leygardagur 5. mars 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓNLEIKAMYNDIR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Sunnukvøldið hevði Svf eina
forvitnisliga sending á skránni.
Sendingin var ein í røðini Ekkó
og hesaferð varð ljósvarparin
settur á eitt evni, sum oftast fer
fram í loyndum og sum ikki ber
til at tosa um hjá teim flestu,
hvørt talan so er um royndir ella
vantandi innlit. Evnið var mis-
nýtsla av børnum.
Til slíka sending krevst sjálv-
andi ávíst huglag, - ávísur stem-
ningur. Myndamenn og sjónleik-
arar skapa myndir og hugløg,
men tað er sum um...at...., ikki
sannheit? Har vantar okkurt!
Tónleikur! Summi siga kanska
bara "ljóð". Men tað krevst
meira enn bara tilvildarligt bland
av ljóði ella tónleiki, skal talan
vera um veruligt samspæl, sum
bjóðar niðurbundnu skuggasíð-
unum flog.
Og summi løgdu kanska til
merkis tónleikin í sendingini.
Kim og Jón
Slík sending krevur ávíst huglag
- rætta tónleikin - og Jón
McBirnie úr Studio Skýrák setti
seg í samband við i Kim Hansen.
Soleiðis fór hetta á rull. Kim sá
sendingina og fór so til verka.
- Fyrsti spurningurin var,
hvussu ger ein slíka sending, tá
hugsað verður um tónleikin?
Skjótt kann alt tykjast banalt! Ov
nógv av hesum ella hasum, sigur
Kim Hansen, ið sum tónleikari
hevur samstarvað við Jón
McBirnie í Studio Skýrák
Jón er tónleikari, sum sam-
stundis - sum hin einasti her á
landi - er útbúgvin ljóðmaður
júst innan økið film og tað at
gera ljóðmynd.
Jón er viðurkendur bassleikari,
og sum tøkningur er hann tann,
sum stendur fremst í Studio
Skýrák.
– Vit byrjaðu á null. Tað er
trubult, tí tónleikurin skal ikki
yvirtaka, sigur Kim
– Eg havi brúkt djúpar tónar,
bratch, chello, men eisini nógvar
klavertónar, tí alt má ganga í
eina eind, uttan at gerast ov
myrkt, sigur Kim.
Og tá ein hugsar um allar
ræðufilmarnar, sum neyvan
høvdu verið tað sama uttan eyð-
kendu ræðutónarnar, so kann ein
kanska seta seg inn í hugaheimin
og trupulleikarnar í tónleika-
starvinum, har tað ræður um at
gera eitt ljóðlag, sum ikki yvir-
tekur, men sum tó er eitt undir-
lag, sum ger sína ávirkan.
Aftur til Kim
Kim hevur verið virkin innan
tónleik. Umframt framførslurnar
um vikuskiftini fæst hann nú
eisini við ymsar tónleikaupp-
gávur. Júst nú ger hann tónleik
til Svf, men á skránni hevur
eisini verið t.d. tónleikur til
Grímu. Kim gjørdi tónleik til
leikin Elling og Kjellbjarni og
ger nú tónleik til leikin MoMo.
Kim er royndur tónleikari,
men minnist seg ikki hava gjørt
so nógv við júst slíkar uppgávur
fyrr.
– Nú hevur ein fingist við so
nógv, men eg minnist einki til, at
eg beinleiðis havi gjørt films-
tónleik ella tónleik til sendingar,
sigur Kim, sum tó kemur at
hugsa um tónleik til Dag og viku
og Veðrið, tá hann hevur hugsað
seg umeina løtu.
Men Kim kundi avgjørt hugs-
að sær meira av slíkum uppgáv-
um.
– Tað er spennandi og áhuga-
vert. Ein kemur á eitt annað støði
í tónleikaheiminum, enn tá ein er
úti og spælir. Ein hevur meira
tamarhald, og oftast hevur ein
leysar teymar og kann royna
ymiskt. Men nógvir pengar eru
ikki í hesum, so eg veit ikki um
til ber at liva bara av hesum,
hugleiðir Kim.
Nátt
Nógvar av tónleikaverkætlanun-
um, sum Kim og Jón hava arbeitt
við, eru farnar fram á nátt.
– Tá er friður, men sjálvandi er
tað hart fyri gerandislív og
familju, tí ringt kann vera at
venda døgninum aftur, sigur
Kim, sum eisini er úti í spæli-
ørindum so gott sum hvørt viku-
skifti fríggjakvøld og leygar-
kvøld.
– Men ofta er spurningurin,
um ein tímur og vil sova allan
dagin burtur, tí ein skal eisini
vera saman við familjuni, sigur
Kim Hansen, sum í løtuni situr á
kvøldi og ger tónleik, tí um eina
viku er aftur deadline fyri tón-
leiki til okkurt ávíst.
Men í hesum døgum hevur
hann verið spentur uppá, hvørt
uppgávan við sendingini í Svf
eydnaðist.
– Talan er um ringt evni, har
tónleikurin skal byggja upp undir
samrøður, ikki gerast romantisk-
ur ella alt ov ræðuligur, og ikki
yvirtaka, so talan er um eina hár-
fína javnvág, sigur Kim Hansen.
Loynitónleikurin handan Loynuna
Nr. 45 • leygardagur • 5. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
ES Fólkaatkvøða
í Danmark, nær fara
fyrivarnini?
Tinghellan síða 38–39
"Loynan" kallaðist forvitnislig sending í Svf í sunnukvøldið. Tikið varð upp
evni, sum oftast verður tagt burt, nevniliga misnýtsla av børnum. Til slíkt
krevst ávist huglag, stemningur, skal rætta ávirkanin gera seg galdandi. Og so
er bert at fáa samband við rætta tónleikaran og rætta og serkøna tøkningin