Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. mars 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 5. mars 2005 31 stjórin eitur Hindrich J. Sietas, og hann var hjástaddur tá íð skipið var doypt. Vit vilja vaksa Nakrar tímar frammanundan á skrivstovuni hjá Samskip niðri við Rødingsmarkt, tætt við havnina í Hamburg situr annar av forstjórunum í Samskip og greiðir føroysku pressuni frá felagnum og framtíðarvónunum. Hann eitur Ásbjørn Gislason og heldur til í Hálandi, men í hesi bransjuni er tað bert eitt eiti at halda til, teir eru altíð á ferð. Hann verður nakrar ferðir órógv- aður av tí stateliga stjórnarskriv- aranum, sum er íslendsk og eitur Hulda, og so tosar hann seg heitan. – We are growing, sigur hann á enskum við sterkum íslendskum tonalagi. Hann er ungur, neyvan meira enn tríati og hann situr aftan fyri borðið og hyggur í berbæru telduna, meðan hann tosar. Í handilsverðini eru torført at tosa vanligt og fáa ein boð- skap út uttan telduforrit sum Power Point koma til hjálpar. Hann mannar seg upp, og spyr um vit hava nakað í móti at hyggja í telduna, og nú streyma upplýsingarnir í marglittum grafum og talvum. Tað eru tølini á botnlinjuni sum telja og ikki orð hjá eini fyritøku, sum vil vaksa. Og tað er setningurin hjá Samskip. – Vinningurin hjá felagnum var i fjør átta milliónir evrur og tað var eitt sera gott ár, sigur Asbjørn Gislason eitt sindur errin. Hetta er ikki smávegis tøl, svarar til 56 milliónir í føroysk- um pengum ella eins nógv og eitt gott ár hjá Føroya Banka. – Vit rokna við, at umsetning- urin hjá okkum í ár fer at liggja um 300 milliónir evrur, sigur hann. Hetta svarar til 2,1 milliard krónur. – Vit hava 900 fólk í arbeiði og 37 skrivstovur í 15 londum. Felagið eigur 14 skip og leigar 45 onnur. Knappliga helvtin av okkara flutningsvirksemi hevur beinleiðis við Ísland at gera og gott ov væl helvtin gongur fyri seg uttanfyri Ísland. Vit flyta i prinsippinum alt, men fiskur er okkara serøki. Virksemið gongur fyri seg í Europa og í teimum baltisku londunum, men vit hava eisini fótin fastan í Asiu.. Vit hava eisini stort virksemi í lond- unum í fyrrverandi Sovjetsam- veldinum, har vit yvirtóku eitt felag, sum hevði specialiserað seg í at flyta útbúna til olju- vinnuna í Kaspiska Havinum, eftir teimum russisku áunum, sigur Asbjørn Gislason. – Vit vilja vaksa, men vit vita eisini, at vit eru ikki teir leiðandi innan bingjuflutning eins og eitt nú Maersk. Tá ein ikki er leið- andi á einum marknaði, so má ein kunna geva nakað unikt, okkurt serligt, og tað kunnu vit. Vit luttaka í øllum liðum í flutningi, ja frá hurð til hurð og tað er á hesum økinum, at vit skulu gerast enn dugnaligari, sigur hann, og vit skunda okkum út til nýggja skipið. Ball umborð á gamlari skonnart Helgafelli hevur fingið sítt kristna navn. Hon er uppkallað eftir Helgafelli á Norðurlandin- um nærhendis Akureyri. Hon siglir undir føroyskum flaggi, hevur heimstað í Føroyum. Siglir undir føroysku FAS skipanini, og verður skjótt vanlig sjón í Før- oyum. Hon fer at leggja eina millión um árið eftir seg í før- oyska landskassanum. Tað vil siga við vanligari lummarokning, at fingu vit hundrað skip undur føroyskt hentleikaflagg, so gav hetta landskassanum 100 milli- ónir. Orsøkin til at Samskip