Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 45 - 5. mars 2005 REPORTASJA Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Sosialurin, Hamburg: Sum ein jolla í risastóru flótidokkini nummar seks hjá Blume & Voss, tað úttalast Foss, í Hamburg, stendur nýggjasta skipið í før- oyska flotanum fríggjadagin. Skipið skal doypast um eina løtu, ella kristnast, sum bretar taka til. Stóra skrúvan skyggir í messing- liti í hesum gráa, támuta og kalda vetrarseinnapartinum í stórbýnum Hamburg. Tað eru ongar smáligheitir, tá íð ríkir islendingar eru vertir. Eitt stórt lið av gestum verða fluttir í eini leigaðari ferju, fyrst eina rundferð i stóru havnini, og síðan yvir um Elben og til flótidokk- ina, sum skipasmiðjan Sietas hevur leigað frá tí stóru skipa- smiðjuni í Hamburg, Blume & Voss. Yvir hálvthundrað gestir úr øllum Europa eru savnaðir, mest menn í síðum svørtum skrædd- araseymaður frakkum og blankt pussaðum skóm. Myndin kundi verið tikin rátt úr skaldsøguni Bør Børson, her eru bara stjórar og konsular og kanska onkur konsulafrøkun eisini. Her eru umboð fyri Samskip, skipa- smiðju og samstarvspartnarar hjá Samskip. Mannamúgvan er kanska eitt lítið sindur vónbrotin, tí tey høvdu roknað við at síggja nýggja skipið á floti, men skipið stendur skróturt í dokkini alt vikuskiftið. Tað er kuldin, sum er orsøkin. Máling tornar seint í kulda og hitin liggur um frost- markið, og tí er ikki ráðiligt at flota nýggja skipið enn. Einasta ørindi hjá skipinum í hesi dokk var at blíva málað. Skipið er smíðað liðugt á skipasmiðjuni hjá Sietas, og hon liggur beint uttanfyri Hamborg, millum øll súreplatrøini í Neuenfelde. Hendan greinin fer at snúgva seg um sjálvsálit, um hvussu pengar kunnu vaksa, um dirvið og hugflogið er á røttum stað, um íslendskar íleggjarar og hvar Føroyar passa inn í hetta pusli- spælið. Tit eru boðin við, nú nýggja bingjuskipið Helgafelli verður doypt og tit hava longu fingið navnið at vita. Alt hetta gekk fyri seg í Hamburg hós- dagin, fríggjadagin og eitt sindur út á leygardagin í seinastu viku. Vælkomin. Eitt sindur av forsøgu. Hós- dagin í lufthavnini í Kastrup, ein meldur av fólki við stressmapp- um og fartelefonum. Telefonin ringir hjá stjóranum hjá Samskip í Føroyum. Hann eitur Joel undir Leitinum, uppkallaður eftir abbanum, Joel í Frammistovu í Elduvík, sála. Joel er á veg niður til Hamburg, at luttaka, tá ið nýggjasta binguskipið verður latið eigarunum. Eg lurti, meðan hann prátar í telefonini. Tað snýr seg um nøk- ur hundrað tons av toski, sum grønlendski trolarin Sisimiut hevur veitt í Barentshavinum. Sisimiut er komin á Havnina, og tað er eydnast einum starvs- manni hjá Joeli og Samskip í Føroyum at sannføra grønlend- ingarnar um, at Samskip kann føra toskin bíligast og best niður til Immingham í Onglandi. Joel lýsnar í andlititinum., rósar medarbeiðaranum og stingur telefonina niður í jakkalumman eina løtu. Imminham liggur á syðru síðu á Humber ánni beint norðanfyri Grimsby, og hevur spleysað Hull og Grimsby av, tí flóð og fjøra órógva ikki hesa havnina og tí verða skip ikki órógvaði av um "vatnið" er tað rætta, tá ið tey skulu koma og fara. – Kappingin er knallhørð um hvørt kilo, sum verður flutt úr Føroyum, sigur Joel. Samskip er nýtt felag í Føroyum, og Joel er stjóri. Hann er 33 ára gamal, ættaður og uppvaksin í Húsavík, er útbúgvin cand merc. á hand- ilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur eina fortíð, sum sølu- maður hjá fiskasøluni og hjá argasta kappingarneytanum hjá Samskip, Eimskip, felagið, sum í dag eisini eigur Skipafelagið. Samskip er bert eitt ára gamalt í Føroyum og Joel hevur verið stjóri seinasta hálva árið. Tað er farið at tynnast í erva oman á pannuni, yvirfrakkin hongur á arminum og hann er vælklæddur. Honum dámar ikki at vera á handilsferð í kovboybuksum. Tað er hóskvøld. Fólk eru á veg til Hamborg at luttaka í hátíðarhaldinum. Tað er longu myrkt, tá ið flogfarið lættir úr Keypmannahavn, tað er myrkt meðan vit flúgva og propellirnar duna uttanfyri og tað lýsnar aftur, tá ið vit seta okkum í ljós- havinum frá stórbýnum Ham- burg. Eg eri spentur at síggja býin aftur, starvaðist á donsku sjómannskirkjuni í Hamburg í halvt annað ár í 1999-2000, og havi ikki verið aftur síðan. Sjálvt ferðslan gongur til vildar úr lufthavnini norðanfyri Hamburg og inn á Steigenberger hotellið i miðbýnum, eitt fimmstjørna hotel, har tað betra slagið heldur til. Inni á hotellinum hoyrist íslendskt allastaðni, tað er í morgin, at dagurin skal vera. 900 fólk í arbeiði Helgafelli er nýggjasta arbeiðs- plássið hjá Samskip. Her skulu sjey manns starvast næstu árini á ymiskum farleiðum. Niðri í flótidokkini sær tú eitt skip eitt singur ørvísi, alt kennist so undarligt, tú kann ganga inni undir skipinum og tað kennist nógv størri enn tað í veruleik- anum er. Teir hava riggað ein pall til frammi á bakborðsbógvi. Her uppi skulu umboð fyri skipið standa, tá tað verður kristnað. Stjórin á Samskip í Føroyum, Joel undir Leitinum, er ikki komin nóg høgt upp á stigan fyri at kunna standa á hesum palli enn. Her er nevndarformað- urin Ólafur Ólafssonsson, ein av teim mest múgvandi monnunum í Íslandi. Hansara felag Ker eigur 60 prosent av partabrøvunum í Samskip. Síðan standa teir báðir forstjórarnir. Annar heldur til í Rotterdam, har stór skrivstova er. Hann eitur Asbjørn Gislason, ein ungur vinarligur maður, sum dugir væl at samskifta við fólk og hin heldur til í Íslandi.Hin eitur Knútur G. Hauksson og heldur til í Íslandi, tá íð hann ikki er á vinnuferð. Gumman er kantinugenta hjá Samskip í Hamburg. Hon eitur Arny Gud- mundsdóttir. Fyri at finna gummuna skrivaðu tey navnið á øllum konufólkunum á skipa- smiðjuni á seðlar og trektu so lut um hvør skuldi vera gumma. Einki umboð var fyri landsstýrið ella føroyskar myndugleikar og hetta hendi hóast Merkið bleiktr- aði á hekkuni. Føroyskir mynd- ugleikar vóru bodnir, men høvdu ikki stundir. Gumman Arny var ein sterk og trivalig kvinna og hon knús- aði sjampanjufløskun so hart móti bógnum, at glassplintur og brúsandi sjampanjan setti frá aftur bógnum og út yvir bilsnu fjøldina. Og meðan søti sjam- panjuroykurin spakuliga fjaraði burtur, hevði Helgafelli hevði nú fingið navn. Seinni um kvøldið fekk Arny eitt tungt gullarmband sum tøkk fyri ómakin. Helgafelli er ikki bygt her tað stendur. Skipið er flutt inn í innaru havnina í Hamburg fyri at verða málað Skipasmiðjan Sietas heldur til í tveimuum støðum í Hamburg. Skipini verða smíðað úti í Neuenfeld, sum liggur oman móti ánni Elben, á syðru síðu uttanfyri Hamburg. Inni við síðuna av stóru og kendu skipa- smiðjuni Blume & Voss liggur Norderwerft, og har hevur Sietas dokkir, har skip verða umvæld. Sietas er elsta skipasmiðja í heiminum, sum hevur verið á hondum hjá somu familju øll árini. Skipasmiðjan var stovnað í 1635 og síðan tá hava níggju Sietasmenn í beinari linju staðið á odda fyri fyritøkuni. Núverandi Samskip: Vit vi Sterki maðurin hjá Samskip í Føroyum Joel undir Leitinum heldur at føroysk feløg hava eins góðan møguleika at vaska sum Samskip. Tað er ein spurningur um leiðslustíl og um ein vil gera nakað annað enn ein altíð hevur gjørt Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard