Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 45 - 5. mars 2005 SAMLÍV Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Modellmynd: Jens K. Vang – Tá maður mín fekk ein blóð- tøpp og ikki longur kundi gjøg- numføra samlegu sum vanligt, kendist tað sum, at nakað ómeta- liga virðismikið og vakurt millum okkum bæði kalt og náðileyst varð rykt frá okkum. Tað eru fleiri ár síðani nú, men okkara ónøktandi sexlív nívir okkum sum ein djúp sorg - ein sorg yvir at hetta skuldi raka júst okkum og at okkara hjúnarband ongantíð verður tað sama aftur, greiðir 39 ára gamla Bina frá. Øll hesi árini hevur hon roynt at skúgvað sínar kenslur til viks, tí tær onkusvegna tóktust for- bodnar og ómetaliga truplar at seta orð á. Nú, hon kortini velur at siga sína søgu, vónar hon, at hetta kann vera ein lítil hjálp hjá øðrum í somu støðu, tí sum hon sigur - Tað ringasta er kanska kensl- an av at vera púra einsamallur og ongan kunna tosa við um hesar trupulleikarnar Sexlívið var ein gáva Bina fær eitt droymandi útrykk í eyguni, meðan hon fortelur um fyrstu tíðina, eftir at hon og Mikkjal høvdu hitt hvønn annan - ein tíð, sum næstan tóktist óverulig og ov góð til at vera sonn. Tey vóru ung og glað, og tað kendist, sum lá allur heim- urin opin og bara bíðaði eftir teimum báðum. Tey blivu gift, bygdu sær hús, og skjótt var fyrsta barnið á veg. – Eg dugi sjálvandi ikki at siga, um okkara sexlív var so nógv øðrvísi, enn hjá øðrum. Men fyri okkum bæði var tað ein ótrúliga stór gáva, og hvørgin av okkum kundi ynskt sær tað betri. Sjálv kendi eg meg borna á lógvum, tí hann hugsaði altíð fyrst um meg, og hvat mær dámdi best. Og fyri meg var tað bara náturligt at geva honum alt, eg hevði í mær. Bina hevur ongantíð ivast í, at kærleikin millum hana og mann- in var serliga sterkur. Men í dag er hon sannførd um, at hetta ikki minst var sexlívinum fyri at takka, og at løturnar teirra mill- um í songini góvu hjúnabandin- um ein eymleika og nærleika, sum tey ikki rættiliga hava dugað at endurskapa aftur. – Tað er ikki tað, at vit ganga og skeldast ella brigsla hvørjum øðrum nakað. Men sum frá leið uppstóð ofta ein misstemningur millum okkum, sum fyrr hvarv, sum døgg fyri sól, bara við einum eggjandi smíli, sum vísti, hvat vit bæði høvdu bestan hug til beint nú. Tað, sum fyrr var eitt lívsjáttandi og spontant spæl, er vorðið eitt baks, vit oftast helst vilja vera fyri uttan. Fingu onki at vita Hóast Mikkjal gjørdist sjúkur frá einum degi til annan, komu seksuellu trupulleikarnir ikki fyrr enn nakað seinni. Í allar aðrar kom Mikkjal skjótt fyri seg aftur, men spakuliga gjørdist tað greitt, at hann ikki kundi gjøgnumføra samlegu sum vanligt, tí standing- urin ikki helt sær nóg leingi. Í byrjanini tóku tey tað ikki so tungt, og gingu út frá, at trupul- leikin mundi fara at hvørva av sær sjálvum. Tá støðan kortini var óbroytt eftir nøkrum vikum, setti Bina sína vón til fyrstu samrøðuna, tey skuldu hava við læknan, eftir at Mikkjal var komin heim av sjúkrahúsinum. Hon var tá púra vís í, at læknin fór at greiða teimum frá, hvørjar avleiðingar sjúkan kundi hava, og kundi svara teimum spurning- um, sum bylgdust innan í henni. Men samrøðan við læknan var eitt so stórt vónbrot, at Bina illa dugir at seta orð á tað. Mikkjal bleiv kannaður fyri ymiskt av tí mest vanliga, og tað var so tað. Tað var heilt týðiligt, at læknin ikki hevði ætlað sær at brúka meir tíð uppá hetta, enn hægst neyðugt. – Tað kendist sum at fáa vátan vøtt, tí tað var, sum var eg als ikki til staðar, minnist Bina við einum beiskum smíli. Fyri Binu upplivdist støðan so køld og kynisk, at tað var óhugs- andi at taka seg saman til at spyrja um okkurt av tí, hon hevði uppá hjarta. Seinni fann hon av sínum eintingum út av, at mangl- andi potensur kundi vera eitt av hjáárinunum av heiliváginum, sum maður hennara má taka restina av lívinum. Men heldur ikki hetta, hevði nakar sagt teimum. Forbodna ónøgdin Bina og Mikkjal tosaðu heldur ikki nógv saman um støðuna í tíðini, sum kom. Hvørgin av teimum dugdi at seta orð á sínar kenslur, og óttin fyri at særa Mikkjal fekk Binu at aftra seg við at byrja at tosa um tað. Eisini heldur Bina nú, at hon ótilvitað royndi at skúgva hetta til viks, tí hon ikki rættiliga vildi síggja í eyguni, at støðan møguliga ongantíð fór at verða øðrvísi. – Í dag er tað soleiðis, at tá tað eydnast Mikkjali at gjøgnumføra eina samlegu, er tað yvirstaðið so skjótt, at eg onki fái burturúr tí. Eg veit, hvussu nógv tað pínir hann, tí tað hevur jú altíð verið ótrúliga umráðandi fyri hann, at nøkta mín tørv minst líka nógv, sum sín egna. Eg fái bara so lítið Maðurin bleiv impotentur: Sorgin yvir m – Tá sjúka skaðar sexlívið, er tað ein stór sorg, tí onki kann í veru- leikanum setast í staðin. Tann sjúki hevur tað sjálvandi trupult, men støðan hjá tí fríska í parlagnum er ofta svárari. Hana hoyra vit bara ongantíð um, sigur 39 ára gamla Bina, sum tí hevur valt at siga søguna um, hvussu tað kendist, tá maður hennara gjørdist impotentur Tað sum fyrr var eitt lívsjáttandi og spontant spæl, er vorðið eitt baks, vit oftast helst vilja vera fyri uttan ” Í løtum skammist eg so nógv yvir mína ónøgd og haldi, at eg má vera eitt ótrúliga egoistiskt menniskja ”