hevur skrásett Helgafelli í Føroyum eru fleiri. Ásbjørn Gislason, forstjóri sigur, at fyrst og fremst, so er føroyska flaggið eitt sterkt flagg. Hetta merkir innanfyri skipa- verðina, at strangastu krøv verða sett tilskip undir føroyskum flaggi og tað merkir aftur álit frá kundunum. Ein onnur orsøk er, at Samskip vil sláa fast at teir meina nakað alvorligt við virk- seminum í Føroyum, og at teir ætla at vera í Føroyum í fram- tíðini. Tá eitt skip hevur fingið navn so verður tað fejrað og tá íð íslendingar eru vertir, so eru ongar smáligheitir. Teir høvdu leigað meginparin av millum- dekkinum trímastraði skonnartini ella barkini Rickmers Rickmer, sum liggur sum savnsskip í Hamburg, eg finni ongartíð útav hvat er hvat á hesum stóru seglskipum, bark ella skonnart. Tað hevur nakað við seglføring- ina at gera, ein skonnast kann gerast um til eina bark og um- vent. Skipið er 1900 tons stórt og varð bygt í 1903 í Bremerhaven. Og niðri undir varð boðið alt tað fínasta týskarar eiga at seta á borðíð. Frá trivaligum skinkum til pylsur og lambskjøt, laksur og ostur og fínar dessertir við tjúkk- um gulum og passaliga søtum budingi og reyðum berum.. Og vínið fleyt í stríðum streymum úr keldum sum ongantíð tornaðu. Undir borðhaldinum tók Ólafssonur Ólafssonsson orðið. Hann er nevndarformaður og hevur nógvar pengar um hendur. Íleggjarafelagið hjá honum eigur millum annað oljufelagið Esso í Íslandi og fleiri aðrar stórar fyritøkur. – Tá ið tað gongur gott hjá okkum, so skal tað merkjast og tí mugu tit ikki halda tykkum aftur at njóta tað vit hava at bjóða. Hetta verður ikki seinasta skipið vit lata byggja á Sietas. Vit eru sera væl nøgdir við góðskuna og at skipið var liðugt til tíðina. Tað gongur gott hjá Samskip í løtuni, og árið í fjør var besta árið hjá felagnum higartil. Tað er í and- anum frá í fjør, at vit síggja ljóst upp á framtíðina. Nevndarformaðurin var fyrsti maður at fara frá borðinum. Hann fór longu klokkan níggju. Tað var ein fundur hann skuldi luttaka á. Seinni um kvøldið hitti eg hann aftur í barrini á Steigen- berger Hotel. Hann drakk sukur- fitt Cola, meðan eg roykti eina tjúkka kubanska Cohiba sigar, sum Samskip bjóðaði. Tað er sigarmerkið Castro plagdi at roykja, til hann legði av fyri 20 árum síðan. Og meðan søti og fíni roykurin av brúnum tubbaks- bløðum úr Havanna kíndu næsagluggunum fyri innan, tosaðu vit eina løtu. Eg spurdi um hann ferðaðist nógv. – Eg veit ikki, í kvøld er hós- kvøld. Eg eri komin úr Íslandi hesa vikuna, havi vitjað í Bret- landi, síðan í Hálandi, síðan aftur í Bretlandi, nú eri eg her í Týsk- landi og í morgin fari eg aftur til Íslands. Stríggið, ja, men tað gongur, segði Ólafur Ólafsson. Bjartskygdur føroyskur stjóri Samskip er soleiðis uppbygt, at evsta vald hevur nevnd og nevndarformaður. Tey umboða íleggjararnar. Síðan koma báðir forstjórarnir, annar í Reykjavík og hin í Rotterdam og síðan koma stjórarnir fyri teimum mongu deildunum og skrivstov- unum kring heimin. Tað er her vit millum annað finna Joel undir Leitinum í Føroyum, sum við genum úr Frammistovu í Elduvík og undan Leitinum í Húsavík, bjóðar heiminum av. Tað byrjaði alt í 1991. Íslendskir íleggarar við Ker á odda yvirtaka gamla reiðaríið Samskipum, sum tá var farið á húsagang. Íleggjararnir