Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2005 29 gjørt fyri at hjálpa honum - uttan at fjala mína ónøgd sum frægast, men tað er ikki altíð, tað eydnast líka væl. Bina sær hugsunarsom út, meðan hon leggur afturat, at tað ringasta við hesum kenslunum er kanska, at tær seta hana í eina moralska tvístøðu, hon illa kennir seg sjálva aftur í. – Eg veit væl, at hetta ljóðar ótrúliga egoistiskt, men eg kann veruliga blíva so frustrerað, at eg havi hug at spyrja: Hví skal eg leggja kropp til, at hann fær orgasmu, tá eg als onki fái burturúr tí sjálv?, sigur Bina og viðgongur alt fyri eitt, hvussu nógv hon skammast bara við at hugsa slíkar tankar. Onkusvegna kennir Bina tað sum, at hennara ónøgd er for- boðin. Sjálv er hon kristin og hevur altíð roynt eftir førimuni at verið nakað fyri onnur og sett seg sjálva til viks, tá støðan kravdi tað. – At seta sín egna tørv so frammarlaga er jú ikki í tráð við Guds orð, men hinvegin - sami Gud hevur eisini skapt mín seksuella tørv, og tað var eisini hann, sum gav mær og mannin- um ta dýrabæru gávu, vit áttu saman. Tí royni eg at siga við meg sjálva, at eg onki havi at skammast yvir, men tað er ikki so lætt, sigur Bina. Forholdið viknað Bina hevur ofta hugsað, tað hevði verið nógv lættari at vant seg við at verið einsamøll, enn við at vera sex fyri uttan í so stóran mun, sum nú. Og hon fjalir heldur ikki út yvir, at mað- ur hennara meir enn einaferð hevur sagt, at tað nokk var fræg- ari, um hann var deyður av blóðtøppinum. – Hugurin til sex hvørvur jú ikki, fyri tað um evnini vikna. Mikkjal verður framvegis østur seksuelt av mær, og eg av hon- um, men spenningurin kennist ofta sum eitt haft um beinini, tí vit vita, at hann ikki kann hava tað við sær, vit bæði tráa eftir. Úrslitið er, at eg ofta lati vera við at geva honum ein muss ella eitt klemm, tí eg eri bangin fyri, at hann so fær hug til sex. Tað er ikki tað, at eg ikki vil, men eg orki snøgt sagt ikki. Hann aftrar seg kanska eisini við at geva mær ein muss, tá hann kortini ikki kann nøkta mín seksuella tørv. Og bæði ganga vit so hvør í sínum lagi og undrast yvir, hví hin tykist so kaldur fyri tíðina. Bina er ikki longur so vís í, at sjúka ella sorg ofta gera eitt sterkt parlag enn sterkari, sum vit annars ofta siga. Í teirra føri kennist tað, sum at ein liður í nærleikanum teirra millum er viknaður so nógv, at vandin fyri, at okkurt fremmant kann koma inn um, ofta er stórur. – Eg hugsi ofta um, hvat hevði hent, um Mikkjal til dømis hitti eina kvinnu, hann veruliga kundi tosað við um hetta. Hvat nú, um tey bæði vórðu drigin at hvørjum øðrum? Hon hevði kanska nógv lættari kunna góðtikið støðuna, tí hon hevur jú ikki kent hann uppá nakran annan máta. Ella hvat við mær sjálvari, um eg hitti onkran annan? sigur Bina, men vil helst ikki hugsa tankan lidnan. Minnini og sorgin At Bina og Mikkjal framvegis eru saman, er fyri Binu bert eitt prógv um, hvussu sterkt teirra hjúnarband var, áðrenn alt hetta hendi og broytti so nógv. Var tað ikki tað, ivast hon stórliga í, um hjúnarbandið hevði yvirlivað ein so sváran stoyt. Hon leggur afturat, at fyri at hon og maðurin yvirhøvur kunnu hava eitt slag av sexlívi saman, má hon vera ótrú- liga tolin, hjálpa sum frægast, ikki vísa sína ónøgd og sam- stundis góðtaka, at hon og maðurin ongantíð aftur fáa eitt vanligt sexlív, so leingi, tey bæði eru saman, hóast bæði eru í bestu árum. – Slíkt krevur ótrúliga nógv sálarliga av einum menniskja. Fyri Mikkjal kann støðan í grundini ikki verða so nógv øðrvísi, men eg kann jú gott fáa eitt gott sexlív aftur saman við einum øðrum manni. Men tað vil eg jú ikki, sigur Bina, sum heldur, at støðan hjá tí fríska í eini støðu, sum hesari, alt ov sjáldan verður lýst. – Tá tað endiliga hendir, verð- ur trupulleikin eftir mínum tykki sum oftast lítiðsgjørdur og pakk- aður inn í oyrafallandi orðingar, sum skáka sær undan at koma inn á veruliga trupulleikan. Tá ein kvinna í greinini "Tá sjúka hóttir sexlívið" sigur, at "Kær- leikin situr ikki millum beinini", sigur hon bara ein part av sann- leikanum, tí sexlívið er jú ein partur av kærleikanum millum mann og kvinnu. At siga nakað annað er at káva út yvir veru- leikan. Tú kanst saktans hava sex uttan kærleika, men fyri meg er eitt kærleiksforhold uttan sex tómt og einsligt - ja næstan meiningsleyst. Og minnini um, hvussu tað einaferð var, gera bara sorgina enn tyngri at bera, sigur Bina at enda. mista sexlívið At siga, at kærleikin ikki situr millum beinini, ljóðar smart - tað er bara ikki satt ” Eg eri ikki longur so vís í, at sjúka ella sorg ofta ger eitt sterkt hjúnaband enn sterkari ” Søgan hjá Binu Bina vendi sær til okkum við síni søgu eftir at hava lisið greinina "Tá sjúka hóttir sexlívið", sum stóð í blaðnum herfyri. Fyri Binu var tað eitt stórt vónbrot, at greinin als ikki nam við støðuna hjá tí fríska í parlagnum, sum ofta er svárari, enn tey flestu geva sær far um. Eisini valdi Bina at siga sína søgu fyri at gera vart við, at tey ymsu hjálpar- tólini, sum finnast fyri at bøta um skerda sexlívið, ikki eru nøkur loysn í sær sjálvum.Tí heldur hon, at tað eigur at koma fram, at uttan tol og kærleika frá tí fríska, er tann sjúki í veruleikanum sleptur uppá fjall.