiki
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sæunn
Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara, telefon 304500,
lokal 6103.
Umsóknarfreistin er 14. apríl 2005 kl. 12.00.
Skivlig umsókn merkt "umsókn til starv" við CV,
avrit av prógvum, viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Útbjóðing
Í samband við bygging av nýggjum barnaansingar-
stovni í Sørvági verður:
Timbur- og snikkaraarbeiðið
hervið boðið út í almenna lisitatión.
Bygningurin hevur eina grundvídd á uml. 680 m2,
umframt loft á uml. 360 m2 og kjallara á uml. 72 m2,
ella samanlagt uml. 1.112 m2.
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um allar veiting-
ar í samband við liðuggerð av timbur- og snikkara-
arbeiðinum.
Útbjóðingartilfarið fæst frá kommunuskrivstovuni í
Sørvági frá týsdegnum hin 8. mars 2005 kl. 13.00,
móti at flyta kr. 5.000,- á konto í Føroya Banka nr.
6460-207.582.4 ella Føroya Sparikassa nr. 9181-
188.001.4
Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur »Barna-
ansingarstovnur í Sørvági: Timbur- og snikkara-
arbeiði«,skulu vera Kommunuskrivstovuni í Sørvági
í hendi seinast hin 6. apríl 2005 kl 15.00.
Lisitatiónin verður sama dag kl. 15.15, har teir
bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir.
Sørvágs kommuna
Tlf. 332004 - Fax 332952
t-postur: sorvag@sorvag.fo
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Fyrstalærarastarv
í Haldórsvíkar skúla
Starvið sum fyrstilærari íHaldórsvíkar skúla verður
lýst leyst til setanar frá 1. august 2005.
Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmála-
ráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum
sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/-ur
verður, er tænastumannasettur lærari framman-
undan.
Víst verður annars til nærri lýsing av starvinum á
heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo
Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 30. mars 2005. Um-
sóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Mentamála-
ráðnum.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella
Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Tórshavn, 4. mars 2005
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · 100 Tórshavn
tlf. 35 50 50 · fax 35 50 50 · t-postur: mmr@mmr.fo
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Portørur
Søkt verður eftir einum sjúkrahúsarbeiðara
(portøri) til setan frá 15. apríl 2005.
Umframt vanligt portørarbeiði og koyring við
sjúkrabili, umfatar starvið eisini alt fyrifallandi inni-
og útiarbeiði. Talan er um fulltíðarstarv við
tilkallivakt frá heiminum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á Lønardeildini, Bergur Stórhamar tlf.
371133 lokal 140.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verða at
senda til:
Suðuroyar sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
Postboks 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreistin er 21. mars 2005.
Ørindadrongur/-
genta
Á Dómaraskrivstovuni er eitt starv sum ørinda-
drongur/- genta leyst at søkja til setan skjótst gjør-
ligt.
Vit vænta:
At tú er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
Løn og setanarviðurskifti:
• Starvið er tímalønt og verður roknað við 400
tímum árliga
• Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Statsansattes kartel og Finansministeri-
et og sáttmála millum HK/STAT og Finansminist-
eriet.Lønin er í løtuni 44,96 um tíman fyri 16 ára
gomul.
Starvið fevnir um vanlig ørindi so sum banka- og
postavgreiðslu og at koyra flaggið upp/niður halgi-
dagar, og niður aftaná vanliga arbeiðstíð.
Umsókn og møgulig viðmæli verða at senda Dóm-
araskrivstovuni í seinasta lagi 14. mars 2005 kl.
12.00.
Sorinskrivarin (Dómarin)
í Føroyum,
tann 1. mars 2005
Lesið
- so eru tit við