hava sett rættuliga nógvar pengar í felagið og umsetningurin er bara vaksin. Í fjør vaks umsetningurin við heilum 23 prosentum. Eitt lyklaorð í fyritøkuni er eitt brennandi ynskið um at vaksa og hvar koma so Føroyar inn í myndina í einum so stórum felag. Samskip er nýtt í Føroyum, einans eitt ára gamalt og ætlaninar eru stórar. Sum er sigla fýra skip upp á Føroyar um vikuna. Skaftafell og Akrafell sigla á Klaksvík, meðan Arnafell og Helgafell sigla á Kollafjørð. Arnafell er systurskip til nýggja Helgafell, sum nú avloysir gamla Helgafell. – Vit hava verið í samband við Tórshavnar kommunu í samband við eina bingjuhavn á Kollafirði og vit eru sinnaðir at gera eitt langtíðarleigumál, um hetta gerst veruleiki, sigur Knútur G. Hauksson, forstjóri í Samskip. Nevndarformaðurin í Samskip brúkar einki minni orð enn succes um felagið og gongdina í løtuni og eg blívi við at hugsa, hví ber hetta ikki til við føroysk- um kapitali og hví selja vit held- ur til íslendingar ístaðin fyri sjálvir at vaksa úti í heimi. Joel undir Leitinum hevur eitt boð upp á hetta: – Eg haldi, hetta er ein spurn- ingur um leiðslustíl í føroyskum feløgum. Føroysk feløg hava sama møguleika sum íslendsk, sama møguleika sum Samskip. Vilja føroysk feløg ikki røkka longur enn tey gera í dag, so er tað ikki tí tey ikki kunnu, men tí tey ikki vilja. Tað er nóg mikið av kapitali í Føroyum til at gera nógv meira enn gjørt verður í dag, sigur Joel undir Leitinum. Og Joel veit hvat hann tosar um. Hann hevur longu nú verið nógv í samband við útlendskan kapital úti í heimi. Tá ið hann var liðugur sum cand. merc. á handilsháskúlanum var hann eitt skifti í starvi hjá einum oljufelag í London. Síðan kom hann á fiskasøluna og arbeiddi har við framleiðslu og sølu. So var Eimskip eftir honum, og har arbeiddi hann í trý ár til Samskip kom til Føroya og gav honum eitt betri tilboð og størri av- bjóðing. Í dag er hann í leiðslu- toyminum á eini av tí skjótast vaksandi fyritøkuni her á leiðum. Og nú ringir fartelefonin aftur hjá honum. Hon ringir allatíðina. Hesuferð er ungi stjorin meira avgjørdur. Eg skilji, at samrøðan snýr seg um hvørs føroyskur farmur má víkja fyri íslendskum farmi í hesi vikuni. "Vit eru við at byggja eitt nýtt felag upp í Føroyum og vit halda orð," sigur Joel eitt sindur harðmæltur í telefonini. Hann er ikki til at vika. Telefonin ringir nakrar ferðir aftur at næsta tíman. Joel heldur fast við sítt, og at enda fær hann sín vilja. Helgafelli er komið í sigling og stendur á listanum yvir skip í Hamburg, listanum sum prestur og assistentur á sjómanna- kirkjuni í Hamburg nýta fyri at vita hvørji skip teir skulu vitja. Og leiðslutoymið á Samskip heldur fram við at finna nýggjar marknaðir og nýggj hugskot, soleiðis at pengarnir í partabrøv- unum hjá sterka Ker og øðrum íslendskum feløgum og ein- staklingum kunnu vaksa enn meira í virði. Og tað er tað, tað heila snýr seg um. lja gerast stórir Yvirmenn á Helgafelli millum stjórarnar í Samskip. Frá vinstru Asbjørn Gislasson, forstjóri, annar av skiparunum á Helgafell, Knútur G. Hauksson, forstjóri við høvuðssstøð í Reykjavík, hin skiparin á Helgafelli og nevndarformaðurin í Samskipum, sterki maðurin í felganum Ólafur Ólafsson Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard