leygardagur 5. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 45 - 5. mars 2005
Tekniskur
umsjónarmaður
(Inspektør)
Grundað á, at virksemið felagsins verður økt, verður
hervið søkt eftir einum maskinmeistara.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsplássið er fyrstu tíðina,at virka sum maskin-
maður umborð á einum av skipum okkara, síðani
sum tekniskur umsjónarmaður (inspektør), út frá
skrivstovuni í Hósvík.
Starvið
sum
tekniskur
umsjónarmaður
(inspektør), inniber:
• At taka sær av teknisku/rakstraligu/viðlíka-
haldsligu viðurskiftunum hjá skipum felagsins.
• At gera fíggjarætlanir og fylgja teimum upp.
• At gera tekniskar útrokningar viðvíkjandi
skipunum.
• Umsjón og eftirlit av okkara skipum, herundir at
gera fyrireikingar til dokkingar.
• Viðlíkahald av og at menna skipsteknisku
forritini.
• Ymsar fyrifallandi uppgávur - herundir neyðug
ferðing í samband við arbeiðið.
Førleikakrøv
Útbúgving sum maskinmeistari og praktiskar
royndir í sigling.
Kunnleika til arbeiði í reiðaríið, galdandi reglur og
lógir, viðvíkjandi skipstekniskum og fyrisitingar-
ligum viðurskiftum.
Góðan kunnleika til nýtslu av nútímans arbeiðs-
amboðum eins og kunningartøkni.
Førleika at samskifta munnligt og skrivligt á før-
oyskum og enskum.
Verða ábyrgdarfullur og røkin. Góð samstarvsevni.
Løn og setanartreytir
Eftir avtalu.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Gunnbjørn Joensen, stjóra, tlf. 422503, fartel,
585801 ella teldupost: gunnbjor@thor.fo.
Umsóknin saman við avritum av prógvum og
møguligum ummælum skal sendast til
P/F THOR
Bryggjan 5
420 Hósvík
Umsóknin skal verða okkum í hendi, áðrenn 10.
mars 2005.
P/F THOR, er eitt felag, sum eigur og rekur skip í olju-vinn-
uni, fiskivinnuni, og hevur annað virksemi í hesum sam-
bandi,víst verður til heimasíðu okkara www.Thor.fo.
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini fyri
Hests bygd
Útskiftingarnevndin fyri markatalsbygdina Hestur
hevur á fundi tann 1. mars 2005 viðgjørt kærurnar
um góðskumetingina.
Nevndin staðfesti skjal nr. 7 og 8, góðskumetingin
(boniteringin), framløgd á útskiftingarfundi í Hesti
17. november 2004, við hesum broytingum:
Lutir nr. 708, 717 og 719 verða 15%.
Lutur nr. 385 verður 55%.
Eftir grein 51 í lóg nr. 147 frá 27. mars 1939 við
seinni broytingum, verður góðskumetingin latin
serskild til ákæru.
Kærufreistin er 3 mánaðir frá 15. mars 2005 at
rokna, og skulu møguligar kærur verða skrivligar,
stílast til yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn. Kærurnar skulu vera
Sorinskrivaranum í hendi í seinasta lagi tann 15.
juni 2005.
Øssur Á. Midjord,
útskiftingar formaður
Ársaðalfundur
Fornminnisfelagið í Nes kommunu heldur ársaðal-
fund í gamla prestagarðinum á Nesi 19. mars 2005
kl. 15.30.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Formaður
P/F United Seafood søkir eftir formanni til virkið á
Tvøroyri.
United Seafood Tvøroyri virkar serliga upsa,
kongafisk, svartkalva og hýsa. Vørurnar ið virkaðar
verða eru á høgum góðskustigið og fevna um m.a.
catering vørur eins og frystar ídnaðarvørur.
Framleidd verður nakað av feskum fløkum.
Arbeiðið fer fram sambart innaneftirlitsskipan.
Virkið virkar umleið 6000 tons av rávøru árliga.
Uppgávurnar hjá formanninum verða m.a. :
• Samskipan av arbeiðið við reinskering, pakking,
portionering og frysting.
• Programmering av tøkniligari útgerð .
Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur:
• Royndir innan samskipan av arbeiði
• Royndir innan fiskaarbeiði
• Royndir við tøkniligari útgerð
• Kunnleika til teldunýtslu
Vit kunna bjóða:
• Eitt avbjóðandi starv á einum flakavirki í broyting
• Løn sambært avtalu
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 12. mars 2005.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Byrjað
verður í starvinum eftir avtalu.
Um áhugi er fyri hesum starvi so kunna tygum taka
samband við :
UNITED SEAFOOD,
Postbox 30
FO-800 Tvøroyri
Att.: Bjarni Hansen, virkisleiðari tlf. 598101